hósdagur 3. desember 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 86
22
JÓANNES HANSEN/TRÓNDUR ARGE
T
að eru tvey sigursvand
feløg í føroysku steypa
kappingini, sum bresta
saman leygarkvøldið.
Steypakappingin hevur verið
partur av fótbóltsárinum síðani
1955. Finala hevur verið á hvørjum
ári við einum undantakið.
Undantakið var í 1970, tá ið
HB og KÍ kvalifiseraðu seg í
finaluna, sum ongantíð varð
spæld. HB hevur vunnið steypa
kappingina nógv oftari enn
nakað annað felag. HB hevur
vunnið finaluna 27 ferðir.
LÍF og GÍ blíva til Víkingur
Leirvíkingar og gøtumenn
samdust í 2008 um at ganga
saman um nýtt fótbóltsfelag,
sum teir góvu navnið Víkingur.
Frammanundan spældu leir
víkingar í LÍF og gøtumenn í GÍ.
LÍF spældi seg einaferð í steypa
finaluna. Tað var í 1986 ímóti
NSÍ, sum vann 3-1.
GÍ luttók í níggju finalum.
Seks ferðir var GÍ steypavinnari
– í 1983, 1985, 1996, 1997, 2000 og
2005. Tríggjar ferðir dystaðust
HB og GÍ í steypafinaluni. Tað
var í 1984, 1996 og 2000. HB
vann ta fyrstu 2-0, og GÍ vann
1996 finaluna 5-3 eftir longda
leiktíð. Tá ið vanliga leiktíðin
var farin, var støðan 2-2. Henda
finalan man vera ein av teimum
minnistríkastu av øllum. Í 2000
vann GÍ 1-0.
HB er søguliga steypaliðið
Tá ið Víkingur í 2008 luttók í
fyrstu steypakappingini, hevði
HB longu vunnið steypakapp
ingina 26 ferðir. HB var harvið í
miðal steypavinnari annaðhvørt
ár frá 1955 og fram til 2007. Tá
var HB steypaliðið frammanfyri
øll onnur. HB vann í 2004 finalu
na ímóti NSÍ. Síðani tá hevur HB
bara eina ferð vunnið steypa
kappingina, og tað var í fjør.
Undan tí var tað 15 ár síðani, at
HB vann steypafinaluna.
Síðani 2004 hevur HB tapt
tríggjar steypafinalur – í 2007
ímóti EB/Streymi, í 2014 ímóti
Víkingi og í 2018 ímóti B36.
Víkingur hevur síðani stovn
anina í 2008 vunnið steypa
kappinga fimm ferðir. Fyrsti
finalusigurin var í 2009. Síðani
hevur Víkingur verið steypa
vinnari í 2012, 2013, 2014 og 2015.
Víkingur hevur harvið í miðal
verið steypavinnari næstan
annaðhvørt ár frá 2009 og fram
til í ár.
HB og Víkingur
fyri aðru ferð
Fyrstu ferð, at HB og Víkingur
dystaðust í steypafinaluni, var
í 2014. 30. august í 2014 vann
Víkingur 1-0 ímóti HB. Mál
skjúttin var Hallur Hansson,
sum vaks upp í HB, og sum eitt
skifti spældi við Víkingi, áðrenn
hann aftur fór av landinum at
royna fótbóltseydnuna, og sum
nú er liðformaður í AC Horsens
í superliguni, og á landsliðnum.
Fimm spælarar, sum higartil í
ár hava verið á HB liðnum, vóru
á spælaralistanum í finaluni fyri
fimm árum síðani. Teir eru Teit
ur Matras Gestsson, Jógvan Rói
Davidsen og René S. Joensen,
sum vóru á vøllinum alla tíðina og
Bartal Wardum og Tróndur Jen
sen, sum sótu á beinkinum. Hartil
er Heðin Hansen komin yvirum.
Hann var á liðnum hjá Víkingi.
Fimm spælarar, sum higartil
í ár hava verið á liðnum hjá
Víkingi, vóru á spælaralistanum
fyri fimm árum síðani. Teir eru
Atli Gregersen og Sølvi Vatn
hamar, sum vóru millum teir
fyrstu ellivu í finaluni, Andreas
Lava Olsen, sum bleiv skiftur
inn, og Elias Fagrá og Gunnar
Vatnhamar, sum sótu á beinki
num.
Tá ið HB og Víkingur fyri
fimm árum síðani hittust, var
Sigfríður S. Clementsen venjari
hjá Víkingi, og Heðin Askham
var venjari hjá HB.
