týsdagur 28. desember 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 249 - 29. desember 2004
Hóast tað bæði verður sagt, at jólini eru til páskar, og at
gomlu føroysku jólini vóru til á trettandu, so sleppa vit
ikki undan, at í nýmótans samfelagnum eru jólini løgd
afturum. Nýggjárið stendur fyri framman, og so er dag-
liga trummurummið aftur á skránni. Tað hevur ljóðað
frá, at jólini hava verið friðarlig. At tað ikki hevur verið
soleiðis alla staðni, hevur verið sjón fyri søgn í miðl-
unum. Katatrofan í Bengalska flógvanum er so mikið
stór og álvarslig, at tað ber ikki til at siga frá tí. Og iva-
leyst er katastrofan komin okkara parti av heiminum
uppaftur nærri, nú tað vísti seg, at fleiri norðurlendingar
teljast millum teirra, sum hava latið lív.
Ofta hevur verið klikt niður á almennu Føroyar, at tær
eru so seinar á sjóvarfallinum og ikki lata við seg koma,
tá ið tað hevði havt verið upp á sítt pláss við ítøkiligari
hjálp at víst samkenslu. Hesa ferð vóru løgmaður og
landsstýrið tíðliga úti. Tað tænir teimum til miklan sóma.
Ein millión er ikki øll verðin, sigur onkur kanska. Tað er
satt, men tað setir føroyska viljan ikki so lítið í perspek-
tiv, tá ið vit leggja afturat, at Danmark hevur gjørt av at
veita tíggju milliónir. Tað hevði verið stór hjálp, um lut-
falsliga hjálpin úr øðrum londum, sum eru væl fyri,
hevði verið lutfalsliga eins stór, sum hon er hjá Dan-
mark og serliga hjá Føroyum. Tá ið politiski myndug-
leikin nú hevur tikið stig til neyðhjálpina, sum í hesum
førinum er alneyðug, leiðir tað hugsaninar aftur á,
hvussu tað stendur til við almenna politikkinum, tá ið
tað ræður um menningarhjálp.
Menningarhjálp og katastrofuhjálp eru hvør sítt, og tað
eigur ongantíð at verða soleiðis, at katastrofuhjálp verð-
ur fíggjað við, at tað verður skarvað av menningarhjálp-
ini. Menningarhjálp er miðvís hjálp, sum í føstum karm-
um verður veitt londum, sum eru illa fyri. Hvat og
hvussu og fyri hvussu nógv menningarhjálpin skal fevna
um, eigur tað helst at vera breið semja um, áðrenn tað
verður gjørt av, hvussu nógv skal setast av á
fíggjarlógini. Tá ið samgonguskjalið varð orðað eftir
løgtingsvalið fyri skjótt einum ári síðani, varð undir-
strikað, at nú skuldu almennu Føroyar orða ein menn-
ingarpolitikk. Ein partur av hesum politikkinum skuldi
verða, at málið hjá almennu Føroyum skuldi verða, at
brotparturin av fíggjarlógini, sum skal veitast í menn-
ingarhjálp, skal kvinkast tann vegin, at hann støðugt
verður nærri tí brotpartinum, sum ST heldur, at øll
heimsins lond eiga at veita í menningarhjálp.
Innihaldsligi parturin av menningarhjálpini eigur at
verða umrøddur gjølla. Hóast tað er ein veruleiki, at
Føroyar hava verið eftirbátur her, merkit tað ikki, at før-
oyingar ikki hava verið og eru áhugaðir í at hjálpa í fá-
tøku pørtunum av heiminum. Tað kemur til sjóndar á so
ymiskan hátt. Neyðhjálp Fólkakirkjunar, Reyði Krossur
og trúboðaraarbeiði, sum føroyingar gera og eru partar
av í Eystureuropa, í Afrika, Asia og Latínamerika og
hjálpararbeiði í uppaftur øðrum líki og tæna okkara
fólki til stóran heiður og sóma, og tað er ein nærliggj-
andi spurningur, um tey feløg og teir stovnar og tær
kirkjur og samkomur, sum brúka nógva tíð, orku og
pengar upp á hetta, og sum hjálpararbeiði heilt víst er
ein hjartasøk hjá, ikki eiga at verða hoyrd, tá menning-
arpolitikkurin verður viðgjørdur.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Neyðhjálp og
menningarhjálp
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Elsebeth Gunnleygs-
dóttur Hansen
Í samband við kommunu-
valið 2004 valdi eg at taka
evnið upp um Klaksvíkar
Sjúkrahús,nú sambandið til
fastlandið verður veruleiki.
