Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. desember 2004síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 249 - 29. desember 2004 VINNUSÍÐU- GREININGIN Rolf Guttesen Rg@geogr.ku.dk Tá Yom-Kippur ella Okto- ber-kríggið brast á í 1972, hækkaði prísurin á olju eftir stuttari tíð upp til tað 4- dupulta. Prísurin var í tá- tíðar pengum 3$ í 1972, men í 1974 var hann heilt uppi á 12$. Hetta kom sum eitt kvøkkur víða hvar, eisini í Føroyum. Einaferð var oljukreppa Tað kallaðist oljukreppa, og nærmast panikkur kom í her í vesturheiminum, með- an tey kommunistisku londini, sum høvdu sítt egna system, sloppu undan í fyrsta umfari. Tað árið, á jólum 1973, vóru gøtulykt- irnar sløktar í Vestur-Berlin og einki stórt jólatræ var á torginum. Men á Alex- anderplatz í Eystur-Berlin, høvuðsstaðnum í DDR sum nú er horvið, vóru dupult so nógv elektrisk ljós á tí kommunala jólatrænum sum vanligt. Tað skuldi undirstrikast, at kapital- isman var í kreppu, meðan socialisman blómaði. Tað merkist væl í Føroyum Vinnulívið følir beinanveg- in um oljuprísirnir fara upp ella niður. Hækka prísirnir, verður dýrari at framleiða. Serliga innan vinnugreinir, sum brúka nógva olju ella oljuúrdráttir, merkjast broytingar. Eitt nú brúka trolarar meira olju enn línu- bátar, tí sjálvur veiðiháttur- in - við stórari maskinkraft at draga trolið gjøgnum sjógvin - krevur tað. Eftirsum oljan á heims- marknaðinum verður prís- sett í dollars, er tað avger- andi hvussu prísurin út- viklast á hesum báðum ’vørum’. Oljuprísurin hev- ur sum heild hesi seinastu fýra árini verið hækkandi, tó fallandi seinastu mánað- irnar. Hygg mynd 1 um tað søguliga perspektivið, og mynd 2 um tað seinastu gongdina. Dollars hava verið minkandi í virði sein- astu árini (grein í Sosialin- um, 11.dec). So tann ring- asta støðan hjá einum før- oyskum trolara ella húsar- haldi kemur í tá oljuprísur hækkar og dollars falla. Øll føroysk húsarhald merkja tað eisini, tí upp- hitingin við oljufýri verður dýrari. Og sjálvt um hús flest í dag eru væl bjálvaði við rockwool, so eru olju- útreislurnar ein týðandi postur í húsarhaldinum hjá familjunum. Eisini SEV framleiðir streymin við størri útreiðslum, tí til dømis dieselverkið á Sundi verður drivið við olju. Hvat kostar oljan? Fleiri faktorar ávirka prísin á olju á marknaðinum. Eitt er hvat ið tað kostar í fram- leiðsluútreiðslum. Annað er hvussu politisku viður- skiftini í heiminum laga seg, og hvussu hesi kunnu pressa prísin upp ella niður. Triðja er, at dollar-virðið og inflatiónin eisini hava sína ávirkan, bæði uppá stutt og langt sikt. Tá oljuprísir skula sammetast yvir longri skeið má fyrivarni takast fyri hesum og prísirnir mugu standardiserast á onkran hátt. Inflatiónin ger at sama vøra kostar meira í krónum ella dollars. Tá eg var smádrongur, kostaði eitt frímerki til van- ligt bræv 20 oyru, í dag kostar tað 550 oyru, ella 28 ferðir so nógv. Í 1948 kost- aði ein tunna av ráolju 2,50$; í dag kostar hon knappar 50$, ella 20 ferðir so nógv. Fyri at kunna sam- anbera eru allir oljuprísir hereftir uppgivnir í 2000 dollarum. Soleiðis kann sigast, at meðalprísurin á olju hevur í skeiðinum 1948-2004 verið umleið 21$. Prísurin í USA, heimsins størsti olju- brúkari, hevur í meðal ligið eitt sindur lægri, umleið 1_$. Oljuprísir og OPEC Mynd 1 vísir oljuprísin, settur í 1996 dollars-virði, seinastu 35 árini. Rútar eru settir inn, sum forklára ymsar hendingar, sum álv- arsliga sparkaðu prísin upp ella trýstu hann niður. For- søgan er eisini spennandi, tí hetta er eisini ein kampur um lív og deyð millum monopolir sínámillum, millum monopolir og stjórnir, nationalistar og imperialistar, um býti av ríkidøminum. Stutt sagt eitt stríð um vald og ræði. Men hesa forsøguna lata vit liggja hesaferð. OPEC, Organization of Petroleum Exporting Countries, varð grundað í 1960. Stovnandi lond vóru Iran, Irak, Saudi Arabia, Kuwait og Venezuela Tey oljuframleiðandi londini sóu, at útflutningurin av olju, hóast vaksandi í nøgd, varð minkandi í virði. Síð- ani Seinna Heimbardaga býtisvirðið fyri eina tunnu av olju fallið við 40 %. Seinni, í 1971, komu fleiri lond aftrat: Indonesia, Nigeria, Libya, Algeria, Sameindu Arabisku Emir- atini, Qatar. Og sama ár misti USA yvirræðið á príssetingini, sum skifti yvir til OPEC Yom-Kippur kríggið Tann 5. oktober 1973 brast kríggj á millum Ísrael og Egyptaland-Sýria, kallað Yom-Kippur ella Oktober- kríggið. Grundin var eina- ferð enn tann óloysti Pale- stina-spurningurin. Ísrael hersetti stór økir, og fyri at pressa vestanveldini til at fáa Ísrael at taka seg aftur og fara at samráðast um tann óloysta spurningin, settu arabisku londini í verk embargo (oljuflutnings- bann) móti tveimum út- valdum londum: USA, heimsins størsti brúkari og Hollandi, við størstu olju- havnini Rotterdam. Og framleiðslan minkaði úr 5 niður í 1 millión tunnur dagliga (MTD). Hetta gav umgangandi prísunum eitt spark upp til meira enn tað dupulta. So koma eini 10 ár, har prísurin er rættiliga stabilur, men heldur sær á einum høgum støði. Hetta fær tað positiva árinið, at nógv tiltøk verða sett í verk fyri at finna og troyta nýggjar keldur, fyri at útvikla nýggjar borihætt- ir, fyri at spara uppá olju- nýtsluna og at finna aðrar orkukeldur enn olju. Hús verða bjálvaði, termorútar verða settir í, nýggir bilar koyra fleiri kilometrar uppá liturin. Kjarnorka vinnur fram, vindorka fær nýggjar umstøður, el-verk leggja um frá olju til kol ella natúrgass. Oljuprísir uppá langt og stutt sikt Seinnapartin mánadagin, sum var fyrsti dagur aftaná jólahalguna, at valutahandilin var tikin upp aftur, stóð Euro sterkari enn nakrantíð í mun til US-Dollar. Við øðrum orðum er dollaravirðið fallið enn eina ferð. Fyri jól kostaði 1 íalt 1,3542$. Tann 27. des- ember var prísurin komin upp á 1,3631$. Gongdin vantast at halda fram, og eingi tekin eru til at ECB, European Central Bank, ætlar at keypa upp dollars fyri at stabilisera hann. Týsdag fyrrapart var dollarin styrknaður eitt sindur aftur, og soleiðis gongur tað upp og niður. Men tendensurin her seinast í 2004 er, sum trend-linjan vísir, ein styrking av – Euro í mun til $ - Dollar Framhald á síðu 19