Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. desember 2020 · Nr. 85 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÁTTANDA STEYPAFINALAN HJÁ VÍKINGI Eftir kappingarárið 2008 løgdu GÍ og LÍF saman við Víking. Hesi tólv árini hevur liðið nú vunnið seg í átta steypafinalur. Av teimum sjey undanfarnu hevur felagið vunnið fimm. Hartil er tað blivið til tvey meistaraheiti. Tróndur Arge – Við Løkin, Runavík Tað er kalt og blikalognarstilli, tá Alex Troleis bríkslar fyri seinastu ferð í hálvfinaluni í Runavík. Ongantíð fyrr hevur verið spælt so seint út á árið. Tað er myrkt í veðrinum, men ljóskastarnir lýsa vøllin upp. Dámurin var romaraljósunum floymir yvir vøllin. Í øðrum endaum syngja við­haldsfólkini hjá Víkingi, at nú skulu øll, sum halda við Víkingi, hoppa. Tað er spælt í yvir átta minuttir av eykatíð og í hinum endanum av skýlinum merkist ráðaloysi. Eftir eitt hav av innleggum eydnast ikki árstalsfelagnum úr Gundadali at koma til vandamiklar mál­ møguleikar. Tá blást verður í floytuna fyri seinastu ferð, er Víkingur í steypafinaluni fyri áttandu ferð, síðani felagið spældi sítt fyrsta kappingarár í 2009. Fyri B36 merkir hetta eitt komandi kappingarár utt­ an eitt ævintýr í Evropa. B36 er endað á fjórða plássi í landskappingini, sum ikki gev­ur pláss í Europa League á hesum sinni. Til tað hevur før­ oyskur fótbóltur fingið fingið ov fá stig í evropesiskum dyst­ um og vit hava mist eitt pláss til kappingarárið 2021, men tað er ikki takkað verið B36. Teir hvítu og svørtu úr Gundadali hava upp í saman samlað stig til føroyska fótbólt, men standa eftir við lægsta trumfinum í Evropa-spælinum. Sjey ár upp í slag hevur summarferian hjá B36 verið merkt av fótbólti kring Evropa. Ungur maður inn á miðjuna Víkingur vann 1-0 á TB í fjórðingsfinlauni, eftir eitt bíligt brotsspark. Til hálv­ finaluna komu Atli Gregersen og Bogi Reinert Petersen inn aftur á liðið eftir leikbann. Mest óvæntað var kanska at 17 ára gamli Noah Mneney bleiv flutt­ur úr miðverjuni og fram á miðjuna. Fyri B36 var Magnus H. Jacobsen aftur á vøllinum, eftir at mðvallarin fekk beinleðis reytt kort í seinasta dystinum í landskappingini. Nýggi venj­ arin, Dan Brimsvík, helst eisini fast í unga vonginum Andrass Johansen. Umstríddar støður Tað er full ferð á spælinum frá byrjan og tað er hugvekjandi, tá hugsað verður um hvussu nógv stendur upp á spæl fyri hesi bæði feløgini. B36 kemur í eina avbera góða støðu, tá Andrass Johansen verður spældur leys­ ur í brotsteiginum, men ein hond hjá einum spælara hjá Víkingi órógvar bóltin. -Eg tími illa at tosa um dómarin, men vit kenna okkum temmi­liga snýttar fyrstu løtuna fyri eitt brotsspark, sigur Dan Brimsvík, venjari hjá B36. Brotsspark fær B36, tá 20 minuttir eru spælir. Ein spælari hjá B36 fær eitt skump í samband við langt innkast og fer umkoll, men talan er um eitt av teimum bíligu brots­ spørk­unum at fáa í einum slíkum dysti. -Vit halda at Alex Troleis ger ein feil, men teir kundu kanska havt fingið eitt brotsspark áðrenn, og vit fáa