týsdagur 24. november 2020síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. november 2020 · Nr. 83
Sosialurin
38
Tað var ein undurfull tíð,
ið eg fekk loyvi at vera
ein partur av lívi tínum.
Ja, á ein inniligan hátt
enn nakar annar í lívi
tínum, hetta segði tú ofta,
og eg helt tað sama.
Vit møttust fyrstu ferð
8-3-1964. Eg sat inni á eini
matstovu í Havn, har
tú arbeiddi. Eg sat við
eitt borð, okkara eygu
møttust, og smílið var har.
Sama kvøldið møttust vit
úti og heilsaust. Eg spurdi
teg, um vit ikki skuldu
fara ein túr, tað helt tú
eisini, og síðani fóru vit
ein túr út á molan. Og tað
var skjótt, at vit blivu sera
góð. Tú vart 15 ár, og eg 18
ár. Eg hevði biðið Jesus
um, at fyrsta gentan, sum
eg bleiv góður við, skuldi
verða kona mín, so eg
fekk bønarsvar.
Tá ið tú var 18 og eg 21 ár,
hildu vit, at vit skuldu
gifta okkum. Vit vóru so
glað fyri hvønn annan,
so vit giftust 24 -11 -1966.
Vit livdu eitt lukkuligt liv,
og so fingu vit Simonu
3-10-67, og tann frøi nú
vóru vit foreldur. So kom
Eyðstein 10-4-1969, Anna
26-11-1971, John Elias 19-11-
1975 og so Heidi 14-8-1978.
Men í mai 1973 hendi ein
broyting í lívið okkara. Eg
silgdi og var á veg heim
við Brimnes, og Heðin
sigur við meg: ”tað er lítið
álit, tú vísir Jesusi, at
tú ikki trýrt, at hann er
førur fyri at frelsa teg”.
Har gekk tað upp fyri
mær, at tað var einki hjá
mær at gera, men góðtaka
tað sum Jesus hevði gjørt
á Golgata fyri meg.
So nú var eg frelstur. Eg
var so glaður, at koma
heim at fortelja Sonju
tað, og hon bleiv frelst
áðrenn vit sovnaðu tað
kvøldið. Nú vóru vit á
veg inn í Himmalin. Altið
høvdu vit verið glað,
men nú vóru vit enn
glaðari. Nú kundu vit
siga børnunum, hvussu
tey kundu blíva frelst.
Børnini blivu øll frelst, og
tað var gott, tí Heidi fór
heim til Jesus 22-12-2016,
og hon var klár at fara.
Vit
lósu
í
Bibliuni
saman, og komu soleiðis
ígjøgnum hana nakrar
ferðir. Tað er nakað, sum
vit kunnu viðmæla øllum
hjúnum, tí hon ávirkaði
okkum inneftir og eisini
úteftir.
Bíblian
gevur
frímóð og mót til at biðja
og hava bønarløtur og
takka Jesusi fyri alt, sum
Hann gjørdi.
Sonja var altíð klár at
fortelja og vitna um
Jesus, og at hava eina
bønarstund
um
sín
Harra og frelsara. Hon
ynskti,
at
øll
skuldu
bliva frelst. Hon hevði
sunnudagsskúla
eitt
skifti. Hon hevði eitt
lætt
sinni,
sera
blíð,
fyrikomandi og løtt at
vera saman við. Ja, eitt
elskuligt menniskja altíð
í góðum lag, og hon átti
nógvar vinir.
Ein undurfull tíð vit fingu
saman - 56 ár og 93 dagar.
Eingin dagur var líka, og
allir líka spennandi og
góðir, tí tú vart her við
láturi, kærleika, erligheit,
umsorgan og trúfesti. Tú
vart ein sera góð kona,
mamma,
vermamma,
omma og langomma. Ein
sera elskulig kona. Ærað
verið minnið um hana.
”Tí
av
náði
eru
tit
frelst,við trúgv” Ef 2 ,8a
Maður tín
Minningarorð
Sonja Vilhemina Jacobsen
f. 13-10-1948 d. 09-7-2020
Nú fer Trivnað
argrunnurin á
Sjúklingahot
ellinum í Keyp
mannahavn at
hava ráð til ein
nýggjan sólj
ubuss, eftir at
Fólkatingið
hevur játtað
600.000 krónur
til sonevndu
satspuljuna
Tað er Edmund Joensen,
fólkatingslimur fyri Sam
bandsflokkin, ið hevur
biðið um peningin, eftir at
núverandi sóljubussur er
vorðin gamal og slitin.
– Tað er eingin ivi um, at
Trivnaðargrunnurin ger
eitt megnar arbeiði fyri
sjúklingar og avvarandi
á
Sjúklingahotellinum
Tórshavn. Eg eri tí sera
glaður um, at allir flokkar
á Fólkatingi hava verið
jaligir mótvegis okkara
uppskoti og hava valt at
ganga ynskinum á møti.
Við
teimum
600.000
krónunum, ið eru játtaðar,
kann
Trivnaðargrunn
urin keypa ein nýggjan
buss og framvegis gera
gerandisdagin á Sjúkling
ahotellinum eitt sindur
lættari hjá teimum, ið
búgva har, sigur Edmund
Joensen.
Sóljubussurin er niður
slitin, og Trivnaðargrunn
urin hevur leingi ynskt
sær ein nýggjan. Trivnað
argrunnurin hevur eisini
savnað inn pening til ein
nýggjan buss við øllum
teimum hentleikum, ið ein
tílíkur bussur skal hava,
og
Trivnaðargrunnurin
hevur higartil savnað inn
700.000 krónur.
Ein
nýggjur
bussur
kostar 1,3 mió. krónur,
og saman við teimum
600.000, ið Fólkatingið nú
hevur játtað, ber sostatt til
hjá Trivnaðargrunninum
at keypa ein nýggjan buss.
Hava nú ráð til nýggjan Sóljubuss