týsdagur 24. november 2020síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
BLACK FRIDAY
Mikudagur 25. november 2020 · Nr. 83
26
Sosialurin
TAÐ HALDA FÓLK UM BLACK FRIDAY
ÓLAVUR LARSEN:
Hvat heldur tú um tiltakið, Black Friday?
- Eg havi verið sera glaður fyri átakið, serliga tí, at
eg fái keypt tær størru jólagávurnar og ofta okkurt
annað sum manglar heima.
Plagar tú at fara til handils henda dagin?
- Ja, tað plagi eg, men dagurin má leggjast væl og
virðiliga til rættis frammanundan, so dagurin ikki
verður alt ov langur. Í ár er eisini møguleikin at
keypa online. Tað fari eg helst at gera mær dælt av
eisini.
Kann tað hugsast, at onkur
jólagáva verður keypt?
- Ja, tað er heilt vist, at onkur jólagáva verður keypt.
Um tey røttu tilboðini koma, so verður eisini okkurt
keypt til stovu og køk.
Minnist tú okkurt gott keyp Black Friday?
- Fleiri góð keyp eru gjørd, tað er heilt vist. Tey bestu
eru helst ein iphone til dóttrina, flogferðaseðlar og
hoteluppihald. Eg havi keypt ymiskt annað sum
Black Friday tilboð, harav okkurt heilt vist er farið í
gloymibókina, sigur Ólavur Larsen.
vilmund@sosialurin.fo
ÁSA DAM:
Hvat heldur tú um tiltakið, Black Friday?
- Eg havi sum so onga meining um tað - um tað er
gott ella minni gott. Men, eg haldi, at tiltakið kundi
havt eitt føroyskt heiti.
Plagar tú at fara til handils henda dagin?
- Nei, als ikki. Mær dámar best at fara til handils, tá
fægst fólk eru til handils.
Kann tað hugsast, at onkur
jólagáva verður keypt?
- Nei, ikki henda dagin, men nógvir handlar hava
Black Friday tilboð alla vikuna. So, kanska onkur
jólagáva verður keypt onkran annan dag í vikuni.
Minnist tú okkurt gott keyp Black Friday?
- Nei, eg havi higartil ongantíð keypt nakað á Black
Friday, sigur Ása Dam.
vilmund@sosialurin.fo
JANUS REIN:
Hvat heldur tú um tiltakið, Black Friday?
- Eg haldi, at Black Friday er fínasta slag, sjálvt um eg
eri greiður yvir, at hetta er eitt innflutt fyribrigdi, og
at grundarlagið fyri Black Friday í USA og í Føroyum
ikki er tað sama. Men, alt í alt er hetta fínasta slag,
um talan er um reel tilboð - og ikki hatta har við, at
prísurin á vørunum verður settur upp nakrar vikur
áðrenn og síðan niður aftur á Black Friday.
Plagar tú at fara til handils henda dagin?
- Ikki beinleiðis, men síggi eg okkurt gott tilboð, eri
eg skjótur at lata meg freista. Haldi, at mær dámar
stak væl at keypa, tá góð tilboð eru á skrá.
Kann tað hugsast, at onkur
jólagáva verður keypt?
- Ja, avgjørt!
Minnist tú okkurt gott keyp Black Friday?
- Eg havi einki ítøkiligt í tonkunum, men mær
dámar altíð væl eitt gott tilboð, og tí endi eg altíð
við at keypa okkurt. Soleiðis hevur tað sum so altíð
verið hjá mær, serliga klæðir, og KT finni eg upp á at
keypa impulsivt tílíkar dagar.
Janus Rein leggur aftrat, at hann ofta í spølni
sigur við tey nærmastu, at hann slíkar dagar keypir
fyri tað, hann sparir.
vilmund@sosialurin.fo
Hvat halda fólk um tiltakið Black Friday? Verður farið til handils henda dagin - er okkurt
gott keyp, tey minnast, og kann tað hugsast, at onkur jólagáva kemur í hús?
TÓRA VIÐ KELDU:
Hvat heldur tú um tiltakið, Black Friday?
- Mær dámar væl at hugna mær í býnum, hyggja eftir
úrvalinum í handlum og keypa, tá eg síggi okkurt,
mær dámar - til mín ella onkran, eg eri góð við. Fyri
meg køvir svartur fríggjadagur júst tað hugnaliga
við at vera í býnum og keypa gávur.
Plagar tú at fara til handils henda dagin?
- Mær dámar illa bíðirøðir, fullar handlar av fólki í
keypsrúsi og yvirhøvur hugburðin, at vørur skulu
vera so bíligar sum gjørligt. Eg haldi, at tað er við
til at skapa eitt forbrúkarasamfelag, har vit oftari
keypa vørur fyri undirprís samstundis, sum aðrar
vørur sjálvsagt gerast dýrari fyri at javnviga tapið
av hinum vørunum. Ella - kanska geva handlarnir
hendan dagin vørurunum bara tann prísin, sum tær
í veruleikanum annars eiga at kosta? Hugsi, at vit
við hesum oftari keypa sovorðið, sum vit í grundini
ikki hava brúk fyri. So, stutta svarið er nei.
Kann tað hugsast, at onkur
jólagáva verður keypt?
- Ja, eg gleði meg til at keypa jólagávur, og okkurt er
longu keypt. Tað er stuttligt at hyggja og leita eftir
onkrum, sum eg haldi, onnur verða glað fyri. Vandin
er kanska, at eg keypi sovorðið, sum mær sjálvum
dámar, men tað plagar at rigga. Tó verða gávurnar
ikki keyptar uttanlands á netinum og heldur ikki á
svarta fríggjadegnum.
Minnist tú okkurt gott keyp Black Friday?
- Nei, eg keypi aðrar dagar í árinum, sigur Tóra við
Keldu.
vilmund@sosialurin.fo