hósdagur 3. desember 2020síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Faroe Ship:
GOTT ÁR HÓAST ALT
Korona hevur havt ávirkan á føroyska útflutningin, og tað hevur
eisini merkt virksemið hjá Faroe Ship í ár.
Nógv at gjørt
Tað hevur verið nógv at gjørt. Í nøgd hevur innflutningurin verið
á leið tann sami sum í fjør, meðan útflutningurin er eitt vet lægri,
sigur Bogi P. Nielsen, stjóri hjá Faroe Ship.
Hann greiðir frá, at í ár hevur Faroe Ship flutt sera nógvar bingjur
við uppisjóvarfiski langvegis við skipum hjá Maersk, sum Faroe Ship
er umboð hjá í Føroyum.
Tað hevur verið nógv meiri av tí, men samstundis hevur tað verið
nógv minni av feskum fiski. Vit sigla nógv til Stóra Bretland við
feskum fiski, og tað er ein berandi marknaður hjá okkum, men tann
parturin hevur verið væl minni í ár, sigur stjórin hjá Faroe Ship.
Hann greiðir frá, at tíðliga í ár, áðrenn korona rakti, gjørdi Faroe
Ship nakrar rationaliseringar, og saman við øðrum átøkum, ger tað
sítt til, at Faroe Ship hóast alt hevur havt eitt gott ár.
Havnaútbyggingin hevur órógvað
Útbyggingin av Tórshavnar Havn, har Faroe Ship hevur sítt
høvuðssæti og størsta partin av sínum virksemi, er eisini nakað, sum
tey merkja til dagligt.
Vit hava havt nokk so nógv eyka arbeiði av havnaútbyggingini.
Havnaútbyggingin bleiv nógv seinkað, men tíbetur vóru nýggju
skipini hjá okkum eisini seinkað, tí um tey komu til tíðina, so var
havnin als ikki klár til, at tey kundu leggja at bryggju her, sigur Bogi
P. Nielsen.
Nýggju skipini eru komin, og tey fáa lagt at bryggju nú, men tað
er framvegis ikki heilt optimalt.
Tað er framvegis eitt byggirót á havnalagnum, so vit gleða okkum
til, at tað eisini kemur í rættlag, sigur stjórin á Faroe Ship.
Hjá Fróða:
MEIRA VARIN UM 2021
Málingahandilin hjá Fróða hevur havt eitt gott ár í ár. Tað sigur
stjórin og eigarin Fróði Sigvardsen, sum er væl nøgdur, men
samstundis er hann eitt sindur varin um útlitini fyri komandi ár.
Privata virksemið vaks
Hjá okkum hevur árið verið eitt sindur betri enn í fjør. Eg haldi, at
umsetningurin er eini 10 prosent hægri í ár í mun til í fjør, men vit
hava altíð havt vøkstur, sigur Fróði Sigvardsen.
Hann greiðir frá, at tá ið korona rakti Føroyar, sást hetta eisini
aftur hjá teimum.
Tá vaks sølan til privatkundar nógv. Tað var serliga í
tíðarskeiðnum frá mars til mai, at sølan til privatkundar øktist nógv,
og onkursvegna kann man siga, at árið hjá okkum gjørdist betri
orsaka av korona, sigur Fróði Sigvardsen.
Hann leggur tó afturat, at økingin í sølu til privatkundar eisini
hevur havt nógv størri arbeiðstrýst við sær.
Vit hava havt nógv fleiri avgreiðslur í handlinum av tí sama, og
tað krevur sjálvsagt meiri av okkum, sigur hann.
Saknar stórar verkætlanir komandi ár
Spurdur um útlitini fyri 2021, sigur Fróði Sigvardsen, at hann er eitt
sindur varin um útlitini.
Vit selja nógv til stórar verkætlanir, og um tú hyggur eftir, hvørjar
verkætlanir eru endaðar í ár, so er talan um rættiliga nógvar. Vit
kunnu nevna Hotel Hilton, Hotel Brandan, Hotel Føroyar, Skúlin
á Fløtum, nýggja politistøðin, Sundsverkið og H-bygningurin á
Landssjúkrahúsinum. Hetta eru alt stórar verkætlanir, sum antin
eru lidnar ella ikki mangla so nógv, og tað fara vit at merkja. Tí
samstundis er so at siga ongin stór verkætlan sett í gongd. Vit vita
eisini, at rættiliga nógvir útlendskir handverkarar, sum hava verið í
Føroyum arbeitt fyri føroyskar fyritøkur, nú eru farnir heimaftur,
sigur Fróði Sigvardsen.
Hann sigur seg tó vóna, at onkur stór verkætlan fer at vera sett
í gongd skjótt, tí tað hevur stóran týdning fyri teirra virksemi og
virksemið hjá øðrum veitarum í byggivinnuni, at tað altíð eru
verkætlanir í gongd.
SOLEIÐIS GEKK
2020
SOLEIÐIS GEKK
2020