Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-01, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 2020síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN DESEMBER 2020 10 Jól í Føroyum FIMM NÝGGIR JÓLAFILMAR Á NETFLIX Nú eru jólini av álvara ávegis, og til jólatíðina hoyra jólafilmar eisini. Netflix hevur fleiri nýggjar jólaligar filmar tøkar á stroymingartænastuni longu nú, og fleiri eru ávegis. Her eru nakrir teirra ANGELA’S CHRISTMAS WISH Angela’s Christmas Wish er ein blídlig animerað søga um eina miðvísa lítla gentu, sum hevur sett sær fyri, at hon skal sameina familjuna aftur áðrenn jólaaftan. Søgan er bygd á persónar, sum Pulitzer vinnandi rithøvundurin Frank McCourt hevur skapað. Hetta er ein kensluborin og stuttliga søga um týdningin av familju og samveru. THE CHRISTMAS CHRONICLES: PART TWO Tvey ár eru liðin, síðan filmurin the Christmas Chronicles kom út. Nú er tvey’arin her. Í fyrsta filminum fylgja vit systkinaparinum Kate (Darby Camp) og Teddy Pierce (Judah Lewis), meðan tey bjarga jólunum. Nú er nógv broytt. Kate er vorðin tannáringur, og hon heldur jól í Cancun í Meksiko saman við mammu síni, nýggja sjeiki hennara og soni hansara Jack (Jahzir Bruno). Tað er torført hjá Kate at góðtaka nýggju familjusamansetingina, og tí rýmir hon heimanífrá. Men knappliga verða Kate og Jack innblandað, tá ein gandakendur ótangi hóttir við at oyðileggja Norðpólin og gera ævigan enda á jólunum. Eitt gott ævintýr til alla familjuna. DOLLY PARTON’S CHRISTMAS ON THE SQUARE Regina Fuller er ein ótespilig og rík kvinna, sum kemur heim aftur til heimbý sín, eftir at pápi hennara er deyður. Endamálið er at blaka øll út, og selja landið til ein, sum byggir handilsmiðstøðir. Ætlanin er at gera hetta beint fyri jól. Men eftir at Regina hevur lurtað eftir søgum, sum tey lokalu siga henni, endurvunnið sambandið við ein, sum hon einaferð var góð við, umframt at hava tikið við vegleiðing frá einum eingli, byrjar hon so smátt at skifta hugsan. Ein søga um familju, kærleika og hvussu jólahýrurin kann hita tey OPERATION CHRISTMAS DROP Erica Miller vónar at flyta seg longur upp á stiganum á arbeiðsplássinum, og tí velur hon at lata jólini fara framvið og taka av møguleikanum at ferðast um Kyrrahavið í arbeiðsørindum. Tá hon lendir á basuni hjá flogherinum, møtir hon ferðaleiðara sínum, kapteyni Andrew Jantz, sum eisini væl veit, at Erika er komin har fyri at skerja fíggjarligan stuðul í virkseminum. Kapteynurin brennur fyri tí, ið kallast ”Operation: Christmas Drop”, sum er ein siðvenja, har gávur verða givnar til íbúgvarnar á fjarskotnu oyggjunum við fallskíggja. Hóast Erica og kapteynurin eru ósamd í tí mesta, kemur hon við á missiónina, og hon upplivir tá ein sterkan felagsskap. HOLIDATE Bæði Sloane (Emma Roberts) og Jackson (Luke Bracey) dáma illa jólatíðina, tí tað endar altíð við, at tey sita í sama stað: Nevniliga við barnaborðið, tí tey eru støk ella á onkrari kiksari date. Men tá tey bæði hittast, avgera tey, at tey skulu fara út saman, tá høgtíðirnar koma í nýggja árinum, so tey ikki eru einsamøll. Hvørgan teirra dámar høgtíðirnar, og tey hava ongan áhuga í hvørjum øðrum heldur. Eitt sokallað win-win. Lagt til rættis: Annika Kunoy Im annika@sosialurin.fo