týsdagur 1. desember 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. desember 2020 · Nr. 85
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tað var í juni í 2019, at Fiskastykkið læt upp í ovasta
pakkhúsbygninginum Úti á Gjógv í Sandavági.
Umframt, at her er sera hugnaligt, rúmligt
og barnavinarligt, er eisini atkomandi hjá fólki í
koyristóli.
Á hugnaligu kafé’ini eru 65 sitipláss, og tískil eru
hølini eisini vælegnaði til bólkatiltøk.
Nú jólini nærkast, hevur verið skipað fyri
onkrari konsert, og her hava eisini verið tríggjar
jólaverkstovur.
Forvitnislig jólasøla
Tað merkist, at vit eru komin inn í desember, tí heilt
fram til 20. desember verður Fiskastykkið eisini
karmur um forvitnisliga jólasølu.
Í gamla pakkhúsbygninginum hava fleiri listafólk
- kend og minni kend - ymiskt, sum tey selja, og her
luttekur eisini Falkvard Kaffi við ymiskum sløgum
av hágóðsku kaffi.
Tað
var
Lina
Hanssen,
sum
stóð
fyri
jólaverkstovunum, og hon er við á jólasøluni við
jóladekoratiónum við mosa úr haganum, greinum
úr viðarlundini og tara úr bátahylinum - alt úr
Sandavági.
Tað eru ymiskir listahandverkarar, sum hava
lutir á jólasøluni á Fiskastykkinum, og her er mangt
og hvat, sum kann keypast til eina góða og øðrvísi
jólagávu.
Her er trælistamaðurin, Ole Jakob Nielsen
úr Leynum, sum eisini hevur prýtt kafé’ina við
sínum flottu trælampum, og her eru einfaldar og
handgjørdar smúkkur úr føroyskum seyðahorni,
sum Alia Gurli ger.
Leirlistakvinnan, Guðrið Poulsen, er við koppum,
skálum og øðrum úr leiri, og her er Minna Holler
Thomassen, sum ger viskustykki í ymiskum vøkrum
litum.
Ruth á Plógv selur heimagjørdar sápur, shampo,
varrakrem og rósukrem úr náttúrligum rávørum.
Øll vælkomin
Øll eru hjartaliga vælkomin á Fiskastykkið, og nú
jólini nærkast, og hetta merkir kafé’ina, fæst eisini
ymiskt, sum hoyrir jólunum til.
Meira
um
hugnaligu
kafé’ina
í
pakkhúsbygninginum Úti á Gjógv í Sandavági kann
lesast á fiskastykkid.fo - ella á Facebook-síðuni hjá
Fiskastykkinum.
Fiskastykkið í Sandavági hevur opið hvønn dag
í viku, undantikið mánadag og týsdag. Opið er frá
klokkan 10 til 18 frá mikudegi til og við leygardag, og
sunnudag er opið frá klokkan 12 til 18.
Ein øðrvísi jólasøla
á Fiskastykkinum
Tað eru listahandverkarar, sum hava ymiskt forvitnisligt á
jólasøluni, sum er á Fiskastykkinum í Sandavági fram til jólar