hósdagur 3. desember 2020síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Eitt ár í skugganum
av korona
2020 er eitt serligt ár.
Fyrsti ársfjóðringurin var ikki farin afturum, tá ið
samfelagið í veruleikanum var lagt stilt av koronahóttanini
uttan úr heimi.
Vit fingu smittuna higar og tað loypti kvøkk á alt
samfelagið, sum setti ferðina heilt niður.
Tíbetur vísti tað seg, at vit ikki vóru hart rakt tá, men
eftir ólavsøku fingu vit aftur eina bylgju av smittu.
Myndugleikarnir vóru tá betur fyrireikaðir, so tað var
ikki neyðgt at seta so hørð tiltøk í verk, sum gjørt var í vár.
Fyri føroyska vinnulívið hevur hetta havt ávirkan.
Fyrst og frems er ferðavinnan, gistingarhúsvinnan og
matstovuvinnan hart rakt. Ferðafólk, sum ætlaðu sær higar
at ferðast avlýstu ferðina orsaka av korona.
Okkara útflutningsvinna er eisini rakt. Marknaðirnir,
sum føroyskar fyritøkur selja til, eru eisini raktir hart,
so eftirspurningurin eftir okkara útflutningsvørum er
munandi minni enn vanligt og prísirnir lægri.
Fyri laksavinnuna eru tað selriga prísirnir, sum eru lágir,
men tíbetur sleppa fyritøkurnar enn av við føroyska laksin.
Aðrar fyritøkur eru minni raktar, men ferðing út í heim
er minni og sjófólk og onnur, sum arbeiða uttanlands,
hava ein eitt sindur meira avbjóðandi gerandisdag, tí tey
skulu halda øll koronatilmælini.
Í hesum blaðnum hava vit tosa við einar 20 fyritøkur
um korona og árið í ár. Vit hava í hesum sambandi
ikki vent okkum til ferðavinnuna, matstovuvinnuna og
gistingarhúsini, sum vit vita eru hart rakt.
Í blaðnum er eisini samrøða við stjóran í SMS og
nevndatformannin í Atlantsflog, eins og vit hava tosað við
eina kvinnu, sum hevur arbeitt eini 35 ár í flakavinnuni.
Hetta er s seinasta Vinnan undan jólum, so vit nýra høvi
at ynskja tykkum góðan lesihug.