Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. desember 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 249 - 29. desember 2004 3 Hvør verður Ársins Føroyski Leiðari 2005? Hvat var tað, sum gjørdi, at Reyni Service varð kosið Ársins Virki síðsta ár? Hetta er nakað av tí, sum verður avdúkað á Ársins Leiðaradegi 2005 LEIÐSLA Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Nevn tríggjar eginleikar hjá einum góðum leiðara. Hvør er tann størsta av- bjóðingin hjá leiðarum í Føroyum í dag? Hvørja fyrimynd hevur tú sum leiðari? Hetta eru nakrir av spurningunum, fimm kendir føroyskir leiðarar fara at svara á Ársins Leið- aradegi 2005 á Hotel Før- oyum 27. januar. Tað er skeiðsfyritøkan Synergi, sum skipar fyri degnum, sum endar við at luttakarnir fara at velja Ársins før- oyska leiðara 2005 og peika á eina útlendska leiðslufyri- mynd. Gamaldags leiðslur og nýhugsan Dagurin verður annars skipaður við eini røð av fyrilestrum um leiðslu og leiðsluhættir. Millum annað spyr Jan Willemoes, arbeiðspsykologur, hví tað er so torført hjá starvsfólk- um at samskifta uppeftir, og hvørjar avleiðingarnar av vantandi samskifti eru. Fyrilesturin hjá Jan Wille- moes, sum hevur heitið »What´s the problem?«, fer í dypdnina við afturvend- andi klaguni hjá starvsfólk- um um, at tey onki fáa at vita frá leiðsluni, men heldur fáa alt at vita gjøgnum fjølmiðlarnar. Eru starvsfólkini bara seint uppfatandi, ella eru leiðslur í Føroyum gjøgnumgang- andi afturlatnar og gamal- dags?, spyr Willemoes í eini roynd at svara hesum spurningi. »Grava eftir gullinum« er heiti á fyrilestri hjá Thomas Johansen, sum skýtur upp, at starvsfólk halda eyga við tí góða, tey hava gjørt, í staðin fyri at leita eftir trupulleikum. Hugsa vit um, hví ein dagur eydnaðist væl, og hvat vit gjørdu øðr- vísi, hava vit eina succes- søgu, og tað er henni, vit skulu læra av, sigur Thomas Johansen, sum starvast sum systemiskur ráðgevi og coach hjá MacMann Berg. Ársins leiðari Millum føroysku fyrilestra- haldarnar verður eisini høvi at hoyra Ullu Joensen, fíggjar- og fyrisitingarleið- ara á Elektron, greiða frá útbúgvingarskipanini hjá fyritøkuni. Ulla fer at greiða frá, hví Elektron hevur lagt so nógva orku í førleikamenningina hjá starvsfólkunum, og hvussu skipanin hevur roynst hesi tvey árini, hon hevur virk- að. Sum kunnugt gjørdist Reyni Service Ársins Virki á Vinnudegnum 2004 fyrr í ár. Krøvini hjá dómsnevnd- ini vóru hørð, og á Leiðara- degnum fáa luttakarnir høvi til at hoyra meir, um hvussu júst hendan fyri- tøkan livdi upp til krøvini. Leiðaradagurin endar við, at luttakarnir fara at velja Ársins Leiðara 2005 og siga sína hugsan um aðrar leiðslufyrimyndir. Aðrir fyrilestrar á skránni hendan dagin eru: »Úrslitaorienterað leiðsla - Ikki ov nógv bleyt virði« við Vibeke Ib, HR-leiðari hjá Thrane & Thrane. »Hevur sjálvsleiðsla týdning í leiðsluhøpi?« við Jens Wang, løgfrøðingur. Framtíðarscenarie - »Creative Man« við Axel Olesen, adm. stjóri á Insti- tut for Fremtidsforskning. 15. januar verður skipað fyri stórari veitslu fyri haru- monnum og áhugað- um, á Hotel Norð á Viðareiði. Umframt døgurða verða eisini fyrilestrar, ymiskt undirhald og dansur á skránni Viðareiði: Tað hevur verið siðvenja, at Hotel Norð hevur skipað fyri haruveitslu, har haru- menn kunnu savnast og tosa um farna árið, og hvussu harutíðin royndist. Nakrir av hagapørtunum hava gjørt nógv burturúr, og onkur av hagapørtunum hevur á korti ført inn, hvar í haganum harurnar eru fingnar, ímeðan aðrir hava gjørt nógv burturúr at viga harurnar og eisini staðfest kynið. Árið í ár hevur eftir tí, sum vit hava frætt, verið rættuliga gott í norðoyggj- um, meðan aðrastaðni hava vit frætt um, at árið hevur roynst lakari. Á haruveitsluni á Hotel Norð í ár verður Dorethe Bloch við, har hon fer at greiða frá sínum kanning- um av føroysku haruni, og eisini verður onkur byrsu- kønur við at greiða frá um skotvápnið, og hvussu far- ast skal um vápnið. Eisini verður framsýning av byrs- um og útgerð til haruskjót- ing. Skráin fyri kvøldið Byrjað verður kl. 19.00, har menn møtast og seinni verður farið til borðs, har borðreitt verður við trimum rættum: Forrætti, høvuðs- rætti og omaná verður dessert og kaffi. Umframt fyrilestur og frágreiðing verður undir- hald við klæðum og undir- klæðum, felagssangur og annað. Aftaná verður dans- ur, har konufólk hava ókeypis atgongd. Í fjørð vóru harumenn úr øllum landinum á Viðareiði til haruveitsluna og roknað verður eisini við í ár at síggja hópin av harumonn- um aðrastaðni frá, tí for- kunnugt er at frætta um haruskjótingina aðrastaðni. Tilmelding á telefon 217020 í seinasta lagið 12. januar. Ring og hoyr nærri um møguleikar at gista á hotellinum. Leiðarar í fokus Harumenn hittast