Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-24, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 2020síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

BLACK FRIDAY Mikudagur 25. november 2020 · Nr. 83 28 Sosialurin SensoWash er ein vesikumma, sum reinger teg aftan á at tú hevur verið á vesi­num. Í Føroyum hava vit brúkt vesi­papp­ír í mong ár, og følist heilt natúrligt og vanligt, men tað ger tað ikki um vit t.d. fara til Asia. Har er tað ein sjálvfylgja at tá tú hev­ur verið á vesinum og gjørt tíni ting, so rein­ger tú teg við vatni aftaná. Hetta gevur meining, um vit veruliga hugsa um tað. Um vit t.d. havi verið í hava­num og lúka og tískil fingið mold á hendurnar, so fáa vit okkum ikki eitt sind­ur av pappíri og turki mordina av aftur. Nei,vit nýta vatn til at fáa alla mold­ina av hondunum aftur, tað kann ikki gerast við eitt sindur av pappíri. Tá fólk koma inn í handilin hjá okk­um, sum eru í fer við at byggja sær nýggj hús ella eru í holt við at byggja um, so vísa vit teimum ofta SenoWash kum­ mu­na. Tað er ikki altíð, at fólk velja at keypa sær eina tílíka kummu, men ofta fylgja tey okkara ráðum og leggja streym aftan fyri kummuna, soleiðis at tað er lætt í framtíðini at skifta verandi kum­muna út við eina skolivesikummu. Hetta er helst nakað, sum vit í Føroyum mugu venja okkum við, at nýta vatn, tá vit hava verið á vesinum. SensoWash Slim frá týska merkinum Dura­vit er ein kumma, sum reinger við vatn og er løtt at brúka. SensoWash skolar upp á tríggjar mátar, "skol", "damu­skol" og "komfort skol". Senso­Wash hevur eitt hitalikam, soleiðis at hit­in í vatinum, sum hon skolar við, er støðugur, og verður stillaður eftir egn­ um ynski. Eftir brúk verður fjarstýringin sett aft­ur í veggfesti. SensoWash Slim hev­ur tað sum verður kallað eina opna skoli­ren­nu, soleiðis at hon er løtt at reingera. Setr­ið hevur demping og lætt at taka av. Inni í kummuni er eitt lítið LED náttljós. - Øll eru vælkomin inn á gólvið at síggja, hvussu Senso Wash virkar, sigur Áki Mortensen frá Hita í Hoyvík. LÝSINGATEKSTUR SENSO WASH REINGER VIÐ VATNI