Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-26, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2020síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 84 26 SORIN: VIT VÍSTU KAPPINGINI VIRÐING Vit vístu kappingini virðing og stríddust til tað seinasta. Tú ert ikki eitt rætt ítróttarfólk, um tú ikki stríðist til tað seinasta. Tað gjørdu vit í dag, segði Sorin Anghel, venjari hjá Skála, eftir dystin. TRÓNDUR ARGE – VIÐ LØKIN, RUNAVÍK S kála fær besta kjans­ in miðskeiðis í sein­na hálveiki. NSÍ hev­ur lagt meiri fyri í álops­ spælinum og flestu spælararnir eru inni á hálvuni hjá Skála, tá gestirnir fara í mótálop. Skálamenn eru í yvirtal, men tað gongur ikki at halda ferð­ ina í álopinum. Eftir tvær av­ leveringar endar bólturin hjá Aksel Danielsen. Tá er verjan komin upp á pláss og skotið uttanfyri brotsteigin er ikki gott. Skála fekk ein kjans at skaka NSÍ, men runavíkingar svara aftur við innskiftingini av Aron Knudsen, sum eitt korter fyri tíð skorar til 1-0. NSÍ vinnur uppiborið, men tað var steypadámur yvir dystin. Ongin Klæmint Hjá NSÍ eru Rógvi E. Nielsen og Betuel Hansen mitt á miðjuni, meðan 16 ára gamli Jørgin Niel­ sen er á høgra vongi. Petur Knud­sen er á vinstra vonginum, meðan Búi Egilsson er mitt fyri í álopinum. Bæði Klæmint A. Olsen og Jesper Christjansen sita uttanfyri, tá spælararnir renna inn á vøllin. -Teir hava báðir ein skaða í rygginum. Tað er ein møguleiki, at teir spæla í hálvfinaluni, men tað er so ringt at siga við rygg­skaðum. Tú fær ikki sett eitt dagfesting á nær teir spæla aftur, sigur Allan K. Jepsen, venjari hjá NSÍ. Hjá Skála kemur tað illa við, at Teitur R. Joensen má takka fyri seg í fyrra hálvleiki. Inn fyri hann kemur Halardur Højgaard. Skála­menn hava nakrar ungar enn við frá byrjan. Pætur Dam Jacob­sen er ikki blivin klárur og í hansara stað á miðjuni er 20 ára gamli Jákup Joensen. Djóni Petersen byrjar á vinstra bakki, meðan bæði Andreas E. Jacobsen og Jan I. Hansen sita yvir. Petur fær ikki hol á NSÍ er leikliga omaná frá byrj­an. Tað er ikki sannførandi og mun­urin er ikki stórur, men Skála er sjáldan v a n d a m i k i ð , meðan NSÍ k e m u r t i l nakrar stór­ar málmøguleikar. Teir størstu fær Petur Knudsen, men trígg jar ferðir kundi hann havt skorað, men inn vil bólt­urin ikki. Skálamenn hava annars úr at gera við at renna eftir Peturi Knudsen, sum hesa ferð spældi í vinstru. Hann hevur fyri tað mesta í ár spælt í álopinum sam­an við Klæminti A. Olsen. -Vit spæla við trimum í áopi­ num, tí tað kemur meiri trýst og fleiri møguleikar at spæla, tá vit eru í álopinum. Tað ger sjálvandi, at vit hava bara tveir á miðjuni og teir mugu arbeiðia hart. Tað skulu miðvallarar eisini kunna, sigur Allan K. Jepsen, ið letur væl at Rógva Egilstoft og Betuel Han­sen. NSÍ kemur til fleiri innlegg, men verjan hjá Skála ruddar væl vekk í fleiri førum. Gestirnir, sum skulu spæla í 1. deild kom­ andi kappingarár, koma í nakrar støður, men fáa ikki umsett tað til málmøguleikar. Til tað er verjan hjá NSÍ ov sterk. Ikki renna undan Peturi Tá málið kemur, er tað eftir eina góða dribbling frá Peturi Knud­ sen. Hann sleppur framvið mót­ støðumanninum og komin til baklinjuna í vinstru, so leggur hann bóltin fyri føturnar á inn­ skifta Aron Knudsen, sum við vinstra fóti sendi bóltin flatt í handara síðunet. Petur Knudsen má ikki sleppa at venda. Tú mást leggja trýst á beinanvegin, ella er hann vanda­mikil, sigur Sorin Anghel, sum annars er errin av sínum monn­um. Tað manglar tað seinasta í, men vit hava ikki pro­filar sum Pet­ur Knudsen á lið­num hjá okkum, sigur venj­arin hjá Skála. Seinastu løtuna roynir Skála at senda fleiri bóltar inn í brots­ teigin hjá NSÍ, men fyri uttan eitt langskot frá Poul Kalls­berg og eina roynd í yvir­tíðini frá innskifta Jóhan B. Johan­sen, so verður tað ongan­tíð vanda­ mikið. NSÍ hevur eina sterka verju, sum tolir at verða sett undir trýst. Allan er spentur Tað gekk skjótt, tá Allan K. Jep­ sen bleiv s e t t u r s u m venjari hjá NSÍ, eftir at G l e n n Ståhl fór frá. Hann er fegin um móttøkuna í Før­ oyum. -Tey einastu fólkini, sum eg havi møtt í Føroyum, ið ikki eru positiv eru tey, sum eru testaði fyri koronu. Eg síggja nakrar spæl­arar, sum eru sinnaðir at kempa og stríðast, men eisini læra. Eg havi stóra virðing fyri, at hesir spælararnir arbeiða fulla­tíð og síðani koma til venj­ing og geva seg alt tað teir eiga, sigur Allan K. Jepsen. NSÍ skal sunnudagin spæla móti HB í hálv­finaluni, sum verður í Klaksvík. Sorin: Nú er nokk snakkað Sorin Anghel hevur altíð nógv upp á hjartað, men eftir dyst­in í gjár helt venjarin hjá Skála fyri, at nú var nokk snakkað. -Eg havi snakkað nokk, nú fari eg at arbeiða hart í eitt ár, so kunnu vit tosast aftur, tá vit aftur eru í Betri deildini, sigur Sorin Anghel við einum brosi. Skála hevur longt við fleiri av lyklaspælarunum til komandi kapp­ingarár, men hetta kapp­ ingarárið er komið at enda. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Løgmanssteypið: Aron Knudsen bleiv avgerandi, tá hann kom á vøllin í seinna hálvleiki í grannauppgerðini í fjórðingsfinaluni millum NSÍ og Skála. Hann skoraði avgerandi málið eitt korter fyri tíð, eftir frálíkt upplegg frá stórabeiggja, Peturi Knudsen Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... NSÍ-Skála 1-0: KNUDSEN - KNUDSEN KNUDSEN - KNUDSEN