týsdagur 24. november 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. november 2020 · Nr. 83
Sosialurin
12
Mánadagin varð Birgar
Johannessen í Havn borin
sína seinastu ferð úr Havnar
Kirkju. Hann andaðast hós
dagin 19. november andaðist
Birgar Johannessen í Havn, 74
ára gamal.
Birgar var kend havnar
mynd, og tað prógva eisini tey
mongu vøkru orðini, sum eru
skrivað um Birgar, síðani hann
andaðist, so sum Uni Næs,
próstur eisini vísti á í grav
taluni í Havnar kirkju mána
dagin.
Birgar varð føddur hin 16.
juli í 1946 – og hann er føddur
í gomlu Havnini, sum hann
var so góður við. Familjan búði
um hetta mundið tá Birgar
var føddur í húsunum hjá
bókbindaranum í Gongini
beint aftan fyri Sjóvinnu
bankan. Har búði Birgar sínu
fyrstu ár, til húskið trý ár
seinni fluttu niðan í nýbygdu
Lonirnar við Bókbindaragøtu.
Mamma Birgar var Jacob
ina f. Christiansen av Signabø,
og Fritleif Johannessen úr
Mattalág í Havn. Birgar var
yngstur av sjey systkjum:
Petur, Karl, sum búði í Íslandi,
Brynhild Rasmussen, Emmely
Forná, Iris Petersen og Leivur,
ið er tann einasti sum er eftir
á lívi.
Prestur greiddi frá um
Birgar, at skúlin og bókin ikki
lógu fremst í huga hansara, og
at hann hevði frætt, at Birgar
longu sum fór úr skúlanum í
fjórða flokki.
– Men tað vil ikki siga, at
Birgar ikki hevði hug fyri
lærdómi, tvørturímóti, segði
prestur.
– Honum dámdi væl at
tekna og skriva tekstir, og
hann var væl belisin, vísti
prestur á.
Birgar hevði sera vakra
hondskrift, tað vita øll, sum
hava sæð tekstir, hann hevur
skrivað. Tað var júst eisini
orsøkin til, at hann varð biðin
um at skriva borðkort til
Norðurlandahúsið, tá drotn
ingin vitjaði.
Sum ungur byrjaði Birgar
sum ørindadrongur hjá
Brockie. Seinni fór hann í læru
á skrivstovuni hjá Havnar
Timburhandli. Hann var í
Danmark sum ungur, har
hann millum annað arbeiddi
sum elevatorpassari og
goymslumaður hjá Daelles
Varehus, sum allir føroyingar
kendu fyrr.
Tá hann kom heimaftur ar
beiddi hann sum bókhaldari,
eitt nú hjá Electrolux og seinni
hjá Smyril Line.
Hann hevur eisini koyrt
hýruvogn, og júst hjá Auto
starvaðist hann eisini sum
bókhaldari, nú hann doyði.
Birgar og konan Elsa
hittust, tá hon var blaðung.
Prestur greiddi frá, at hóast
tað mangan var trupult hjá
teimum, so stóðu tey ímóti
allari mótgongd og valdu altíð
hvørt annað. Tey giftust í 1976.
Tey áttu børnini Bjørg, Teit
og Marin. Birgar átti umframt
børnini eisini bæði abbabørn
og langabbabørn. Tað neit sera
fast hjá Birgari, tá Elsa doyði
fyri seks árum síðani, tað
hevði hann so mangan á orði.
Ta fyrstu tíðina búði húskið
hjá Birgari og Elsu í Lon. Eitt
skifti í Skraddaragøtu í Hoy
vík, til tey bygdu hús í Norð
asta Horni í 1987.
Eitt sum eyðkendi tað sum
Birgar fekst við, er at tað hev
ur so stóran áhuga millum
fólk. Hann gav út fleiri bøkur
um Havnina og havnarfólk,
sum t. d. Havnin – fólk og yrki.
