Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-24, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 2020síða 48

‹ fyrra síða allar 48 síður

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. november 2020 · Nr. 83 48 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Útstykking við Miðhorn - øki til íbúðarbygging 2 ÚTBJÓÐING Tórshavnar kommuna bjóðar við hesum ein part av matr. nr. 1160a, Tórshavn, á leið 5700 m2, út til bygging og umsiting av leiguíbúðum. Talan er um bygging á økinum millum býlingin á Norðasta Horni, við sethúsum og býlingin Millum Horna, við íbúðum og sethúsum. Sum ein liður í ætlanini hjá kommununi um at skapa ein fjølbroyttan bústaðarmarknað, verður hendan verkætlanin boðin út til bygging og umsiting av leiguíbúðum. Økið verður tískil karmur um ymisleika, har leigubústaðir kunnu fáast til taks hjá borgarum við ymiskum tørvi. Økið við Miðhorn verður eitt øki við íbúðarbygging og sethúsa-/raðhúsaútstykking, og verður útboðið av økinum býtt í tveir partar - eitt útboð til íbúðarøkið og eitt útboð til sethúsa-/raðhúsa økið. Keypari av íbúðarøkinum og keypari av sethúsa-/raðhúsa økinum skulu í felag gjalda/skipa økið, vegin og fríøkið. Umsóknarfreist 4. desember 2020 Les meira á torshavn.fo