Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 27. AUGUST 2020 Helgi átti heldur at takkað SAS – Orsakað av kor­on­u­støð­ uni verður árliga kon­sert­ in í Kirkjubø í jóla­mán­að­i­ num, »Bach í kertuljósi« ikki hesaferð. Tað sigur Johan Mort­en­sen, sum hevur fyri­ reik­að konsertirnar und­an­far­in ár. Men fólk hava kanska okkurt at gleða seg til kort­ini, tí ætlanin er at skipa fyri aðrari konsert í vár, um støðan batnar. – Batnar koronustøðan er ætlanin at hava eina for­kunnuga várkonsert í Kirkjubø til pásk­ ar, sigur Johan Mortensen. BACH Í KERTULJÓSI Jóannes Jacobsen deyður: Kritiska røddin er tagnað Kjak síða 11 Her hava verið hotell og kirkja Siðsøga síða 22-23 Í blaðnum... Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Les eisini blaðið á telefonini Tað er fantastiskt, at eitt út­lendskt flogfelag yvirhøvur tímir at flúgva til Føroyar í hesum døgum Í Degi & Viku týskvøldið var vinnu­ málaráð­harrin Helgi Abrahamsen rætti­liga atfinningarsamur um, at norð­ur­lendska flogfelagið SAS ætl­ar at flúgva til Føroya nakrar túr­ar á jólum. Men føroyingar eru fegnir um, at SAS kom at flúgva til Føroya. Hetta merkti bíl­ig­ari flogferðseðlar, sum er til gagns fyri allar føroyingar. Fyri ferðavinnuna merkti hetta, at nógv fleiri út­lend­ingar komu til Før­ oya. Og fyri gist­ingar­hús­vinnuna merkti tað, at nógv fleiri gestir komu á før­oysku gistingarhúsini. Men so fór Atlantsflog frá at vera »tjóð­ar­flogfelag alra føroyinga« til at gerast kapp­ing­ar­neyti hjá føroysku gist­ing­ar­hús­vinn­uni, sum annars hevði júst At­lants­flog sum sítt álit og grund­arlag. Nú skuldi Atlantsflog eis­ ini hava eitt ho­tell og harvið kappast um ferðafólkini, sum skulu keypa sínar tænastur í Føroyum. Og so kom korona og køvdi alt. Um tað ikki var, so høvdu privatu hotellini í Før­oy­um helst klárað at tikið kampin upp – men nú er ein øgilig undirbjóðing eftir tí brotparti av tí umsetningi, sum kann vinnast. Og júst sum hotellini standa skrall­tóm, so letur At­lants­flog hot­ell upp, landskassan spýt­ur 100 mill­i­ónir krónur í hart kroysta kass­an hjá Atlantsflog, sum er illa spert av hart raktu flog­vinnuni – og eis­ini illa skert av forpliktilsinum av at skula fíggja raksturin hjá nýggja hotellinum fimm tey fyrstu árini. Og tað skal valdast avbjóðingar, sum øll hotell í Føroyum og allari Verðini hava fingið. Eisini tað hjá At­l­ants­flog. Í staðin fyri at finnast at SAS, so átti lands­stýr­is­maðurin heldur at takkað SAS fyri, at tey tíma at flúgva til Før­ oya. Kanska tað merkir, at kundar hjá SAS keypa sær eitt hotellkamar frá hart kroystu hotellunum í Føroyum? Man tað virkuliga ikki vera komið lands­stýrinum til hugs at bíða við at lata nýggja hot­el­lið upp, til ferðavinnan er komin á føtur aftur? Er tað neyðugt at fara í beinharða kapping við privatu aktørarnar á marknaðinum júst nú? Tí tykist løgið, at landsstýrismaðurin har­m­ast heldur enn fegnast um, at eitt út­lendskt flogfelag tímir at flúgva til Før­oya. Hugsa tey slett ikki liberalt? Eitt vøggu­stovu­ barn upplivir nógv hvønn dag, bæði gott og minni gott. Tal­an kann vera um nógv­ar kenslur, snudd­ir, smíl og klemm, sum kunnu vera torfør at seta orð á, ella geva greitt til kenn­ar í teirra aldri Bókin er skipað rund­an um 12 rím, ið fevna um støð­ur, sum vit kenna aftur frá ger­and­is­deg­ num hjá lítla vøggu­ stov­u­barn­i­num. Til hvørt rímið eru nakr­ir spurningar og hug­skot um ym­ iskar venjingar, ið er ætl­að at vera grund­ arlag undir samrøðu og sam­an­sjóð­ing við virðing fyri ein­staka barn­inum. Góðan dag, úr jakkanum á knakan um tit spyrja. Í inniskógvar fara vit, og dagurin kann byrja Bókin er ment í samstarv við átaki Betri vinir – Fri for Mobberi, hjá Barna­ bata, Mary Fonden og Red Barnet. Hugs­an­in er at skapa eitt sterkt grund­ ar­lag fyri góðum felagsvirðum longu í vøg­g­u­stov­uni. Bókin hóskar væl til náms­frøð­iliga virksemi á dagstovni, í dag­røkt, men er samstundis eitt gott í­kast heima sam­an við familjuni. Hetta er onnur bókin í røðini. Tann fyrra bókin Tann lítla bókin um STÓRAR kenslur, var útgivin í 2019. Bókin Mín dagur í vøggustovu kostar 148,- og fæst í bókahandlum kring land­ ið. Mín dagur í Vøggustovu Mín dagur í Vøggustovu Eingin Bach í Kirkjubø Gott um hetta aftur verður vanlig sjón í Vágum Hetta er onnur bókin í røðini. Tann fyrra bókin Tann lítla bókin um STÓRAR kenslur, var útgivin í 2019