Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 84 14 TERJI NIELSEN MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN M ikudagin vóru vit í Skálafjarðar­tunli­ num á vitjan, og tað er einki at taka seg aftur í, at talan er um ein sera snoti­ligan tunnil, sum skjótt verður tikin í nýtslu. Ikki minst er stóra rundkoyringin mitt í tunlinum ógvuliga stórsligin, og hóast listarverkið hjá Tróndi Paturs­son ikki er komið upp enn, so er rundarkoyringin sjálv longu eitt listarverk. Eitt annað, sum man eisini legg­ur til merkis inni í tunlinum er, at hann er óvanliga turrur. Vegg­irnir eru púra turrir, og veg­ breytin er eisini turr. Tað er sannlíkt, at al­menn­ing­ ur­in sleppur at koyra gjøgnum Skála­fjarðartunnilin longu í hesum árinum. Royndarkoyra skipanir Tunnilin er nú so mikið liðugur, at tað næstan bara manglar at royndarkoyra ymiskar skipanir í tunlinum. - Vit arbeiða fram ímóti, at tunnilin letur upp áðrenn jól, men tað veldst sjálvandi um, hvussu tær ymisku roynd­ar­ koyr­ingarnar rigga. Alt skal spæla saman, um vit skulu kunna lata upp fyri jól, men tað arbeiða vit so fram ímóti, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlar. Hann sigur, at um alt riggar, sum tað skal, so verður latið upp fyri jól. - Asfalteringin inni í tunlinum verður liðug í dag ella í morgin, og í næstu viku verður liðugt as­ falterað í Rókini, sum er tað sein­ asta, sigur Teitur Samuelsen. Hann sigur, at royndarkoyring av ymiskum skipanum er farið í gongd, og so verður bara at vita, hvussu tað gongur. Gingið ótrúliga væl Teitur Samuelsen dylur ikki fyri, at tað hevur gingið ótrúliga væl við arbeiðnum, síðani fyrsta skotið var latið í februar mánaða í 2017. Í juni mánað í fjør var sein­ asta skotið latið av. Tað hevur gingið ótrúliga væl. Tað hava verið væl oman fyri 100 fólk, sum hava arbeitt í tunli­num í toymum, og vit hava eingi óhapp havt, sigur stjórin í Eystur- og Sandoyartunlunum. Hann sigur, at umframt at gera seinastu royndarkoyringarnar, so er ikki so nógv annað eftir, enn at rudda tunnilin fyri ym­ iskt, so hann tekur seg so væl út sum møguligt, tá latið verður upp.