Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-28, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. desember 2004síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 249 - 29. desember 2004 21 Viðurskifti umborð á skipum Fiskimannafelagið hevur týsdagin aðalfund. Millum evnini, sum vórðu umrødd, vóru sjálv- andi tey viðurskifti, sum sjómenn dagliga liva við SJÓMANSLÍV Føroya Fiskimannafelag Fyrst í apríl mánaði fekk Skipaeftirlitið bræv frá Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara- og Nav- igatørfelag um arbeiðs-, gang- og vatnsviðurskifti umborð á føroyskum fiski- skipum. Skipaeftirlitið hevur svarað aftur og sagt, at hesi viðurskifti umborð á fiskiskipum hava fleiri ferðir verið á lofti á felags- fundum á stovninum. Tey eldru skipini vóru bygd tá so at siga ongar reglur vóru um hesi viður- skiftir. Skipaeftirlitið fer framyvir at royna at broyta reglarnar um arbeiðshæddir og hæddir í manningarrúm- um. I dag eru reglurnar ávikavist 2,00 m og 1,98 m. Hetta vil Skipaeftirlitið royna at broyta munandi; men slíkar broytingar mugu viðgerðast. Her hava feløg- ini møguleikan at ávirka úrslitið. Eitt annað, sum Skipa- eftirlitið fer at kannað, er fukt/ventilatión í mann- ingarrúmum. Nógv av teimum eldru skipum hava lítla ella onga ventila-tión. Og við hita er so sum so. Sum kunnugt eru fá skip bygd seinnu árini. Men nú sær út til at glið er við at koma í bygging av skipum. Millum annað verða tvey skip liðugtbygd í Havn til várs. Her eru komnar tekn- ingar um hvussu roynt verður at fyribyrgja gangi í skipunum. Her verður kulda og ljóðbjálva fram móti last og uppundir paun- in. Eisini eru dúrk í mann- ingarrúmum løgd flótandi. Tá fyrsta skipið er liðugt verða ljóðmálingar gjørdar. Úrslitið vil vísa um bjálv- ingin er nóg góð. Hetta verður framyvir brúkt sum grundarlag. Eftirlitsfólk frá stovninum fara at gera smakkroyndir ella taka royndir av vatninum til kanningar. Møguleiki er eisini fyri at seta krav um, at drekki-vatnið verður kannað regluliga. Netbrotsmenn lokka upplýsingar úr fólki ALNETIÐ www.sparikassin.fo Eitt lið av dugnaligum brotsmonnum roynir at skapa sær vinning við at lokka peningastovnsupp- lýsingar úr fólki á alnetin- um fyri síðani at stjala pening á kontum hjá fólk- um, ið lata seg lumpa. Ritzau skrivar um ar- beiðsháttin hjá brots- monnunum, at t.d. kundar hjá Eurocard í Svøríki hava fingið teldupost um, at innbrotsroynd er gjørd á kontu kundans, og at kontan av tí sama er »fryst«. Ein leinkja í teldupost- inum beinir síðani fólk til eina falska Eurocard- heimasíðu, har kundarnir verða bidnir um upplýs- ingar um teirra kredittkort til tess at fáa kontuna latna upp aftur. Danska løgreglan sigur seg vera vitandi um tað, ið fyriferst uttanlands, og hon fylgir væl við við í tí tilfari, sum kemur frá Europol. Stongt nýggjársaftan Føroysku peningastovnarnir hava boðað frá, at av- greiðslur teirra eru stongdar nýggjársaftan. Fyri flytingar, sum skulu vera avgreiddar í ár, er sein- asta freist at gera hesar umvegis netbanka, heimabanka ella heimagreiðslu hósdagin. Fyri flyitngar, sum verða avgreiddar í peningastovn- inum, er seinasta freist at avgreiða hesar mikudagin. Sjálvvirkandi flytingar, sum eru settar til avgreiðslu 31. desember, verða ístaðin avgreiddar 30. desember, verður sagt. -jm Vend í sethúsa- prísinum? RENTA www.foroyabanki.fo Evropeiski miðbankin hevur í longri tíð givið ábendingar um, at bankin er bangin fyri høgum prís- hækkingum. Hetta er ein av orsøkunum til, at tosað hevur verið um rentuhækk- ingar á seinasta rentufundi miðbankans. Spurningurin er tó, hvørt tosið um hækkandi prísvøkstur er vælgrundað? Tað kann hugsast, at prísvøksturin í Evropa kann verða nakað lægri enn tey 2%, sum miðbankin hevur sett sum mál. Tað eru ávísar ábend- ingar um, at prísvøksturin fer niður um hetta mál. Um tað fer at halda, kann hugsast, at miðbankin fer at broyta sína støðutakan. Fyrstu ábendingarnar hes- um viðvíkjandi koma mikudagin, tá fyribils prís- vakstrartøl úr Týsklandi verða kunngjørd. Alsamt hækkandi set- húsaprísurin í Evropa seinastu árini, hevur verið eitt afturvendandi tema á fíggjarmarknaðinum. Nær fer prísurin at steðga ella venda? Í dag, týsdagin, kom vísital fyri sethúsa- prísirnar í Onglandi. Hetta varð væl lægri enn roknað varð við. Tí er spurningur- in, hvørt gongdin er um at venda, ella talan bert er um eina normalisering á økinum. Eftir at tølini vóru kunngjørd, lækkaði pund- ið frá 10,8 niður á 10,74. Tað letur til at vøksturin í USA fer at lækka í 2005. Tað eru kortini serliga tvey viðurskifti, sum kunnu broyta hetta: Lækkandi oljuprísir og støðugt hækkandi set- húsaprísir. Spurningurin er, hvørt gongdin í Bret- landi fer at breiða seg til onnur lond. Fíggjarmarknaðurin er við at fara í jólafrí. Vikan, sum kemur, hevur ikki mong hagtøl at bjóða, og so er bert at vóna, at jólafriðurin eisini verður á fíggjarmarknaðinum. Frá aðalfundinum í Fiskimannafelagnum í Norðurlandahúsinum í gjár Mynd: Jens Kristian Vang