týsdagur 1. desember 2020síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN DESEMBER 2020
12
Jól í Føroyum
STUTTLIG JÓLAFAKTA
Leitar tú eftir stuttligum jólafakta til jólaveitsluna ella sum samrøðuinnleiðing,
ella hevur tú hug at vita okkurt, sum kann fáa hini at flenna? Her eru
nøkur fakta at stuttleika tær við um jólini, sum tú kanska ikki kendi
•
Sangurin “We Wish You a Merry Christmas” var
upprunaliga sungin av tænarum, sum yngstu sær
rúsdrekka frá harrum sínum. “We won’t go until we
get some, so bring some out here / vit fara ikki, fyrr
enn vit fáa okkurt, so kom út her við onkrum”
•
Sangurin “White Christmas” hjá Bing Crosby er tann
jólasangurin, sum hevur selt best. Hann hevur selt um
50 milliónir eintøk kring allan heimin.
•
Fleiri nýta styttingina “X-Mas” ístaðin fyri at skriva Jól
ella Christmas á enskum. Styttingin verður nýtt, tí X er
fyrsti bókstavurin í navninum Jesus á grikskum
•
Bíblian vísir á fleiri vísir menn, sum vitjaðu
Jesusbarnið, sum lá í krubbuni. Men siðvenjan sigur,
at teir vísu menninir vóru tríggir í tali – óivað orsakað
av gávunum, ið givnar vórðu: gull, roykilsi og myrra.
•
Hetta við at hanga eina hosu upp á jolum sigst at vera
komið úr Hollandi, har siðvenjan var at fylla skógvar
við mati til asnan hjá Sankta Nikolas, sum Sankta
Nikolas síðani fylti við smáum gávum afturfyri.
•
Vikurnar fyri jól verða 28 Legosett seld hvørt sekund.
•
Góðar 37 milliónir krónur verða hvørt ár brúktar
upp á tað, sum amerikumenn kalla »ugly Christmas
sweaters« ella ljótar jólatroyggjur.
•
Ukrainskt
jólaprýði
fevnir
ofta
um
kunstigt
eiturkoppaspinn, tí í Ukraina verður hildið, at finnur
tú eiturkoppaspinn jólamorgun, gevur tað góða eydnu.
•
Latínska orðið »natalis«, sum merkir føðidagur er
upprunin handan orðið »noel«.
•
Teir tríggi litirnir, ið verða nýttir til jólaprýði hava
átrúnaðarligan týdning. Reytt fyri blóð Jesusar, grønt
fyri uppreisn hansara og gull fyri tignina sum kongur
konganna.
GLEÐILIG JÓL Á TÍGGJU YMISKUM MÁLUM
Hevur tú hug at læra teg at siga gleðilig jól við onkran, tú kennir á teirra móðurmáli. Ella
kanska bara læra teg at siga gleðilig jól á einum ella fleiri øðrum málum? Hygg niðanfyri,
tí her sært tú, hvussu tú kanst senda jólaligu heilsanina á tíggju ymiskum málum
Afrikaans: »Geseënde Kersfees« sum verður
tosað í Suðurafrika og Namibia
Arabiskt: »Eid Milad Majid« ( ,)ديجم داليم ديعsum
merkir veitsla fyri heiðurligari føðing
Mandarin: »Sheng Dan Kuai Le« (圣诞快乐), sum
verður tosað í Kina
Frankst: »Joyeux Noël«
Grønlendskt: »Juullimi Pilluarit«
Hindi: »Śubh krisamas« (शुभ क्रिसमस) ella
»prabhu ka naya din aapko mubarak ho«, sum
merkir til lukku Gud
Italienskt: »Buon Natale«
Tagalog: »Maligayang Pasko«, sum verður tosað
á Filipsoyggjunum
Tailendskt: »Suk sarn warn Christmas«
Spanskt: »Feliz Navidad« ella »Nochebuena«,
sum merkir heileiga nátt - jólanátt
Lagt til rættis: Annika Kunoy Im
annika@sosialurin.fo
Lagt til rættis: Annika Kunoy Im
annika@sosialurin.fo