týsdagur 8. desember 2020síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. desember 2020 · Nr. 87
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge - Tórsvøllur
Annað árið á rað er HB steypa
vinnari við einum tveymálssigri
á Víkingi í finaluni, men hóast
nógv gongur aftur, so er stórur
munur á ávísum økjum. HB
setur hesa ferð punktum fyri
eitt sannførandi kappingarár,
har felagið vinnur greipuna
fyri fyrstu ferð síðani 2004.
Í fjør bleiv HB nummar fýra
landskappingini og tað var eitt
vónbrot.
Fyri Víking tóktist kenslan
eitt sindur tóm eftir finalu
ósigurin í fjør. Tað var ilt at fáa
eyga á kósini í felagnum, men
hesa ferð er ongin ivi um, at
Víkingur hevur sett sær fyri,
at fremja eitt ættarliðsskifti.
Fleiri ungir spælarar fingu álit
og avirkið í seinna hálvleiki
boðaði frá góðum til komandi
kappingarár.
Ongin Bartal og ongin René
Tað var stórur spenningur
um liðuppstillingina hjá HB
til steypafinaluna. Hópurin
telur nógvar stórar spælarar í
føroyskum fótbólti. Jens Bert
hel Askou hevur skift millum
framrættaðu 4-3-3 spælskipan
ina, og 3-5-2, sum hann eydnað
ist væl við í hálvfinaluni móti
NSÍ.
Hesa ferð valdi hann 4-3-3.
Tað merkti millum annað, at
Bartal Wardum endaði uttan
fyri, meðan Hørður Askham
byrjaði inni. Ein spælari, sum
als ikki var í hópinum, var
René Shaki Joensen. Hann var
stinnastur á landsliðnum til
Nations League kappingina í
2018, men bara tvey ár seinni
røkkur hann ikki til hópin hjá
HB.
Hann hevur tømt skápið í
HB-húsinum og hevur sagt við
Bolt.fo, at hann ikki kennur seg
sum ein part av hopinum. René
Shaki Joensen hevur sáttmála
fyri 2021, men væntast at skifta
til KÍ. Hann var ikki at síggja á
Tórsvølli til finaluna.
Hjá Víkingi eru ikki so nógv
ivamál, og Jóhan Petur Poulsen
velur teir somu, sum byrjaðu
móti B36 í hálvfinaluni. 17 ára
gamli Noah Mneney fær aftur
kjansin á miðjuni.
HB livur upp til leiklutin
Tað er ongin ivi undan finalu
ni. HB er favorittur – enntá
stórfavorittur
fyri
summi.
Jákup
Ósá,
Leivur
Frede
riksen, Rasmus Nolsøe og
Teitur Joensen eru millum
viðmerkjararnar, ið vænta at
HB vinnur. Veddingarfyritøk
urnar hava eisini HB sum stór
favoritt.
HB livir eisini upp til leik
lutin í fyrra hálvleiki. Fyri
fyrstu ferð nakrantíð eru hita
rørini undir vøllinum á Tórs
vølli tendraði, men vøllurin
tóktist nakað glattur. Tað setti
sín dám á fyrstu minuttirnar,
har steypafinalufjálturin eisini
skuldi leggja seg.
Síðani
setti
HB
seg
á
dystin. Serliga í vinstru gong
ur bólturin skjótt, har Daniel
Johansen, Adrian Justinus
sen og Dan í Soyla húsast.
Serliga Dan í Soylu er sjónligur
í smáspælinum kring brots
teigin.
Tað eru tekin um nakað av
tilvild í spælinum, tí vøllurin
er glattur og tað er nakað av
skiftandi
vindi. Tað
var
ikki
o r s ø k i n
til,
at
HB
skoraði til 1-0
eftir 24 minuttir,
men har var eitt
sindur av tilvild. HB
byggir upp í høgru og
bólturin verður prikaður víðari
til Mikkel Dahl, sum roynir seg
við skoti. Bólturin hevur kós
beint við síðuna, men inni í
fimm-metrinum er Gunnar
Vathamar óheppin og beinir
bóltin í egið mál.
