Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. desember 2020 · Nr. 85 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – Við Djúpumýru, Klaksvík Tað er níggju minuttir eftir, tá Mathias Nygaard setur ferð móti baklinjuni í høgru. NSÍ hevur fingið spenning í hálvfinaluna, tá Klæmint A. Olsen minkar um munin eftir 65. minuttir. Í eina løtu megnar NSÍ at hótta og bjóða HB upp til dans, men tað stendur bara við eina løtu. HB hevur fingið tamarhald á dystinum afturm, tá danski ”Diesel-motorurin” á miðjuni kemur til baklinjuna og leggur bóltin flatt innfyri. Har kemur Daniel Johansen og við høgra beini fær hann prikað bóltin í málið til 3-1. Vespurnar missa flogið í kuldanum við Djúpumýru. HB hevur verið betri í størsta partinum av dystinum, og nú vendist ikki aftur. HB er favorittur at vinna Løgmanssteypið og harvið greipuna. Seinast eitt lið vann greipuna var EB/Streymur í 2008. Profilarnir eru við Undan dystinum var stóra ivamálið, um Klæmint A. Olsen og Jesper Christjansen vóru tøkir. Teir sótu yvir móti Skála, men taan var meira um spara, heldur enn av neyð. Báðir eru millum teir fyrstu ellivu, tá liðini ganga inn á vøllin. Hjá HB var stóri spurn­ing­ urin hvørja spælskipan Jens Berthel Askou fór at velja. Hann valdi tí minni váðafúsu 3-5-2 spælskipanina. Tað skuldi vísa seg at verða ein góð avgerð. HB greitt omaná Í lutfalsliga góðum fótbólts­lík­ indum tryggjað HB sær rættin at spæla finalu í kappingini um lLøgmanssteypið. Final­a­n verður seinnapartin leyg­ar­ dagin. Tá verður tað avgjørt, um HB skal vinna greipuna, ella um Víkingur skal vinna steypakappingina og tryggja sær atgongumerki at taka lut í Europa næsta summar. Talan verður um endurtøku av finalu­ni í fjør, tá ið HB vann 3-1 ímóti Víkingi. Um HB leygardagin fer at vinna steypakappingina og har­við greipuna, so vera tað bronsu­vinnararnir í KÍ, sum næsta summar fara at spæla í Europa. Hesa ferð var HB fyri tað mesta í meistarahýri. Serliga í fyrra hálvleiki var NSÍ sum fluga í fløsku. HB hevði fult og heilt tamarhald á spælinum, HB spælararnir vóru skjótari, vunnu nærdystirnar, fluttu seg meiri og vóru taktiskt sera vaknir og tilvitaðir. Í fyrra hálvleiki var HB fram­ manfyri 2-0. Daniel Johansen og Adrian Justinussen skoraðu málini. Tað fyrra var við eitt sindur av hepni, tí Daniel Johansen rakti ikki frísparkið so væl, sum hann ætlaði. Bólt­urin fór í mjadnahædd og millum báð­ar spæl­ar­ arnar í mann­ garð­num. Tíverri fyri NSÍ, so rakti bólturin annan og snýtti Tórð Thomsen í málinum. Seinna málið er eftir eitt áhaldandi trýst, har tað næstan er ein spurningurin um tíð, nær HB økir. Júst sum NSÍ sær út til at hava klárað skerini spælir Mathias Nygaard Adrian Justinssen leysan. Gøtu­ maðurin í HB leggur bóltin til rættis og skorar so hegnisliga. NSÍ roynir at svara aftur Eftir steðgin royndi NSÍ at vísa meiri tyngd í nærdystunum, men fyri tað mesta hevði HB tak á tí. So var tað, at Klæmint A. Olsen minkaði um munin. Tað var mest sum burtur úr ong­um, men tað kveikti av ál­vara spenning. Teir í NSÍ tevjaðu møguleikan, at tað skuldi bera til at javna, og NSÍ spenti álopsbogan. Tað eydnaðist ikki NSÍ at javna. Í staðin var tað HB, ið økti um munin til 3-1. Eyðsýndi Mathias Nygaard streyk ígjøg­ num í høgru, og tá ið hann legði bóltin út frá baklinjuni, var D a n i e l Johansen á rætta stað í røttu løtu og skoraði fyri aðru ferð, tá ið hann staðfesti sigurin. HB rakti rætt Tað var greiður munur á lið­ unum í Klaksvík. HB var greitt omaná leikliga og serliga vunnu teir bóltin skjótt aftur. Fleiri ferðir hevur HB havt trupult við at seta seg á dystin, tá teir spæla 3-5-2. Hesa ferð rigga spæl­skipanin væl. Í verjuni hevu­r Hørður Askham fult tamar­hald á Peturi Knudsen, Heri H. Mohr vinnur tvídystin á vongbakkinum móti Pæturi Skipanes, meðan Mikkel Dahl og Adrian Justinussen eru meira sjónligir í dag, enn flestu av hinum dystunum við tveim­ um áleyparum. NSÍ royndi seg við inn­ skifting av millum annað Búa Egilsson, men tað var sjón fyri søgn, at HB hevur ein breiða hóp. Inn komu Pætur Petersen, Mads B. Mikkelsen og Tróndur Jen­sen. HB fekk ein skelk á Dunga­ sandi, men kom livandi frá brots­sparkskappingini. Hesa ferð var ongin ivi og einki hepni. HB vísti meistafótbólt, sum ger teir til favorittar at vin­na greipuna í ár. trondur@sosialurin.fo Løgmanssteypið: HB vann sannførandi á NSÍ í Klaksvík. Tað var bara ein løta í seinna hálvleiki, har NSÍ spældi upp til sítt besta. Restina av dystinum vóru FM-vinnararnir úr HB sannførandi. Daniel Johansen skoraði tvey, og Adrian Justinussen eitt mál Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... NSÍ-HB 1-3: HB ER AFTUR Í FM- HB ER AFTUR Í FM- FORMI FORMI – NSÍ SPÆLDI – NSÍ SPÆLDI IKKI UPP TIL SÍTT BESTA IKKI UPP TIL SÍTT BESTA