Í fjør vóru liðini aftur í
finaluni. Hesa ferð vann HB
greiðan 3-1 sigur í mjørkanum
á Tórsvølli. Fyrsta málið var
umstrítt, tí málverjin var ikki
komin upp á pláss, tá Adrian
Justinussen sendi fríspark í
málið.
Løtu seinni skoraði Símun
Samuelsen, sum ongantíð
hevði vunnið Løgmanssteypið
áðrenn, til 2-0. Andreas Lava
Olsen minkaði um munin, men
løtu seinni staðfesti Sebastian
Pingel sigurin fyri HB.
Hetta var annað gullið hjá
HB við Heimir Guðjónsson sum
venjara. Tað fyrr var FM við
metnógv stigum í 2018, og tað
seinna var fyrsta steypagullið
í 15 ár.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Serfrøðingarnir siga sína hugsan
Undan steypafinaluni leygardagin millum Víking og HB, hava vit spurt tríggjar
fótbóltsserfrøðingar hvat teir vænta av finaluni. Vit hava tosað við Hanus
Jacobsen, sum hevur spælt óteljandi dystir fyri Víking á vinstra bakki, um Víking.
Vit hava eisini tosað við Rasmus Nolsøe, sum undanfarnu trý árini hevur verið
hjálparvenjari hjá HB. Hann hevur eisini spælt við HB fyrr í hesini øldini. Hann
gevur okkum eina greining av HB. Til seinast skulu vit hava eina greining frá
Teiti Joensen, viðmerkjara hjá FM1. Her eru teirra greiningar av steypafinaluni.
HANUS JACOBSEN:
Hvat er størsta styrkin hjá Víkingi:
Størsta styrkin hjá Víkingi er uttan iva stríðsviljin.
Stríðsviljin liggur onkursvegna í DNA’num hjá Víkingi.
Hetta er ofta komið til sjóndar, tá nógv hevur staðið
uppá spæl - serliga í steypakappingini, har alt skal
avgerast í einum dysti.
Hetta kom eisini týðiliga til sjóndar í hálvfinaluni
ímóti B36, har eisini teir ungu spælararnir, sum í ár
hava tikið við, eisini tykjast hava fingið viljan inn í
beinið.
Um vit taka leikligu styrkina hjá Víkingi, so kann
sigast, at - í mun til umdanfarin ár, har liðið hevur
verið serliga sterkt í deyðbóltstøðum - so hevur liðið
í ár víst serligar dygdir í skjótum umstillingum og í
snarálopum.
Hvat er veikleikin hjá Víkingi:
Ein veikleiki hjá Víkingi í ár meti eg vera, at við tað at
ein lutfalsliga stór útskifting hevur verið á liðnum,
so er tað náttúligt, at tað koma ávísar misskiljingar
millum spælarar ígjøgnum ein dyst. Men liðið tykist
tó hava ment seg nógv ígjøgnum árið í ár.
Hvør er týdningarmiklasti spælarin
hjá Víkingi til finaluna:
Um Víkingur skal fáa eitt gott úrslit, so mugu allir
spælarar avrika væl. Tí er trupult, at taka einstakar
spælarar burturúr. Men allur statistikkur í ár sigur, at
Sølvi Vatnhamar er ein sera týðandi spælari, serliga í
tí framrættaða spælinum.
Men ein spælari, sum kann vera rættiliga avgerandi
fyri, at Víkingur fær eitt gott úrslit í finaluni er
verjuskansin Gunnar Vatnhamar. Eins og í fleiri
dystum, so vísti hann seg í serflokki í hálvfinaluni
ímóti B36.
Hvør er títt boð upp á ein, sum
steypa”jokara” hjá Víkingur:
Tað kundi verið onkur av teimum ungu spælarunum.
Eitt nú Arnbjørn Svensson ella Geza D. Turi. Tó tikist
ein spælari at hava onkur fjald evnir, sum hann hevur
víst okkurt glimt av í onkrum dysti, og tað er Noah
Mneney.
Hvat tippar tú:
Hetta er kanska eitt sindur litað, men eg tippi 1-1, og
at Víkingur vinnur brotsparkskappingina
Hvussu hevði tú sett liðið til finaluna:
Elias
Ari
Atli
Gunnar
Bergur
Bogi
Noah
Arnbjørn
Sølvi
Jákup
Finnur
HB hevur bara vunnið eina steypafinalu, síðani Víkingur
fyri 12 árum síðani bleiv stovnað. Hesi árini hevur
Víkingur vunnið fimm steypagull, men tað er HB, sum
er verandi steypavinnari, FM-vinnari og favorittur
Løgmanssteypið 2020:
TVEY
TVEY SIGURSVAND FELØG
SIGURSVAND FELØG
Í FINALUNI
Í FINALUNI