týsdagur 28. desember 2004síða 20
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 249 - 29. desember 2004
VINNUSÍÐU-
GREININGIN
Rolf Guttesen
Rg@geogr.ku.dk
Seinnapartin mánadagin,
sum var fyrsti dagur aftaná
jólahalguna, at valuta-
handilin var tikin upp aftur,
stóð Euro sterkari enn
nakrantíð í mun til US-
Dollar. Við øðrum orðum
er dollarvirðið fallið enn
eina ferð. Fyri jól kostaði 1
íalt 1,3542 $. Tann 27.
december
var
prísurin
komin upp á 1,3631$.
Gongsdin væntast at halda
fram, og eingi tekin eru til
at ECB, European Central
Bank, ætlar at keypa upp
dollars fyri at stabilisera
hann. Týsdag fyrrapart var
dollarin styrknaður eitt
sindur aftur, og soleiðis
gongur tað upp og niður.
Men
tendensurin
her
seinast í 2004 er, sum
trend-linjan
vísir,
ein
styrking av - Euro í mun
til $ - Dollar.
Dollarin viknaður
enn meira
unum.
Herseting av Kuwait
og Gulf-kríggið
Saddam helst seg hava rætt
at fáa Kuwait, afturfyri
royndina at de-stabilisera
Khomeini í Iran. Hann her-
setti í august 1990 alt
Kuwait, og í somu løtu fóru
oljuprísirnir aftur til himm-
als, sum tað sæst á striku-
myndini. Men hetta vardi
ikki so leingi, tí sameind
herlið, við USA á odda og
við danskari luttøku (fre-
gattin Olfert Fischer sigldi
tann langa vegin) róku
Irakar aftur.
Oljuprísurin hækk-
andi í 1999 til 2004
Í juli 1997 tók ein kreppa
seg upp í teimum asiatisku
londunum, sum bera heitið
NIC-lond, ella Newly In-
dustrialized Countries, ella
lond, sum nýliga eru blivin
ídnaðarlond; Suður-korea,
Singapore, Taiwan, Mal-
aysia. Summi rokna Kina
við. Samstundis økti OPEC
um kvoturnar og fram-
leiðsluna. Teir høvdu helst
undirmett støðuna í Asia,
har oljunýtslan minkaði.
Hægri framleiðsla og lægri
nýtsla og eftirspurningur
fekk enn einaferð prísin at
falla til eitt lágt støði.
So kom ein turbulent tíð.
Álopið á World Trade
Center í New York. USA
legði, sum hevnd, fyrst á
Afghanistan og síðan á
Irak, og royndi at fáa tam-
arhald á viðurskiftunum og
at verja seg móti ágangi.
Seinasta árið við hækk-
andi oljuprísum kann for-
klárast við, at útboðið hev-
ur verið ótrygt vegna terr-
or-atgerðir í Miðeystri og
Irak. OPEC-londini hava
haraftrat verið afturhald-
andi við at økja um fram-
leiðsluna. Men eisini eftir-
spurningurin hevur verið
hækkandi og harvið press-
að prísirnar upp. Í Kina og
Asia annars er stórur vøkst-
ur í framleiðluni, og tað
krevur meira olju. Kina
stendur í 2004 aftanfyri 30-
40% at vøkstrinum í eftir-
spurningi eftir olju, og so-
leiðis væntast støðan eisini
at vera næsta ár Men eisini
í USA er framleiðsluvøkst-
urin rættiliga stórur, og væl
størri enn í Europa.
Seinastu
príshækkingarar
Prísfallið seinast í decem-
ber komst av fráboðan um,
at
amerikansku
olju-
goymslurnar vóru nógv
størri enn væntað, og tí fór
helst eingin størri eftir-
spurningur at koma vegna
kalda veturin í USA.
Hesir høgu oljuprísir
hava eina beinlieiðis ávirk-
an á búskapin í Europa,
Danmark og í Føroyum.
Ferðavinna og flutningur av
fólki og farmi verða bein-
leiðis rakt við hægri ferða-
seðlaprísum
og
farma-
gjaldi. Sum beinleiðis úrslit
av hesum ætlar JAL, Japan
AirLines nú at leggja eitt
eyka
oljugjald
afturat
ferðaseðlaprísinum.
Hinvegin kann tað tó eis-
ini metast, at meðan olju-
prísirnir eru høgir, er
áhugin at leita eftir olju í
"frontier"-økjum, sum á
føroysku landleiðini, eisini
í hæddini.
Prísurin á olju frá Brent-feltinum í Norðsjónum, sum setir referencu-prísin í Europa. Hetta eru meðalprísir fyri hvønn mánaða frá november 2002 til december
2004
Framhald av síðu 19
Langtíðargongdin í
oljuprísunum. 1970 til 2004,
roknað í 1996-$ virði