Talan er um stór uppslagsverk
við øllum upplýsingum um
alt sum hevur gingið fyri seg í
Havnini frá 1900 til 1970. Eisini
gav hann út bøkurnar og Tórs
havn -býur og býarbørn
Slíkt arbeiði er sera tíðar-
og orkukrevjandi. Men við tí
ídni og ágrýtni sum Birgar
hevði við sínum væl skipaða
og greiða arbeiðsmáta, er
hetta ein fongur fyri Havnina,
serliga av tí at tilfarið grípur
inn í alla mentanina hjá bý
num. Birgar savnaði nógvar
túsund myndir.
Birgar var eisini fótbóltsá
hugaður. Í enskum fótbólti var
tað Liverpool – og eftir ynski
spældi Gudmundur Morten
sen, organistur, Liverpool-
sangurin »You'll never walk
alone«, sum postludinum, tá
kistan við Birgari varð borin
úr Havnar kirkju.
Sum prestur segði: »Hetta
er ein sangur, sum verður
sungin til serlig høvi. Í dag er
hesin sangur eisini sera væl
egnaður til hesa løtuna.«
Í føroyskum fótbólti var tað
B36, sum stóð hansara hjarta
næst. Birgar hevði ein serligan
tokka til 60-ini. Hann segði, at
hetta tíggjuáraskeiðið fer altíð
at vera nakað heilt serligt.
Tað ber illa til at tosa um
Birgar, uttan at nevna Bý
arsavnið, sum hann legði so
stóra orku í at fáa stovnað.
Har hevði hann savna saman
eina ørgrynnu av lutum, sum
lýsa Havnina frá tíðini, sum
farin er.
Birgar stríddist við at fáa
savninum fast innivist við
fastari framsýning. Tað eydn
aðist, tá hann fekk leigað seg
inn í hølini hjá Tórs Cafteria
í Niels Finsensgøtu. Men tað
var ov tungt, og endin var, at
hann gav Tórshavnar býráð
allar lutirnar hjá savninum.
Birgar gleddi seg til at savn
ið skuldi fáa høli og fara at
virka sum veruligt býarsavn.
Tað arbeiðið er í gongd, men er
enn ikki komið á mál.
Birgar hevði stóran áhuga
fyri tónleiki, og serliga
tónleiki frá sekstiárunum.
Hann spældi sjálvur við
fleiri orkestrum, og øll kenna
hansara frálíku tónleikasend
ingar við hesum tónleiki úr
útvarpinum og Rás2. Eisini
hevði hann stóran áhuga fyri
bilum – og fyri amerikanskum
bilum, og prestur nevndi
hvussu hugaligt tað var at
síggja Birgar í sínum reyða
Buick ellisakfari, tá hann fór
gjøgnum býin.
Prestur vísti eisini á, at
Birgar mangan hevur sagt, at
hann kundi hugsað sær at liva
um 100 ár.
– Hann var so forvitan at
vita, hvussu alt fór at verða í
framtíðini, segði Uni Næs.
– Og í hesum kunnu vit øll
verða samd, tí vit vilja øll vera
forvitin.
Prestur vísti eisini á, at tað
sum vit ikki vita um 100 ár
hevur Birgar longu víst okk
um á annan hátt, tí hann var
so áhugaður í søgu og vísti á
tað stóra arbeiði, sum Birgar
gjørdi fyri at fáa býnum eitt
býarsavn.
Seinastu umleið 10 árini
hevur Birgar verið flaggvørður
á Løgmansskrivstouvni, har
hann hevði ábyrgdina av at
fáa flaggið upp hvønn morgun
og taka niðuraftur á kvøldi.
Hetta var arbeiði, sum Birgar
røkti dagliga, trúliga og stund
isliga. Leivur bróðirin hjálpti
honum, tá tørvur var.
Tey, ið fylgja við á Facebook
hava sæð, at Jógvan á Dul
hevur tikið mynd av Birgari og
flagginum at kalla hvønn ein
asta morgun. Fleiri vinmenn
hittust til hetta høvið hvønn
morgun, áðrenn teir fóru til
kaffimun og prát á gamla
Sjómansheiminum, Hotel
Tórshavn.
Vit minnast við virðing
merkismannin Birgar Johann
essen.
Eirikur
Birgar kundi av sonnum vera sera errin av vakra modellinum av gomlu Havnini, sum hann hevði gjørt
Til minnis um merkismannin Birgar Johannessen