hósdagur 3. desember 2020síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Burn Fitness:
EITT AVBJÓÐANDI ÁR
Hjá fyritøkuni Burn Fitness, sum hevur venjingarmiðstøð í Havn
umframt skipaða venjing aðrastaðnis í landinum, hevur 2020 verið
eitt sera avbjóðandi ár.
Stongdu í sjey vikur
Jákup Súni Berg er stjóri í Burn Fitness, og hann sigur, at tey hava
merkt sera væl, at korona rakti landið.
Vit mistu tveir av okkara bestu mánaðum, tá ið vit stongdu í mars
og apríl. Vit høvdu stongt í sjey vikur. Tá ið vit so lótu uppaftur,
vóru fólk sjálvsagt ógvuliga varin við at fara at venja aftur. Síðani
kom summarið, og tá vita vit av royndum, at virksemið er minni
í venjingarmiðstøðunum, so vit høvdu eitt hálvt ár, sum var sera
tungt, sigur Jákup Súni Berg.
Hann greiðir frá, at tey valdu ikki at taka av nøkrum hjálparpakka,
tí tað var ov lítið at heinta í hesum og gjørdi sum so ongan mun.
Men tá ið vit lótu uppaftur, tóku vit eyka fólk inn at gera reint,
og hóast tað frammanundan bleiv gjørt ógvuliga væl reint her hjá
okkum, so bleiv hetta arbeiði uppraðfest enn meiri av korona, sigur
Jákup Súni Berg.
Í venjingarmiðstøðum er vanligt, at man brúkar spritt og pappír
til at spritta og turka maskinur, tá ið man hevur brúkt tær, og eftir
korona er nýtslan av hesum økt munandi.
Eg haldi, at vit í dag brúka umleið fimm ferðir so nógv spritt og
pappír, sum vit gjørdu undan korona. Fólk eru sera umhugsin, tá ið
tey venja, sigur Jákup Súni Berg.
Hann sigur, at í løtuni veit hann ikki, hvussu úrslitið fer at síggja
út.
Men eg vænti ikki, at tað verður nakað yvirskot í ár. Men nú er
gongd komin á aftur, so vónandi verður tað betur komandi ár, sigur
Jákup Súni Berg.
EL-IN:
SØLAN ER VAKSIN
Hjá EL-IN í Klaksvík hava tey ikki verið so nógv merkt av korona,
sum fyritøkur í øðrum vinnugreinum hava.
Vit merktu tað fyrstu tvær vikurnar, tá ið tað rakti landið. Men vit
skipaðu okkum eftir umstøðunum, bæði hvat viðvíkur virkseminum
í handlinum og í arbeiðinum, sum fólkið hjá okkum úti hjá kundum,
sigur Hilmar Danielsen, stjóri í EL-IN.
Hjá el-fyritøkuni í Klaksvík verður mett, at árið í ár líkist
undanfarnum árum.
Sølan er tó helst vaksin í ár, men samlaða úrslitið verður allarhelst
eitt sindur lægri enn í fjør. Men tað verður eitt positivt úrslit, sigur
Hilmar Danielsen.
Ongar stórar uppgávur fyri framman
EL-IN hevur el-handil, og eisini hevur man el-virksemi, har man ger
installatør arbeiði fyri bæði privatkundar og fyri fyritøkur og stovnar.
Vit hava havt nógv stór arbeiði í ár, og somuleiðis hava tað verið
nógv arbeiði fyri privatkundar, sum hava verið smærri uppgávur.
Men tað eru ikki nógvar stórar uppgávur fyri framman. Í ár hava vit
millum annað gjørt stór arbeiði so sum nýggja skúlan her í Klaksvík
og Skýlið við Djúpumýru, men einki slíkt liggur í kortunum, greiðir
Hilmar Danielsen frá.
Hann sigur, at tær smáu uppgávurnar frá privatkundum koma
leypandi inn, og tí er tað ógvuliga trupult at fyrireika arbeiðið og
leggja kalendaran til rættis í góðari tíð.
Men vónandi koma onkrar størri uppgávur. Vit hava eisini nøkur
arbeiði við ABA-skipanum, sum skulu gerast, og tað fer nokk at
taka umleið eitt hálvt ár, áðrenn tær uppgávurnar eru lidnar, sigur
stjórin í EL-IN.
SOLEIÐIS GEKK
2020
SOLEIÐIS GEKK
2020