týsdagur 8. desember 2020síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
jól í havn
MIKUDAGUR
9. DESEMBER 2020 · NR. 87
Sosialurin
20
Í Vøruhúsinum eru tey
til reiðar at hjálpa tær
Búnýtis-og
gávudeildin í
Vøruhúsinum
er spildurnýggj.
Handilin er vorðin
vakrari og meira
kundavinarligur,
og deildin er á
tremur við alskyns
jólagávuhugskotum
VILMUND JACOBSEN
Janus Poulsen hevur verið
handilsleiðari í Vøruhúsinum
á Hjalla í stívliga eitt ár, og her
er nógv at gera, nú vit eru
komin inn í jólamánaðin, og
jólini av álvara stunda til.
Forvitnisliga
búnýtis-og
gávudeildin er dagførd og
fríðkað, og her er alt vorðið
vakrari, meira skipað og eisini
meira kundavinarligt.
- Nú er allur hesin parturin
savnaður niðri undir, og um
framt at deildin húsar stóra og
fjølbroytta úrvalinum av al
skyns búnýtisvørum og gávu
lutum, eru møblarnir eisini á
gólvhæddini.
Janus Poulsen sigur, at eftir
í ovaru hæddini í Vøruhúsinum
eru nú sengur og kamarsmøbl
ar.
Alt til hús og heim
Søluleiðarin vísir á, at tað er
lættari at siga, hvat Vøruhúsið
ikki hevur enn at lýsa fjøl
broytta
vøruúrvalið,
sum
handilin hevur og rúmar.
- Vit hava alt til húsarhaldið
- grýtur, pannur og ymisk
eldføst íløt, og vit hava blend
arar, breyðristarar, toastarar,
ketlar, kaffimaskinur, kaffi-og
tekannur.
Janus Poulsen sigur, at tað
er lættari at finna runt í handl
inum nú, men er tað okkurt,
sum viðskiftafólk leita eftir og
ikki finna, eru fryntligu og
dugnaligu starvsfólkini í Vøru
húsinum altíð til reiðar at
hjálpa.
Góð tilboð á el-lutum
Handilsleiðarin sigur, at fram
til jólar hevur Vøruhúsið eisini
ymisk góð tilboð, og eitt nú
selur handilin flestu el-lutir
fyri ein avsláttur á 30 prosent.
- Umframt ymiskar el-lutir,
hava vit eisini rakimaskinur til
menn og lady-shaver til kvinn
ur, og eisini á hesum vørum
hava vit fram til jólar ein av
sláttur á 30 prosent.
Janus Poulsen vísir á, at
Vøruhúsið hevur bæði heima
síðu og Facebook-síðu, og á
Facebook-síðuni verður van
liga kunnað um nýggjar vørur
og góð tilboð.
Rúmlig handilshøli
Nú almennu koronu-tilmælini
framvegis eru, at fólk halda
frástøðu og syrgja fyri persón
ligum reinføri, sigur handils
leiðarin, at Vøruhúsið er so
mikið rúmligur handil, at her
kunnu øll taka neyðug atlit og
ansa eftir, at tey ikki koma í
smittuvanda.
- Øll eru hjartaliga vælkom
in á gátt hjá okkum í Vøruhús
inum, og fólk eru eisini væl
komin at venda sær til okkum
við fyrispurningum, bæði um
okkara heimasíðu og Face
book-síðu, sum javnan verður
dagførd, sigur handilsleiðarin í
Vøruhúsinum á Hjalla, Janus
Poulsen.
- Øll eru hjartaliga vælkomin á gátt hjá okkum í
Vøruhúsinum, sigur handilsleiðarin, Janus Poulsen
Fram til jólar hevur Vøruhúsið eitt stórt og fjølbroytt úrval av øllum hugsandi búnýtis-og gávulutum