hósdagur 3. desember 2020síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Subaru Forester e-Boxer
Subaru Forester er ein fýrahjólsdrivin væl útgjørdur luksusbilur við nógvum
framkomnum skipanum til koyring á vanligum vegi og undir torførum
koyriumstøðum
U
m nakað bilmerki kann gera seg gald
andi innan 4x4 luksusbilar, so er tað
Subaru, ið hevur áralangar royndir
við fýrahjólsdrivnum bilum. Ein av
hesum bilum er Subaru Forester.
Forester er stórur og rúmligur við
praktiskari innrætting og góðum beinplássi til tey ferð
andi. Koyrieginleikarnir eru merktir av at boxermotorurin
liggur niðarliga í motorrúminum. Harvið verður tyngd
ipunktið lægri enn vanligt, og bilurin er sera stúttur at
koyra – serliga í svingum.
Forester er ein SUV við somu eginleikum sum ein off-
roadari. Hann hevur framkomnu Symmetrical All Wheel
Drive skipanina, sum regulerar deilingina millum hvussu
bilurin trekkjur upp á tey ymisku hjólini. Eisini hevur
hann framkomnu skipanina Vehicle Dynamics Control,
sum alla tíðina syrgir fyri at bilurin hevur optimalt veg
festi undir øllum koyriumstøðum.
Nýggi Forester hevur 2,0 l bensinmotor við 150 hk +
elmotor við 16,7 hk.
Subaru stremba alla tíðina eftir at framleiða heimsins
tryggastu bilar, so eingin skal doyggja í ella av einum Su
baru, hetta er eisini galdandi fyri tey á súkklu, djór og
fótgangarar. Lykilin til alt hetta er EyeSight-skipanin, ið
virkar sum eyka eygu, sum hjálpa bilføraranum við at ansa
eftir vegnum framman fyri bilin. EyeSight sær í ein vinkul
upp á 35 gradir og 130 metrar fram um bilin. Eisini hevur
bilurin Face Recognition skipan, sum ansar eftir bilførar
anum undir koyring.
EyeSight skipanin syrgir fyri at bilurin heldur frástøðu
til bilin frammanfyri og automatiskt bremsar fyri fótgang
arum ella øðrum bilum eins og vognbana assistenti, sum
sigur frá um bilførarin er við at skifta koyribreyt uttan at
blinka. Eyesight Reverse Automatic Braking (RAB) neyð
bremsan í bakkgear registrerar beinanvegin, um bilurin er
ov nær og sigur frá. Um bilførarin ikki reagerar, so steðgar
bilurin sjálvur áðrenn hann er komin ov nær.
Bilurin er sera væl útgjørdur sum standard. Umframt
EyeSight hevur hann t.d. sjey airbag, 2-sonu klimaanlegg,
Hill holder, elektroniska parkeringsbremsu, fartpilot,
Bluetooth, elektriskt førarasetur, All Wheel Drive og au
tomatisk gear. Subaru Forester var kosin Best in Class
2019 í krasjtestunun hjá EuroNCAP.
Forester er ein gjøgnumførdur kvalitetsbilur í luks
usklassa frá Subaru, ið eru heimskendir sum bilar uttan
sjúkradagar.
Øll eru vælkomin at síggja og royna Subaru Forester
hjá Berg Motors.
Bilar
LÝSINGARGREIN
28