kanska eisini eitt bíligt brotsspark í fjórð­ ings­finaluni, so tað lata vit fara, sig­ur Atli Gregersen, liðskipari hjá Víkingi. Heilt avgerandi fyri gongd­ ina og úrslitið var tað, at B36 málverjin Símun Rógvi Hansen tíðliga í seinna hálvleiki sá reytt, og at B36 tí í 38 minuttir var undirmannað. -Dysturin blivur broyttur, tá Símun Rógvi kemur út og fær tað reya kortið. Tað ger for­treytirnar hjá okkum betri og vit fáa spælt. Eg haldi at vit hava fleiri støður, har vit skulu gera mál, men kanska eri eg litaður. Hetta var ein góður dystur við steypadámi. Hetta vóru tvey góð lið, sum bæði vildi í finaluna, sigur Atli Gregersen. Dan Brimsvík, venjari hjá B36, ásannar eisini at tað er tor­ført at spæla við einum í undir­tali. -Eg eri stoltur av dreingj­ un­um í dag. Teir stríðast og eg haldi vit skapa teir mál­ møgu­leikarnar, sum tú skal við einum í undirtali. Tað var bara ikki nokk í dag, sigur Dan Brims­vík. Tendraðir Víkingar Víkingarnir vóru meiri tendr­ aðir í góðveðrinum við Løkina, enn teir kanska hava verið nakrantíð fyrr í ár. Víkingarnir vóru meiri ágangandi, teir run­nu meiri, teir vunnu fleiri nær­dystir, og teir vóru vanda­ miklir, tá ið teir fóru í álop. Tað vóru fyrrverandi spælar­ar­nir hjá Skála, Jákup Johan­sen og Ari Olsen, sum skoraðu málini hjá Víkingi. Jákup Johansen við skoti av brots­teigarmarkinum, tá ið hann javnaði til 1-1 miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og Ari Olsen í seinna hálvleiki, tá ið Víkingur í eina løtu hevði pressað og tað mesta gekk fyri seg í brots­ teiginum hjá B36. Alex Mellem­ gaard legði B36 á odda við brotssparki tríggjar minuttir frammanundan, at NSÍ javnaði. Einki er vunnið enn 38 ára gamli liðskiparin hjá Vík­ingi stýrdi væl í verjuni, men hann er greiður yvir, at einki er vunnið enn, hóast Vík­ ingur hevur góð tøl í steypa­ finalunum. -Einki er vunnið enn. Tað er deildigt við hes­um áskoðar­ unum og stemn­ingi­num, sum teir skapa. Og so veit eg ikki hvat sker fyri veðrinum, men her var blikalogn. Um tú hygg­ ur eftir liðnum hjá okkum, so eru tað nógvir, ið ikki hav roynt hetta fyrr, so hetta er eitt upplivisli, ið vit koma at minn­ ast aftur á. Hygg bara eftir Noah Mneney og Geza David Turi. Hetta er stuttligt at vera partur av, sigur Atli Gregersen. Víkingur er fyri áttandu ferð í steypafinaluni. Av teimum sjey undanfaru finalunum hev­ur Víkingur vunnið fimm av teimum. Nógv er broytt hesi seinastu árini, men fleiri av lyklaspælarunum standa við, og teir ungu tykjast hava tik­ið við læru. trondur@sosialurin.fo. Løgmanssteypið: Eitt reytt kort í seinna hálvleiki bleiv avgerandi, tá Víkingur vann seg í finaluna um Løgmanssteypið fyri áttandu ferð upp á 12 ár. Stutt inn í seinna hálvleik fekk Símun Rógvi Hansen beinleiðis reytt kort, og løtu seinni avgjørdi Ari Olsen spennandu og hendingaríku hálvfinaluna Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Víkingur-B36 2-1: VÍKINGUR ER Í STEYPA­ VÍKINGUR ER Í STEYPA­ FINALUNI FINALUNI FYRI ÁTTANDU FYRI ÁTTANDU FERÐ UPP Á 12 ÁR FERÐ UPP Á 12 ÁR