týsdagur 24. november 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
BLACK FRIDAY
Mikudagur 25. november 2020 · Nr. 83
14
Sosialurin
- Vit vænta nógv viðskiftafólk,
nú vit fara at hava góð tilboð,
tí sjálvsagt vilja fólk, sum
tørva mongu vørurnar, ið vit
selja, gera eitt gott keyp,
nú høvi býðst, sigur Dánjal
Petersen, stjóri í Uno Skousen
Vilmund Jacobsen
Handilsfyritøkan - Uno Skousen - sum heldur til í
Smiðjugerði 6 í Havn, fer at gera burtur úr á Black
Friday.
- Vit hava ein hóp av baðirúmsmøblum, køkum og
hvítvørum, og vit fara at lata góðan avsláttur á eitt
ymiskum vørum, sigur Dánjal Petersen, sum eigur
og rekur fyritøkuna.
Í konseptinum hjá Skousen, sum er ein týðandi
partur av handilsvirkseminum í Smiðjugerði, er stórt
úrval av eitt nú køliskápum, uppvaskimaskinum,
vaskimaskinum og turkitrumlum - fyri at nevna
nakrar av vørunum úr rúgvuni.
- Vit vænta nógv viðskiftafólk, nú vit fara at hava
góð tilboð, tí sjálvsagt vilja fólk, sum tørva mongu
vørurnar, ið vit selja, gera eitt gott keyp, nú høvi
býðst, sigur Dánjal Petersen.
Hann vísir á, at sølan er munandi økt, síðan
Skousen, sum er ein stór hvítvøruketa, fyri stívliga
einum ári síðan gjørdist partur av konseptinum og
úrvalinum hjá Uno.
Preben Skousen
Tað var danski vinnulívsmaðurin, Preben Skousen,
sum byrjaði at selja hvítvørur í 1957, og í dag er Skou
sen-samtakið størsta hvítvørusamtak í Norðan
londum.
Samtakið við nethandlum og vanligum handlum
hevur ein miljarda umsetning.
- Vit fegnast um, at vit eru partur av skjótasta og
besta samtakinum á marknaðinum, sigur Dánjal
Petersen, sum heldur fyri, at við lágum prísum og
skjótari veiting ber ikki til at ynskja tað betri.
Hann vísir á, at bílagt verður dagliga, og veitingar
eru hvørja viku.
UNO SKOUSEN VIÐ GÓÐUM
TILBOÐUM Á BLACK FRIDAY
LÝSINGATEKSTUR
Uno Skousen selur nógvar køkar, og her eru nógvir at velja ímillum
- Vit fegnast um, at vit eru partur av skjótasta og besta samtakinum á marknaðinum, sigur Dánjal Petersen, stjóri í Uno Skousen, sum nú bjóðar fólki á Black Friday