Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. desember 2020 · Nr. 85 Sosialurin 6 John Rajani er í løtuni á fyrstu ferðini til Ísraels sum sendiharri har Steinar Patursson Fyrsta uppgávan hjá John Rajani, sendimanni í Ís­rael, er at finna okkurt at búgva í í Tel Aviv. John Rajani tók við starv­ inum sum sendiharri í gjár, og tá Sosialurin hitti hann, sat hann í Kastrup ávegis til Tel Aviv. – Tað eru tey praktisku ting­ ini, sum eru á skránni. Ser­liga tað at fáa bústað upp á pláss, soleiðis at vit kunnu flyta hagar per­m­anent. Ætlanin er at flyta fyrstu viku í januar, sig­ur John Rajani, sum á hesi fyrstu ferðini sum sendi­harri í Ísrael skal vera burt­ur í eina viku. Við John Rajani er eis­ini Petur Petersen frá Uttanríkis- og ment­a­mála­ráð­num, sum varðar av høl­u­num hjá føroysku sendi­stov­unum kring heim­in. – Tað er tað mest prakt­iska. Tað er at finna okk­urt at búgva í, og so fara vit sjálvandi inn á sendi­stov­una at hyggja eftir um­støð­unum har, sigur John Rajani. Ætlanin var, at kona John Rajani skuldi vera við á ferðini, men tað gjørd­ist av ongum orsakað av kor­on­ustøðuni. – Vit eru nokk so av­mark­að av korona, og vit verða ikki so mobilir. Vit hava fingið eina dis­ pen­sa­tión, men vit eru av­mark­ aðir at halda okkum fyri okkum sjálvar. Vit fáa gjørt tað, sum vit skulu gera, men vit eru av­mark­ að­ir og kunnu ikki ferðast frítt. Eitt starvsfólk skal set­ast aftrat John Rajani á sendi­ stovuni, men tað er ikki greitt, hvaðani hetta starvs­fólkið kemur. – Tað verður í øllum før­ um eitt starvsfólk, ið verð­ur sett eftir lokalum treyt­um. Tað er ikki eitt út­sta­t­ionerað starvsfólk. Men tað eru eisini tílík ting, ið vit skulu tosa um og leggja til rættis, sigur John Rajani, sum á veg til Ís­raels. John Rajani og Petur Pet­ er­sen flugu víðari til Tel Aviv umvegis Frank­furt í gjárkvøldið. FYRSTA UPPGÁVAN VERÐUR AT FINNA EIN BÚSTAÐ 51 ára gamli John Rajani verður fyrstu sendimaður Føroyar í Ísrael. Hevur royndir sum føroysku sendimaður í Bretlandi og sum stjórnarritaðir á Løgmansskrivstovuni Hugnalig jólakonsert við Tórshavnar Kamarkóri Tá eitt kór í fleiri mánaðir hev­ur vant jólasangir, er jóla­hýr­urin so sanniliga til stað­ar, tá konsertirnar endi­liga koma á skrá. Tórshavnar Kamarkór, und­ir leiðslu av Bernhardi Wilk­in­son hevur bert ta einu jól­a­konsertina í ár, og hon verð­ur í Hátúni 10. de­s­ember klokkan 20. Um kagað verður í skránna, er, sum vanligt hjá kór­inum, nýtt og gott gamalt at finna. Jólasangir og sálm­ar, bæði úr Før­ oy­um og úr útlondum mynda konsertina. Summ­ ar útsetingar eru tær góðu gomlu, meðan aðr­ar eru meira nýggjar og spenna­ ndi. Nú korona hevur leikað í so leingi, so eru eisini aðr­ir sangir á skránni, sum kórið hevur vant farna vetur, men sum tey ikki hava fingið framført nakað serligt, so ein nýggj útseting frá Paula í Sand­ a­gerði, eitt nýmótans De­ peche Mode lag og onkur spir­i­tual hava eisini funn­ ið veg í skránna. Vegna korona verður á­hoyr­ar­atalið avmarkað, og neyðugt er at keypa atgongumerki á at­gong­u­ merki.fo Arbeiðið at útstykkja átta nýggj grundstykkir eyst­ an fyri Skald­a­veg í Mið­ vági er liðugt. Tað var 25. mai í ár at Eyðdis Hart­ mann Nicl­asen, borg­ar­ stjóri setti fyrsta spakan í og gró flagið av. Tað er Sp/f Deskon við Dán­ial Johansen ið hevur stað­ ið fyri arbeiðinum at gera grund­stykkini bygg­i­ búgvin og J&K Petersen hava verið und­i­rveitarar. Arbeiðið hevur ging­ ið væl og í gjár var á­stað­ ar­fundur og øk­ið varð hand­að kommununi. Tað nýggja við hesi útstykking er, at veg­urin, kantsteinar og lykt­a­pelar eru gjørd lið­ ug. Nógv orka er som­u­leiðs løgd í, at kloakk og spill­ vatns leiðingar eru gjørdar, at klárt er at fara undir at gera fleiri grund­stykkir. Útstykkingin á Heið­a­ trøðni er partur av størri út­stykk­in­g­ar­ætlan fyri økið og eru hesi tey fyrstu 8 av 50 grundstykkjum. Tað sum er serstakt við hes­um nýggja býlinginum er, at hann verð­ur bundin sam­an við gøtum og fríøki, og verður tryggur hjá børn­um at ferðast á og at spæla mill­um húsini. Tað er siðvenja, at veg­ ir­nir norð­uri á Heiðum hava nøvn eft­ir skøldum ætt­að úr Miðvági. Hend­ an nýggja gøtan fær navn­ið Gudmundargøta eftir skald­ið og próst Gudmund Bruun, fødd­ur í Jansagerði í Miðvági 18. aug­ust 1891. Dánial Johansen, Lutherus Meinhartsson, Tórhallur Johansen, Eyðdis Hartmann Niclasen, Sigtór A. Petersen og Jóhan Hendrik Ellefsen Uppkalla Gudmund Bruun