Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. desember 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 249 - 29. desember 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. varð byrjað beint eftir kríggið, uppat. Men hóast hesa stóru sølu av skipum, stóð virkið ikki eftir við ongum. Beint eftir kríggið komu fleiri 30- tons bátar til bygdina, og onkrar av hesum átti Nicla- sen upprunaliga, meðan teir uppkeyptu aðrar so við og við. Av hesum bátunum kunnu nevnast »Akranes«, »Broddur« og »Royndin«. Hetta var so mikið trygt rávørugrundarlag, at Nicla- sen í 1954 settu á stovn eitt flakavirkið. Hetta var fyrsta flakavirkið í landinum. Dánjal var stjóri, men virkisleiðarin fyrstu fýra ár- ini var Brynjálvur Morten- sen, langabbasonur gamla Jóhan Mortensen, sum stovnaði Mortensenshandil- in á Tvøroyri. So á ein hátt rann saman aftur. Flakavirkið arbeiddi mest hýsu, ið varð skorin til flak, pakkað í pundspakkar, fryst og seld av landinum. Tosk- urin varð tá eins og nú, allur saltaður. Tað gav besta prísin. Sama mynstur av fiskaframleiðslu, sum vit í Føroyum enn hava. Sildin var eisini ein stór- ur partur av virkseminum, har sildin var umsaltað í tunnur á landi. Hetta helt fram til sildin hvarv. Flogfar varð keypt Øll hesi árini var eisini handlað við tí sum upp- runaliga var byrjað við, nevniliga matvøru, byggi- tilfari og øðrum vanligum brúksvørum. Men hetta nøktaði ikki virkisfýsni hjá táverandi stjóra felagsins, Dánjal Niclasen, sum eisini á øðrum økjum gjørdi um seg. Millum átøk hansara kann nevnast stovnanin av Føroya Fiskasølu í 1948, sum tá gav eina munandi hækking av útflutnings- virðinum. Dánjal var eisini eitt skifti stjóri á Føroya Fiskasølu. Tó var kanska mest um- rødda royndin at seta á stovn fyrsta flogsambandi millum Føroyar og Keyp- mannhavn. Føroya Flog- felag var stovnað í 1946. Til hesa roynd var flog- farið »Erla Kongsdóttir« keypt. Men royndin skuldi tó ikki vísa seg at gerast serliga væl eydnað. Tað skuldi nevniliga ikki eydn- ast flogfarinum at gera ein einasta túr millum londini. Flogfarið var eitt kombi- nerað vatn- og landflogfar. Stutt eftir at flogfarið var komið til landið, vóru teir farnir oman á Sørvágsvatn at vaska farið. Niðan aftur komnir, skuldi teir seta flogfarið tvørtfyri á breyt- ini. Úrslitið var, at flogfarið fór útav breytini og oman móti vatninum. Flogfarið fór rættuliga illa, og avgjørt var tí at senda tað niður til Dan- markar til umvælingar. Men fyri at gera ilt verri, so misti farmaskipið flogfarið fyri borð, og burtur var tað. Nú vísti hetta seg ikki at fáa ta stóru ávirkanina á ætlanina, tí eftir bert trim- um túrum við einum leig- aðum Catalina flogfari, fekk SAS gjøgnum danskar mynduleikar steðga flúgv- ingini. Ikki var møguligt at fáa neyðugu loyvini. Tað gingu eisini rættiliga nógv ár, áðrenn føroyingar fingu loyvi frá donsku myndug- leikunum at flúgva. 70-ini vóru trupul Í 1971 varð Dánjal’sa lív- neisti at enda komin, og var tað Niclas Niclasen, ið tá tók við starvinum sum stjóri í fyritøkuni. 60-ini og 70-ini vóru sera trupul í fiskivinnuni, og tað merktist eisini fíggjarliga í fyritøkuni. Niclas, sum var leiðari á øllum Sjóvinnu- bankadeildunum í Vágum, valdi at fara at leiða fyri- tøkuna, hóast hon fleyt tung í sjónum og virksemið var minkandi. Niclas hevði stórt hug- flog og góðan vilja. Sildin var horvin undir Føroyum, so hann leigaði føroysk skip at sigla til Skotlands at keypa sild, sum bleiv pakk- að umaftur í Føroyum. Hann royndi eisini at seta livandi hummara út á Sør- vágsfirði, hummara hann fekk úr Kirkwall. Hóast royndin ikki eydnaðist sum ætlað, er enn hummari á fjørðinum. Í sjeytiárinum vantaði rá- vøra til virkið, og var tí 1977 aftur ein roynd gjørd við størri skipi. Tá var »Vesturleiki« bygdur. Hann var eitt av teimum 9 polskt bygdu línuskipunum, ið tá komu til landið. Heilt fram til 1979 rak Niclasen flakavirki. Í eini bjargingarætlan valdi Niclas at fara burtur úr fiskivinn- uni og halda seg til upp- runaliga virksemi, nevni- liga handil. Eftir tað kom landskassin inn við studningi til fiski- vinnuna. Øll tann føroyska fiskivinnan var í svárum trupulleikum. Tá keypti kommunan virkið, og trý ár seinni varð tað selt privatum. Sam- stundis varð eisini »Vestur- leiki« seldur til Jósup Hen- riksen og aðrar í Sørvági, ið umbygdu hann til trol. Matvøruhandilin var eis- ini sleptur seinast í 70- unum, tá Norðstovuhandil- in var seldur. Handilsvirk- semið var ikki mitt í bygd- ini meira, men helt til á bryggjuni, har timburhandil og byggikramhandilin hildu fram. Virksemið var minkað og truplu tíðirnar høvdu sett síni spor. Tá kreppen fyrst í 90-árinum kom, var neyð- ugt at endurreisa fyritøk- una. Teir tríggir synirnir hjá Niclasi reistu peningin við einum triðingi til hvønn. Hesir tríggir hava búsett seg í hvør sínum heraðs- horni í heiminum. Tann elsti, Edward Niclasen, er vinnulívsmaður í Grøn- landi, næsti, Dánjal Nicla- sen, er rækjuskipari í Kana- da, meðan tann yngsti, Jørgen Niclasen, var einasti eftir í Sørvági, og hann var settur stjóri í fyritøkuni. Teir tríggir stovnsettu eis- ini saltfiskavirkið Tomba. Umframt framleiðslu, land- aði og pakkaði felagið eis- ini saltfisk frá nógv um- røddu Loynikrókabátunum. Framleiðslan helt fram til 1998, tá valt var at steðga og leggja feløgini saman. Í 90-unum keypti felagið eina kaffistovu úti á Bakka í Sørvági og bygdi hana um til bensinstøð. Umframt brennievni, fæst eisini har góðgæti, grillvørur og mat- vørur. Á ein hátt aftur á slóðina. Eins og byrjanin fyri 140 árum síðan, er tað handil, sum fyrtøkan fæst við í dag. Umframt besinstøð, hevur fyritøkan timbur- handil á bryggjuni og eisini handil við byggivørum, amboðum, máling, búnýt- um o.ø. Líkt einum føðingardegi, er tað fýrverk, ið serliga verður selt 140 ára dagin. Norðstovuhandilin, sum hann upprunaliga sá út Fyrsta ferðafólk, sum steig úr flogfarinum í Føroyum, tá Scottish Aviation royndi rutuflúgving millum Føroyar og fastlandið. Dánjal Niclasen tekur ímóti.