Víkingur raknar við seinastu
minuttir av fyrra hálvleiki, har
Arnbjørn Svensson stemplar
inn í framrættaða spælinum.
Hann fær eisini bestu royndina,
men bólturin fer beint uppum.
Fleiri broytingar til
seinna hálvleik
Seinni hálvleikur kann býtast
upp í tvey. Fyrsta korterið eigur
HB, sum má gera tvær broyt
ingar í hálvleikinum. Jógvan
Rói Davidsen avloysti Daniel
Johansen, sum vísti tekin upp á
heilaskjálvta eftir samanstoyt,
og Mads Bo Mikkelsen kom
inn fyri skadda Hilmar Leon
Jakobsen.
HB venjarin skifti spæl
skipan frá 4-3-3 og til 3-5-2.
Mads Bo Mikkelsen hevði verið
tíggju minuttir á vøllinum, tá ið
hann økti um HB leiðsluna til
2-0. Tað gjørdi hann við fínum
skoti av brotsteigarmarkinum
og eitt sindur úr vinstru. Bólt
urin sigldi í handara síðunetið,
o
g
so
legði
HB
seg
av álvara
á kósina
í m ó t i
finalusigri
o
g
g r e i p u n i .
HB
vinnur
finaluna, men
seinasta
hálv
tíman
bjóðar
Víkingur av.
Tí vinnur Víkingur silvur
Tað er tíðir, har tapandi liðið
ikki vil vita av silvurheiðurs
merkinum, men tað eru eisini
tíðir, har silvurheiðursmerkið
kann ímynda nakað meir enn
eina tapta steypakapping. Tað
ger steypafinalan í 2020.
Jóhan Petur Poulsen byrjar
við Noah Mneney og Arnbjørn
Svensson, meðan Geza David
Turi, Olaf Bárðarson og Martin
Klein Joensen, sum fekk sínar
fyrstu minuttir, komu á vøllin
í seinna hálvleiki. Tað er helst
ein boðskapur í tí, tá eitt nú
Andreas Lava Olsen situr á
bonkinum.
Víkingur
fekk
tvær
jólagávur
frá
HB,
men
tíverri
fyri
teir
ljósabláu,
so stútaði Sølvi Vatnhamar
á
tvørstongina,
Finnur
Justinussen rakti ikki málið,
og tá Sølvi so aftur kom í góða
støðu, bjargaði Teitur M. Gests
son meistarliga.
Víkingur fekk møguleikan
at vinna seg inn aftur í dystin,
men tók ikki av. Nú fá vit at
síggja, um Víkingur vinnur
dystin í stóra samanhanginum,
við at tveita teir ungur fyri
leyvurnar.
Løgmansfinalan: HB bleiv greipuvinnari við sannførandi
avriki í fyrra hálvleiki, meðan Víkingur kann fara í
vetrarferiu við røttum ryggi, eftir eitt fínt avrik í seinna
hálvleiki, har teir ungu veruliga fingu møguleikan
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Víkingur-HB 0-2:
HB VANN GULL –
HB VANN GULL –
VÍKINGUR VANN SILVUR
VÍKINGUR VANN SILVUR
JÓGVAN RÓI FYRI SEINASTU FERÐ
Liðskiparin hjá HB boðaði ein tíma undan dystarbyrjan frá, at
hetta verður hansara seinasti dystur í bestu deildini. – Eg havi
hugsað leingi um tað. Eg eri farin í eina fyritøku og vil gjarna geva
nakað har. Arbeiði, familjulív og fótbólt fulla tíð, sum tað er blivið
til í dag, tað gongur ikki ordiliga upp. Eg eri avkláraður, sigur 29
ára gamli Jógvan Rói Davidsen, um at gevast við fótbóltinum.