Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. desember 2020 · Nr. 87 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Nýggi borgar­ stjórin í Vága kom­munu er van­ur við, at av­ gerðir­nar verða tiknar skjótt Vága kommuna fær nýggj­an borgarstjóra á nýggj­árinum. 47 ára gamli Bjarni Prior setir seg í borgar­ stjóra­stólin, har sum Eydis Hartman Niclasen hevur sitið seinastu fýra árini. Bjarni Prior fekk flest­ ar atkvøður á vali­num í farna mánaða. Hann var uppstillaður á lista A, sum fekk avgjørdan meir­ luta við seks av teimum 11 sess­unum í býráðnum. -Helst hevði eg viljað, at vit øll vóru vald á ein­ um lista, men soleiðis er tað ikki, so vit taka tað her frá, sigur fryntligi nýggi borgarstjórin. Vága kommuna er Sanda­vágur, Miðvágur og Vatns­oyrar. Bjarni Prior er uppvaksin í Miðvági, men flutti til Sandavágs, har hann hevur bygt. -Eg má nokk viðganga, at eg eri vanur við, at av­gerðir verða tiknar skjótt og so verður farið víðari. Soleiðis er tað í vinnulívinum, so eg eri spentur at vita, hvussu hetta virkar í kommunalu skipanini, sigur hann. Havnin Tá iðð ein nýggjur borgar­stjóri tekur við í einari miðalstórari før­ oyskari kommunu, so kann hann velja at halda fram eftir sama leisti, sum undanfarna býráð. Hin mátin er, at tá ið ein kemur inn, sum heilt nýggj­ur, so kann ein velja at gera tað upp á onkran annan máta. -Eg havi valt at fara inn og byrja við sløttum borði. Sjálvandi eru tað mong ting, sum eg skal fyri­halda meg til, men eg velji at byrja við sløttum borði og so taka tað har frá, sigur hann. Í Vága kommunu eru sjálv­andi – eins og í øðr­ um kommunum – nógvar uppgávur, sum skulu loysasst og rað­fest­ing­ar gerast. -Vit mugu gera okkum greitt, hvat vit skulu gera við havnina í Miðvági. Vit hava skip, sum ikki fáa ligið har, so havnin má dýp­ast og gerast betri, sigur Bjarni Prior. Kommunan hevur eisini havt eina stóra útbygging v skúlanum á Giljanesi. Býráðið, sum situr, hevur gjørt av at leggja byggistig 2 og 3 sam­an til eitt og skalera tað eitt sindur niður. -Hetta mugu vit sjálvandi inn at hyggja at og finna fram til, hvussu nógv hetta fer at kosta kommununi. Eg eri ikki sinnaður at binda kommununa so fast fíggjarliga, at pláss ikki verður fyri øðrum íløg­ um, sigur nýggi borgar­ stjórin. Vinnuøki Tørvur er á grund­ stykkjum í kommununi, bæði til vinnu og til íbúðar­bygging. -Vit hava brúk fyri rættuliga skjótt at fáa til vega vinnugrundøkir, tí eftirspurningur er eftir økjumn nú. Kundi hugsa mær, at vit gera økið kring grótbrotið her norðanfyri bygdina til vinnuøkið, heldur enn at lata tað liggja sum frítíðarøkii og onki hend­ ir. Vinnugrundøkir mugu fáa høga raðfesting, sigur hann. Í ssambandi við íbúðar­bygging, so er eisini tørvur á grund­ stykkjum. Okkurt hend­ inga grundstykki er í Sanda­vági, men mest grund­stykkir, sum eru ring at sleppa avið. Í Miðvági eru eisini nøkur eftir enn, men útboðið er ikki stórt. -Nei, tað er tað ikki, so hetta er eisini nakað, sum vit mugu fara undir beinanvegin, sigur nýggi borgarstjórin Bjarni Prior gongur nógv uppí trivnaðin í kom­mununi. Serliga hugs­ar hann kanska í tí sambandi um viður­ skiftini kring SÍF-húsið og vøllin í Sandavági. -Vit mugu gera SÍF- húsið og vøllin til ein depil, har vit kunnu fáa øll ítróttarfeløgini inn, har tey kunnu hava skriv­ stovur og hagar arbeiðið gongur út frá. Vit mugu fáa lív í aftur økið og fáa børn og ung at trívast har, sigur hann. Eitt annað mál, sum hann sigur liggur framma­laga at fáa loyst, er tuna ferðslan, sum koyr­ir gjøgnum bygt øki í Miðv­ág og Sandavági. Akkkur­át hvat skal gerast veit hann ikki, m en ferðin má niður.S Ferðavinnan Seinastu árini hevur ferðavinnan verið á breddanum í Vágum og so eisini í Vága kommunu, Í løtuni verður ar­beitt við at gera ein ferða­ vinnu­politikk fyri alla oynna. Kanningar eru gjørdan og Oda Andreas­ sen hevur fyri kom­mun­ ur­nar havt nakrar fundir fyri at finna fram til, hvat fólk og stovnar ynskja. -Hetta skal so brúkast sum grundarlag til at orða ein framtíðar ferða­ vinnupolitikk. Hvussu hann skal vera havi eg ikki tikið støðu til enn og fari at bíða við at gera tað al­ment, til eg havi fingið meira vitan um hetta økið. Vága kommuna hevur ikki nakrar vansar av ferða­vinnuni og tað stóra ferðamálið er Bøs­ dalafossur. Har er gjørd ein betalingsskipan, sum hagastýrini umsita. -Hedtta kann kanska gerast uppá onkr­an annan máta, men lat okk­ um síggja, sigur tilsitandi borgar­stjórin. BRÁÐUR BORGARSTJÓRI KEMUR ÚR PRIVATA VINNULÍVINUM Bjarni Prior er nýggi borgarstjórin í fimti størstu kommununi í Føroyum