Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-01, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 2020síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN DESEMBER 2020 30 Jól í Føroyum Vilmund Jacobsen Jólatræið í Føroyum er ikki so ógvuliga gamalt. Hetta er ein siður, sum er komin úr Týsklandi. Robert Joensen skrivar í bókini “Høgtíðir og veitsluhald á vetri” soleiðis um jólatræið og jólamannin: - Tað er nýggjur siður í Føroyum at geva jólagávur og at byrja jólahaldið sjálvan jólaaftan. Siðurin tók seg upp um seinasta aldarskifti, men gjørdist ikki so vanligur fyrr enn eftir 1920-1930. Her er tað heimasíðan - www.snar.fo - sum endurgevur Robert Joensen og sagt verður víðari: - Um 1900 kann sigast, at jólatræið so smátt fann leiðina inn í føroysk heim, og at síggja jólatræ í so at siga hvørjum heimi var heldur ikki vanligt fyrr enn út ímóti 1940, sigur høvundurin. JÓLAMAÐUR OG JÓLANISSA Robert Joensen veit eisini at siga, at orðið “nissa” stavar frá Sankta Nicolas. - Á norðurlendskum málum varð Nicolas úttalað Niels, sum seinni varð nissa. Navnið varð so knýtt at “rudkallen” - vættrinum - sum eftir aldargamlari fólkatrúgv ansaði garðinum. Aftur fyri fekk vætturin greyt jólaaftan. Høvundurin vísir á, at seinni er orðið nissa knýtt at jólamanninum, sum sambært enskari og amerikanskari traditión klývur niður í skorsteinin við stórum gávusekki á baki. - Myndin av hesum barnavinarliga jólamanninum stavar fyrst og fremst frá nútímans reklamum. Summi vilja vera við, at serliga jólamaðurin á Coca Cola-reklamum frá 1920 hevur havt stórt árin á ímynd okkara av nútíðar jólamanninum, sigur Robert Joensen. “EG ERI JÓLAMAÐURIN” Rithøvundurin vísir á, at tann føroyska ímyndin av jólamanninum ikki er heilt lík tí amerikansku. - Í sanginum - Eg eri jólamaðurin - hjá Mariusi Jóhannesen er jólamaðurin “í koti og svørtum knæbuksum”. Teir føroysku jólamennirnir (teir eru oftast fleiri) búgva í fjøllunum, næstan sum huldufólk. Hetta sæst eisini aftur í fyrrnevnda sangi hjá Mariusi Jóhannesen, har hann sigur um jólamannin, at “...eg búgvi í hulduheyggi”, verður sagt á www.snar.fo. JÓLAMENNINIR BÚGVA NÆSTAN SUM HULDUFÓLK Føroyska ímyndin av jólamanninum ikki er heilt lík tí amerikansku, tí teir føroysku vóru “í koti og svørtum knæbuksum”, og føroysku jólamenninir búðu í fjøllunum, næstan sum huldufólk Jólatræið fann so smátt leiðina inn í føroysk heim um ár 1900, men tað var ikki fyrr enn út móti 1940, at jólatræið gjørdist meira vanligt í føroyskum heimum Sambært Roberti Joensen, sála, stavar myndin av barnavinarliga jólamanninum helst frá nútímans reklamum. Jólamaðurin á myndini býr við Gróthúsvatn á Sandi