týsdagur 1. desember 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. desember 2020 · Nr. 85
Sosialurin
4
TÍÐINDI
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
'
Bilasølan
hevur
gingið
strúkandi seinastu árini,
og talið av nýggjum bilum
er støðugt vaksið. Tó so,
so var kurvan flatað eitt
sindur út, áðrenn koron
ukreppan rakti okkum á
grækarismessu í vár.
Higartil í ár er bilasløan
lakari enn sama tíðarskeið
í fjør. Talið stendur á -8,64
prosent, sum merkir, at tað
eru seld 255 færri nýggj ak
før ársins fyrstu 11 mánað
ir í mun til ársins fyrstu 11
mánaðir í fjør.
Tí frá januar til desem
ber í fjør vóru seld 2.953
akfør. Sama tíðarskeið í ár
eru seld 2.698 akfør.
Ein munur upp á 255
akfør. Tað vísa nýggjastu
hagtølini hjá Akstovuni,
sum hevur gjørt upp bila
innflutningin ársins fyrsu
11 mánaðir.
November mánaður
– ein góður mánaður
Men her er vert at leggja
til merkis, at í november
mánaði í fjør vóru seld
226 akfør – og í november
í ár eru seld 253 akfør.
Tað vil siga, at vit hava
keypt 27 fleiri nýggjar
bilar í ár, og tað merkir
eina framgongd upp á 12
prosent. Tað eru góð boð
fyri bilavinnuna, tó at
hon valla klárar at vinna
munin innaftur, sjálvt um
desember verður eins góð
ur, sum november.
Fáir el-bilar
Nú eru tilsamans 40.203
akfør skrásett í Føroyum.
Nógv tann størsti bólkur
in eru persónbliar, sum
eru 26.583 í tali. Næst
størsti bólkurin eru vøru
vognarnir, sum eru 4.536 í
tali. Triði størsti bólkurin
eru
viðfestisvognarnir,
sum eru 3.644 í tali.
Av persónbilunum eru
16.365 við bensinmotor.
Tað er 61,6 prosent. 9.936
hava dieselmortor, sum er
37,4 prosent. Men bara 282
hava el-motor, og tað er 1,1
prosent.
FÆRRI
BILAR MEN
FLEIRI Í
NOVEMBER
Uppgerðin hjá Akstovuni yvir skráseting av
nýggjum akførum ársins fyrstu 11 mánaðir
vísir, at 255 færri bilar eru seldir í ár. Men hon
vísir eisini, at bara í novembermánaði í ár
eru seldir 27 fleiri bilar, enn novembermánað
í fjør. Tað skuldi verið góð boð um bata hjá
bilasølunum
LOOKNORTH SØKIR EFTIR
TEKNIKARA/MASKINFÓLKI
Looknorth mennist sum framleiðsluvirki. Tað krevur fólk við
tekniskum førleikum og áhuga fyri framleiðslu.
VIT VILJA, AT TÚ:
• hevur góðan kunnleika til stýringar og el
• hugaliga røkir alla tekniska útgerð eisini mekaniskt víðlíkahald
• ert hugaður til at atbeiða við automatisering
• hevur jaligan hugburð, umframt sinnaður at starvast í einum
toymi, har øll eru viðkomandi fyri tann dagliga virkisraksturin
• hevur ábyrgd av, at amboð og tól, ið verða nýtt til framleiðsl-
una, altíð eru tøk og í góðum standi. Umframt, at allir vanligir
nýtslulutir, eykalutir o.a. eru á goymslu og tøkir
• setur reinhald og reinføri í hásæti, bæði tá ið talan er um
framleiðsluútgerð og økið uttanum
• hevur stóran áhuga í at menna tøkniliga førleikan á virkinum
• hevur rímiligan teldukunnleika bæði til vanligt teldubrúk
og til at forrita maskinur
• ert fúsur at læra um plasttilfar og plastframleiðslu
VIT ÍMYNDA OKKUM, AT TÚ:
• ert handverkari við drúgvum royndum, automatikkteknikari
ella maskinmeistari
Looknorth er plastframleiðari, sum áhaldandi mennir og framleiðir nýggjar vørur. Hetta ger, at vit
økja um tilgongdina og ymiskleikan í framleiðslutólunum. Looknorth framleiðir alt samdøgrið.
Framleiðslan umfatar EPS-vørur (Airpop ella Flamingo), harðplastvørur (sproytustoyping) og
termoformaðar vørur. Eisini skera vit skúmvørur. Framleiðslutól okkara eru so at siga øll teldustýrd.
TEL. 45 81 00 LOOKNORTH@LOOKNORTH.FO WWW.LOOKNORTH.FO
STARVSLÝSING
VIT KUNNU BJÓÐA:
• eitt stak spennandi og mennandi arbeiðs-
umhvørvi, har tú verður við til at menna
fyritøkuna tøkniliga frameftir
• løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag
• starvsbyrjan eftir neyvari avtalu
Vilt tú vita meira um starvið, er tú vælkomin at seta teg í
samband við Poul Hera Selfoss á phselfoss@looknorth.fo
ella á telefon 758113.
UMSÓKN
Umsókn til starvið verður send: phselfoss@looknorth.fo
Umsóknarfreistin er mikudagin 6. januar 2021.
BILAR Hóast tað hava sveimað svørt
skýggj yvir bilavinnuni undir koronu
kreppuni, so er støðan kortini ikki so
ring, sum onkur kanska hevði óttast
Síða 1/1 Tann 30.11.2020
HAGTØL
Nýggj akfør
Hagtøl um skráseting av NÝGGJUM akførum
fyri Jan-Nov 2020 og 2019
Útskriftin vísir, hvussu stór broyting er í talinum av skrásettum nýggjum akførum 2 fylgjandi ár.
Útskrift nr.: 1.1.02.1 Skrásett Nýggj akfør, Jan-mána
Akfaraslag
Nov
2020
Nov
2019
Broyting
Nov 20/19
Jan-Nov
2020
Jan-Nov
2019
Broyting
20/19
%broyting
20/19
Brandbilar
0
0
0
0
1
-1
-100.00 %
Bussar
0
0
0
29
4
25
625.00 %
Hýruvognar
1
0
1
21
21
0
0.00 %
Kampingbilar
0
0
0
6
7
-1
-14.29 %
Kampingvognar
0
0
0
13
12
1
8.33 %
Lastbilar
2
5
-3
15
33
-18
-54.55 %
Leguvognar
0
0
0
9
5
4
80.00 %
Lendisakfør
1
2
-1
15
19
-4
-21.05 %
Líkvognar
0
0
0
0
1
-1
-100.00 %
Motorsúkklur
0
0
0
3
3
0
0.00 %
Neyðsendarakfør
3
3
0
12
18
-6
-33.33 %
Persónbilar
163
141
22
1738
2100
-362
-17.24 %
Prutl
21
15
6
155
127
28
22.05 %
Smábussar
0
0
0
2
1
1
100.00 %
Tangabilar
0
0
0
0
2
-2
-100.00 %
Viðfestivognar
13
12
1
227
188
39
20.74 %
Vøruvognar
49
48
1
453
411
42
10.22 %
Samlað:
253
226
27
2698
2953
-255
-8.64 %