Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-24, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 2020síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

BLACK FRIDAY Mikudagur 25. november 2020 · Nr. 83 32 Sosialurin Vilmund Jacobsen Búnýtishandilin hjá Mariu Poulsen í Tórsgøtu 10 í Havn er á tremur við nýggjum vørum, og tað er ikki sørt, at jólasølan so smátt er byrjað. Her fært tú al­skyns gávu-, prýðis-og búnýtisvørur. Tú fært tað mesta av tí, tú brúkar í heiminum, og tú fært tað, tú pyntar heimið við. Í búnýtishandlinum fært tú snøgt sagt bæði leyst og fast, og her eru eisini ymiskar merkjavørur hjá kendum veitarum, sum eitt nú Royal Copenhagen - fyri at nevna okkurt úr úrvalinum. Skalt tú hava pannu, grýtu, glasíløt ella eina kaffi­maskinu, so liggur handilin við tí breiða vøru­ úrvalinum beint í hjartanum í Havn. Tey eru eisini mong, sum hava keypt sær taskuna her, og tey eru enn fleiri, sum keyptu sær kuffertið hjá Mariu Poulsen. Breiður kundaskari Men, 2020 gjørdist ikki verið árið, har sølan av kuffert­um setti met. Tað syrgdi korona fyri. - Vit hava ein breiðan kundaskara, og her síggja vit fólk í øllum aldri, bæði nær og fjar. Tað sigur Súsanna á Dul, handilsleiðari hjá Mariu Poul­sen í miðbýnum. Hóast Føroyar eins og heimurin allur hevur verið raktur av koronu, letur stjórin ikki illa at søluni higar­ti í ár. - Nei, vit skulu ikki klaga. Vit stongdu í fýra vikur í vár, men hesa tíðina brúktu vit til umbygging og dag­føring av handlinum. So, hetta passaði í so máta væl hjá okkum. Súsanna á Dul sigur, at vindeyguni í bygninginum eru skift, og bygningurin er vorðin bjálvaður. Fyrst varð niðara hæddin tikin og síðan hin ovara. - Loft eru skift, og gólvini eru pussað, eins og alt el í húsinum er nýtt. Tað hevur eydnast okkum at fáa ymiskt av tí gamla fram aftur, og síðan er nýtt komið aftrat, soleiðis at handilin nú eftir okkara tykki er sera snøggur, sigur hon. Fáa nú jarðhita Tað er nógv hent hjá Mariu Poulsen í Tórsgøtu í ár. - Vit hava eisini fingið eitt borihol í túninum á 400 metrar, sum er djúpsta borihol í Føroyum, og fyrsta dagin verður bygningurin eisini rikin við jarðhita. Súsanna á Dul vísir á, at hjá teimum var eingin ivi um, hvussu bygningurin skuldi hitast í framtíðini. - Tað var ikki ein spurningurin um, hvørt olju­ tang­in skuldi skiftast. Hetta er ein stór íløga, men vit halda, at tað ger einki, um Maria Poulsen, sum eisini er veitari av hitaloysnum, gongur undan. Handilsleiðarin ásannar, at hetta er ein spennandi tíð, nú so nógv er hent í húsunum. - Nú Black Friday verður, fara vit at hava opið fríggakvøldið til klokkan 20, og vit fara at hava opið leygardagin til klokkan 18. Vit lata altíð upp klokkan 10, sigur Súsanna á Dul. HANDILIN HJÁ MARIU POULSEN DAGFØRDUR OG FÆR JARÐHITA Tað er nógv hent hjá Mariu Poulsen í Tórsgøtu í ár. - Allur handilin er dagførdur, og nú fáa vit jarðhita, sigur Súsanna á Dul, handilsleiðari - Nú Black Friday verður, fara vit at hava opið fríggakvøldið til klokkan 20, og vit fara at hava opið leygardagin til klokkan 18, sigur Súsanna á Dul, handilsleiðari LÝSINGATEKSTUR