hósdagur 3. desember 2020síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 86
24
SENDIÐ UPPSKOT TYKKARA Á TELDUPOST TIL
ARSINS@SOSIALURIN.FO ÁÐRENN 18. DESEMBER 2020
2020
Sosialurin fer aftur í ár at bjóða øllum
lesarum hjá Sosialinum, tað vil siga
øllum Føroya fólki, at velja ársins
føroying 2020.
Vit lata tað fyrst og fremst vera UPP
TIL TYKKUM lesarar at gera av, hvat
tit halda er orsøkin til ella prógvið fyri,
hvør eigur heiðurin at gerast ársins
føroyingur 2020.
Men vit fara eisini at leggja dent á hetta:
Viðkomandi, sum hevur uppiborið
hetta heitið, hevur gjørt nakað GOTT
fyri onnur menniskju, síni næstu,
tað veri seg familju, vinir, grannar,
starvsfelagar og fólk annars. Hesi
kunnu eisini hava gjørt nakað GOTT
fyri sítt nærumhvørvi, lokalsamfelagið
ella samfelagið sum heild, ella fyri eina
søk, fyri eitt ávíst felag ella felagsskap,
fyri eitt yrki ella eitt arbeiðspláss. Tað
ber eisinin til at skjóta upp fólk, sum
tit halda hava gjørt nakað GOTT við
at hava havt serstaka kveikjandi og
hitandi ávirkan á onnur.
Veljið ein persón og grundgevið, hví
viðkomadi er tykkara val.
Sendið uppskot tykkara á teldupost
arsins@sosialurin.fo áðrenn 18.
desember 2020
Ein dómsnevnd fer so komandi tíðina
at velja ársins føroying millum mongu
uppskotini. Vit loyva okkum eisini
at prenta nøkur av uppskotinum við
grundgevingunum í komandi bløðum
og á in.fo.
Avdúkingin av ársins føroyingi
2020 verður í nýggjársblaðnum hjá
Sosialinum mikudagin 30. desember.
ÁRSINS
FØROYINGUR