Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-03, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 2020síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Eysturlon: IKKI MERKT NÓGV TIL KORONA Byggifyritøkan Eysturlon í Havn hevur havt nokk at gjørt í ár, og vónirnar fyri komandi ár eru eisini góðar. Stórar uppgávur Jógvan Hans Østerø er stjóri í Eysturlon, og hann letur sum heild væl at árinum í ár. Vit halda, at tað hevur gingið rímiliga væl. Vit hava ikki merkt so nógv til korona, og vit hava havt nógvar stórar uppgávur. Hann greiðir frá, at millum stóru uppgávurnar, sum Eysturlon annaðhvørt hevur gjørt í ár ella er í gongd við, eru íbúðarbygging fyri Bústaðir í Vestmanna, Hotel Streym í Havn, SMS og samkomuhúsið Lívdin í Hoyvík. Og so hava vit nøkur minni arbeiði eisini, so vit hava havt nóg mikið at gjørt í ár, sigur Jógvan Hans Østerø. Stjórin í Eysturlon sigur, at góða gongdin í ár hevur við sær, at tað verður eitt positivt úrslit á botnlinjuni, tá ið árið er liðugt. Yvirhøvur haldi eg, at vit kunnu siga, at árið hevur verið nøktandi, hóast tað kanska ikki hevur verið líka gott sum undanfarin ár, sigur Jógvan Hans Østerø. Komandi ár sær gott út Spurdur um útlitini fyri 2021 sigur stjórin í Eysturlon, at tað sær yvirhøvur gott út. Tað sær ordiliga gott út. Kalendarin hjá okkum fyri 2021 er næstan fullur. Onkrar uppgávur eru, sum enn ikki eru komnar endaliga upp á pláss, men tað verður væntandi í næstum, og so vænti eg, at árið hjá okkum er fult bílagt, sigur Jógvan Hans Østerø. Vestpack: EITT SINDUR LÆGRI UMSETNINGUR Eitt av størru arbeiðsplássunum í Vestmanna er plastframleiðarin Vestpack. Tey hava ikki merkt stórvegis til korona í ár, men eitt sindur av ávirkan hevur farsóttin tó havt. Arbeiddu við hálvari megi í vár Jákup Oluf í Skálum er stjóri hjá Vestpack, og hann sigur, at tað var bara í vár, at tey merktu nakað til korona. Tá minkaði eftirspurningurin eftir plastposum eitt sindur, og vit riggaðu okkum til í sambandi við korona, soleiðis at vit arbeiddu við hálvari megi í tveir mánaðar, sigur Jákup Oluf í Skálum. Hann greiðir frá, at tað sæst aftur á umsetninginum hjá Vestpack, at korona hevur rakt. Umsetningurin er eitt sindur lægri í ár í mun til í fjør, men ikki tað heilt stóra. Okkara stóru avtakarar eru innan fiskivinnuna og alivinnuna, og hesi hava ikki merkt so nógv til korona, og tað er gott fyri okkum, sigur stjórin í Vestpack. Nakað av trupulleikum við veitarum Tað hava tó verið avbjóðingar við framleiðsluni hjá Vestpack av øðrum orsøkum. Vit hava havt onkrar veitarar, sum hava verið harðari raktir av koronu enn vit, og hesir hava onkuntíð havt trupulleikar við veita rávøruna til okkum, sigur Jákup Oluf í Skálum. Stjórin hjá Vestpack sigur, at úrslitið í ár verður positivt, hóast tað ikki verður á sama støði sum í fjør. Tað verður eitt brúkiligt ár. Vit ímynda okkum eisini, at 2021 verður eitt gott ár, men hjá okkum er tað so nógv tengt at høvuðsvinnuni, so um tað gongur væl hjá henni, so gongur tað eisini væl hjá okkum, sigur Jákup Oluf í Skálum, stjóri í Vestpack. SOLEIÐIS GEKK 2020 SOLEIÐIS GEKK 2020