Eg fór undir at kanna um
støðuna hjá Klaksvíkar
Sjúkrahúsi, og hvørja ávirk-
an tað hevur fyri onnur.
Tað kom fram undir
kanningini, at Klaksvíkar
Sjúkrahús er eitt sera
attraktivt stað fyri serlækn-
ar í ymiskum greinum,
bæði innan fyri bleytkiurgi
og beinkiurgi. Hettar kemst
av, at starvfólkið á Klaks-
víkar Sjúkrahúsi er sera
dugnaligt og hevur stórar
royndir at skifta ímillum
ymiskar sergreinar og er
opið fyri at nema sær
nýggja vitan. Tey eru
somuleiðis von við at ar-
beiða undir ymiskum
læknum, og ger hetta, at
serlæknarnir eru glaðir
fyri
at
arbeiða
á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Hesin
háttur,
sum
verður
brúktur
á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi, at
serlæknar koma henda-
vegin,
verður
eisini
brúktur fleiri aðrastaðni,
so sum Norður Norra og
Norður Svøríki. Á einum
lítlum sjúkrahúsi er tað
gjørligt at skipa arbeiðið
meiri effektivt. Møguleiki
er fyri at gera eitt kanning-
arumfar í einari skiftu, so
sjúklingur sleppur frá at
ferðast fleiri ferðir.
Tað kann eisini við-
merkjast, at Klaksvíkar
Sjúkrahús hevur veruliga
havt eydnuna við sær í
samband við »laminar air
flow systemið«, har bak-
teriutalið er serliga lágt.
Hetta viðførir so aftur, at
minni vandi er fyri infek-
tión eftir skurðviðgerð.
Av tí at eg síggi tað sum
týdningarmikið, at vit í
Føroyum vita um hettar,
seti eg hesar reglur í blaðið.
Klaksvíkar Sjúkrahús
– eitt attraktivt stað fyri serlæknar
Gissur Patursson
Framleiðslu &
Grammex-grunnurin
Peningurin verður jú í stór-
an mun afturborðin á klett-
arnar…
Vit mugu hava ein tón-
leikahugburð og ikki verða
so »hatafull« mótvegis tón-
leikinum og tí ið hoyrur
honum til… sjálvandi skulu
vit gjalda KODA!!!
Tað er mær ovboði enn
einaferð at frætta, at vinnu-
lívið IKKI heldur seg skula
gjalda fyri at hugna um
kundar sínar við tónleiki av
eini rás ella av einum
fløguspælara. Tað verði seg
á toll/lækna/hárfríðkanar-
hølum ella svimjihøll. Or-
søkin fyri at vit spæla tón-
leik er sera einføld: Tað er
fyri at vera meiri viðkom-
andi og at hava tað meiri
»hugnaligt« í hesum ávísu
umráðum. Men her eru vit
nakað fyri okkum sjálvi her
á klettunum. Sum eitt tað
einasta norðanlandið so sær
tað út fyri mær, at vit ikki
virða okkara og aðrar tón-
leikarar & tónasmiðir.
Ein og hvør, ið nýtir
tónleik, eigur at gjalda
fyri at avspæla slíkan í
ávísum hølum sambært
lóggávu
um
hetta
endamál t.d. KODA. Skal
ikki hesa ferð fara í dýpd-
ina við hesum, men
minna á, at hetta er stór
hjálp til sjálvhjálp, tí pen-
ingurin kemur aftur til
Føroyar tónleikavinnuni
at frama, og er sostatt
hjálp til sjálvhjálp. Og,
vænti eg, at um fá ár er
hetta ikki so lítið, ið vit
soleiðis fáa aftur – ella eiga
at fáa aftur, um loftmiðlar
okkara bera seg rætt at.
Um tú letur ein handil/
bilstøð/vinnuhølir upp í t.d.
Íslandi el. Svøríki/ Dan-
mark, ja so er ein av út-
reiðslunum, sum ein roknar
við umframt trygging/ el/
reingerð
o.a.
sjálvandi
KODA avgjald. Tað er ein
100% sjálvfylgja, og í hes-
um londum gjalda brúkar-
arnir sjálvandi eisini út-
varpsgjald. Og skal eg enn
einaferð harmast um vænt-
andi upplýsing og hugburð
á hesum økinum og heita á
øll støð um at nýta tónleik í
rætta høpinum okkum øllum
at frama. Ikki minst tónleik-
arunum/tónleikasmiðum.
Við tónlista-kvøðu og
ynski um eitt gott nýttár.
Vit mugu broyta hugburð
viðíkjandi KODA peningi