Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. desember 2020 · Nr. 85 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ Starvið Heilsumálaráðið søkir eftir einum dugnaligum løgfrøðingi fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi. Talan er um tíðaravmarkað fulltíðar starv. Starvið verður sett 1. januar 2021 ella skjótast gjørligt og eitt ár fram. Heilsumálaráðið er fyrisiting hjá landsstýrismanninum í heilsumálum. Ráðsuppgávurnar fevna um at ráðgeva landsstýrismanni og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi og at lýsa og avgreiða mál, ið hoyra stjórnarráðnum til. Førleikar Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv. Tú hevur áhuga fyri økinum, ið Heilsumálaráðið umsitur, og ynskir at arbeiða við at menna og dagføra økið. Eisini er tað ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi arbeiðsroyndir. Vit vænta, at tú umframt útbúgving frá hægri lærustovni • hevur áhuga og innlit í samfelagsviðurskifti, • ert skjót/skjótur at seta teg inn í nýggj fakøki, • dugir væl at skriva og samskifta á føroyskum og donskum máli, • dugir at virka í almennum og politiskum umhvørvi, • hevur góð samstarvsevni og ert arbeiðssom/samur, • hevur góð egni at arbeiða sjálvstøðugt og ert væl skipað/skipaður Arbeiðsuppgávur Sum fulltrúi kemur tú at arbeiða sjálvstøðugt. Høvuðsuppgávurnar verða løgfrøðilig ráðgeving, lógar- og kunngerðarsmíð, málsviðgerð, greining, gera hoyringssvar, svara fyrispurningum frá Løgtinginum og at tulka lógir og reglur. Harumframt at umboða stjórnarráðið í møguligum arbeiðsbólkum og samstarvsfora. Starvið er mennandi og við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum. Hóast starvið er sjálvstøðugt og ábyrgdin stór, so verða uppgávurnar eisini loystar í toymum og í samstarvi við aðrar starvsfelagar í ráðnum. Lønar- og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Setanin fevnir um Heilsumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð. Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til: Heilsumálaráðið Eirargarður 2 FO-100 Tórshavn ella umvegis teldupost á hmr@hmr.fo Umsóknarfreist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. desember 2020, kl. 12:00. Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Jan Simonsen, deildarstjóra, á tlf. 734041 ella umvegis teldupost til jan. simonsen@hmr.fo at fáa nærri upplýsingar um starvið. LØGFRØÐINGUR TIL HEILSUMÁLARÁÐIÐ AVLOYSARI FYRI STARVSFÓLK Í BARNSBURÐARFARLOYVI Heilsumálaráðið umsitur sjúkrahúsverkið, stovnar og fyriskipanir innan heilsuøkið, apoteksverkið, fyribyrgjandi heilsutiltøk, heilsugranskingarmál, ráð og nevndir innan heilsuøkið, rúsevnismisnýtslu, sinnissjúk, tilbúgving á heilsuøkinum og tubbaksmál, og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. HEVUR HEVUR TÚ TÚ EITT SETANARBRÆV? EITT SETANARBRÆV? - Visti tú, at tað sambært løgtingslóg nr. 20 frá 8. mai 2008 er eitt lógarkrav? - Visti tú, at limir í handverkarafeløgunum hava tað niðurfelt í sáttmála? - Visti tú, at fleiri eru komin keðiliga fyri, tí at tey ikki høvdu eitt setanarskriv? - Fyri at tryggja teg sjálvan eigur tú at krevja av tínum arbeiðsgevara, at hettar verður gjørt - NÚ! - Er tú í iva? Vend tær til eitt av handverkarafeløgunum og fá leiðbeining. fhf@fhf.fo lfh@handverk.fo