Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2020 SOSIALURIN 86 20 TAÐ BLEIV IKKI SEINASTA FINALAN Í upptaktini til steypafinaluna í fjør, tá Víkingur og HB eisini møttust, visti Atli Gregersen ikki um hetta mundi verða seinasta finalan hjá honum. Víkingur tapti 3-1, men nú fær 38 ára gamli miðverjin eina steypafinalu afturat. So er spurningurin um hetta verður tann seinasta. Vit vænta tó, at fyrrverandi liðskiparin á landsliðnum tekur eitt ár afturat. TRÓNDUR ARGE T að eru tvey feløg við stoltari steypasøgu, sum bresta sam­an á Tórsvølli leyg­ar­dagin. HB hevur vunnið steypa­ kapp­i­ngina 27 ferðir, meðan Vík­ingur er í finaluni fyri átt­ andu ferð upp á tólv ár. Tað er blivið til fimm steypasigrar, síðani leirvíkingar og gøtufólk samdust um at spæla saman til kapp­ingarárið 2009. Tey møttust eisini í finaluni í fjør, men tað bleiv ongantíð ordliga spennandi. Til tað var HB ov sterkt, meðan Víkingur er í eisini skiftistíð. HB er aftur favorittur og hevur verið sann­ førandi í landskappingini, men Víkingur vísti seg seg fram í hálvfinaluni. Tað hevði ikki verið fyrstu ferð, at Víkingur hevði vaknað til júst rætta dystin. 1.100 atgongumerki Tað verða 1.100 áskoðarar á Tórs­ vølli, tá Jóhan Hendrik Ellefsen bríkslar steypafinaluna í gongd leygardagin klokkan 16. Hetta er væl færri enn tey, sum kundu hugsað sær at verið á staðnum, men koronafarsóttin ger, at tað verður ikki pláss fyri fleiri. – Eg ivist onga løtu í, at um um­støðurnar vóru sum vanligt, so var fullsett til finaluna. Men vit mugu rættað okkum eftir myndugleikunum og teirra koronatilmælum, og tí sleppa bara eini 1100 áskoðarar á Tórs­ vøll leygardagin, sigur Virg­ar Hvid­bro, aðalskrivari í Fót­bólts­ sam­bandi Føroya. Millum avbjóðingarnar eru vesi-umstøðurnar, sum ger at fleiri fólk ikki kunnu savnast til finalu­na um Løgmanssteypið. Øll atgongumerkini blivu út­ seld upp á stutta tíð, tá at­gongu­ merkja­sølan lat upp týskvøldið klokkan 18. Lagt er upp til at HB-fjeppar­ ar sita í bólkunum 101, 102, 103 og 104, sum er nærmast svimji­høll­ ini, og at Víkinga-fjepparar halda til í bólkunum 105, 106, 107 og 108. Síðan er ætlanin at uttanveltaðir áskoðarar sita í bólkunum 109, 110, 111, 112 og í bólki 113, boðar Fótbóltssambandið frá. Errin og eyðmjúkur dómari Tað verður Jóhan Hendrik Ellefsen úr Miðvági, ið skal døma. Aftur­at sær á síðulinjunum fer hann at hava Andrew Christian­ sen og Jan Andersen, meðan Rúni Gaardbo verður 4. dómari. Dómara­eygleiðari verður Jón Kári í Brekkuni. - Hetta er størsti dysturin á árinum, so einki at ivast í, at eg eri spentur til uppgávuna, men samstundis eri eg eisini eyð­ mjúkur um møguleikan, sigur Jóhan Hendrik Ellefsen við heima­síðuna hjá FSF. Jóhan Hendrik Ellefsen hevur dømt 20 dystir í ár, teir flestu í Bestri deildini hjá monnum. Hann hevur givið 106 gul kort og tvey reyð kort. Faroesoccer. com fortelur okkum eisini, at hann hevur givið 12 brotsspørk í teimum dystunum. Miðvingurin hevur síðani 2018 verður millum fremstu dómar­ar­nar í landinum. Víkingur meiri sannførandi fyri hvørt umfar Vegurin til steypafinaluna hjá Víkingi byrjaði á Toftum. 1. umfar í kappingini um Løg­mans­steypið bleiv spælt 8. juli. Á Toftum vóru um fimm hundr­að áskoðarar, tá Víkingur kom á vitjan. Víkingur vann 2-0 við málum frá Finni Justinussen og Inga Jonhardssyni. Víkingur kom á odda eftir ein hálvan tíma, og sigurin bleiv staðfestur, tá ein tími verð spældur. Síðani fór eitt venjaraskiftið fram í Víkingi, og nýggjur venj­ ari til fjórðingsfinalurnar er Jóhan Petur Poulsen. Tað er ikki sannførandi, tá Víkingur vinn­ ur 1-0 á TB í Sarpugerði í myrkr­ inum mikukvøldið fyri eini viku síðan. Tað er rárasta hending, at TB er í brotsteiginum hjá Vík­ingi, men dudurskotið hjá Dán­jali Godtfred, sum brestur í tvør­ træðið, er helst størsti mál­ møgu­leikin, áðrenn Víkingur fær umstrítt brotsspark. Jákup Johan­sen fer heldur lættliga um­koll. Tvøramenn mótmæla, men tað endar við at Sølvi Vatnhamar skorar trygt. Hálvfinalan er í móti B36 í Runa­vík. Nú eru Atli Gregersen og Bogi Reinert Petersen við eftir leikbann. B36 kemur á odda, men víkingarnir eru stríðs­sinnaðir, orkuríkir og sannførandi í sínum spæli. Vælspælandi Jákup Johansen javnar stutt eftir at B36 hevur lagt seg á odda – eftir heldur lætt vunn­ið brotsspark. Í seinna hálvleiki fær mál­ verjin hjá B36 reytt kort, tá hann brúkar hendurnar uttanfyri brots­teigarmarkið. Víkingur setur seg á dystin og løtu seinni skorar Ari Olsen til 2-1. Víkingur vinn­ur rímiliga sannførandi 2-1. Teir ungu spælararnir vísa seg fram, og veðrið spældi avgjørt við. -Einki er vunnið enn. Tað er deildigt við hesum áskoðarunum og stemninginum, sum teir skapa. Og so veit eg ikki hvat sker fyri veðrinum, men her var blikalogn. Um tú hyggur eftir liðnum hjá okkum, so eru tað nógvir, ið ikki hav roynt hetta fyrr, so hetta er eitt upplivisli, ið vit koma at minnast aftur á. Hygg bara eftir Noah Mneney og Geza David Turi. Hetta er stuttligt at vera partur av, segði Atli Gregersen eftir dystin. HB um reppið at rúka tvær ferðir Tað hevur verið ein spennandi og rokaligur vegur til finaluna fyri HB. Í fyrsta umfari spældi Bæði HB og Víkingur hava eina stolta steypasøgu, men tað er ongin ivi um, at HB er favorittur. Tað vóru teir eisini í fjør, tá liðini eisini møttust í finaluni. Tá vann HB 3-1, men Víkingur hevur bitið frá sær í hálvfinaluni í ár Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Finalan um Løgmanssteypið: TVEY KEND TVEY KEND STEYPA­LIÐ STEYPA­LIÐ MØTAST Í FINALUNI MØTAST Í FINALUNI