Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-08, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2020síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

jól í havn MIKUDAGUR 9. DESEMBER 2020 · NR. 87 Sosialurin 22 Immanuel skipar fyri útikonsert í Hoyvik Tey ungu í Samkomuni Immanuel í Hoyvík hava seinastu árini skipað fyri jólahaldi fyri teimum, ið eru 60 ár og eldri. Tiltakið hevur verið væl vitjað við fjølbroyttari og spennandi skrá. Í ár er tiltakið tillagað koronu-tilmælunum, og tí bjóða tey ungu nú til eitt øðrvísi og spennandi kvøld í grannalagnum í Hoyvík VILMUND JACOBSEN Mong eru, ið bretta upp um armar í ár og ganga nýggjar leiðir, nú tilmælini frámæla stór­um veitslum. Stóru jóla­ hald­ini, sum flestu føroyingar eru sera glaðir fyri, eru antin minkað í vavi - ella heilt avlýst. Tey ungu í Samkomuni Imm­anuel í Hoyvík hava í fleiri ár skipað fyri jólahaldi fyri tilkomnum, ið eru farin um tey seksti, og tey hava kallað tiltakið 60+. - Endamálið er at tæna og signa tey, ið so mong ár hava gingið undan og bygt upp okkara samfelag. Hetta serliga kvøld hava dunna, risal’a­ mande, hugni, felagssangur, spøl og framførslur verið fast­ ur táttur fyri teimum umleið 100 tilmeldaðu, ið vanliga er pláss fyri til tiltakið. Konsert í frástøðu Tey, sum standa aftan fyri Samkomuna Immanuel, siga, at í ár verður alt øðrvísi. - Nú bjóða tey ungu teimum eldru til eitt øðrvísi, men eins spennandi kvøld. Í staðin fyri innihugna og dunnu, verður bjóðað niðan í grannalagið hjá Immanuel til útikonsert og felagssang. Dentur verður lagdur á, at tey eldru skulu kunna kenna seg púra trygg, tá tiltakið verð­ ur. - Tey parkera niðri á park­er­ ings­økinum hjá Keyp­sam­tøk­ uni í Hoyvík, og í bilinum kunnu tey njóta eina úti­kon­ sert við nógvum spennandi og væl­umtóktum sangarum. Konsertbilurin hjá Ljóð- Tøkni er leigaður til endamálið, og meðan tónleikurin rungar um parkeringsplássið, fara tey ungu at ganga millum bilarnar og bjóða okkurt leskiligt til matna og okkurt heitt at drekka. Jóladámur yvir økinum Í Samkomuni Immanuel siga tey, at onkur yvirraskilsir eis­ ini verða á skránni til tiltakið. - Alt økið verður jólapyntað til endamálið, soleiðis at tey eldru fáa eitt gott og hugnaligt kvøld í frástøðu. Tá komið verður, fáa øll sangblað til felags­sangin, ið verður millum inn­sløgini, og soleiðis kunnu øll syngja trygt saman í frá­ støðu og veruliga njóta at jól­ ini standa fyri durum. Tey, sum fara á pall, eru Jens Marni Hansen við barna­ kóri, barnakórini í Musikk­ skúl­anum, Heini Lützen við sang­um av nýggju jólafløguni, Jó­hanna Lützen, Fríðbjørg Jen­sen og Frankie, Oddbjørg Poul­sen, Jóna og døtur, og Hans Esbern Heinesen úr Tjørnu­vík fer at syngja eina vísu. - Tiltakið í Hoyvík er ókeyp­ is, og øll eru hjartaliga væl­ kom­in at leita sær niðan í Brekku­tún sunnudagin. Í Samkomuni Immanuel siga tey, at neyðugt er við til­ meld­ing, tí luttakaratalið er av­ markað. Meldast kann til kon­ sert­tiltakið við at ringja ella sms’a til Lilly Hanssen á tlf. 284175. Tiltakið verður, sum áður nevnt, hin 13. desember, og byrjað verður klokkan 18. - Jólatiltakið í Hoyvík er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin at leita sær niðan í Brekkutún sunnudagin, siga tey í Samkomuni Immanuel Jens Marni Hansen fer at luttaka við barnakóri Heini Lützen luttekur við sangum av nýggju jólafløguni Fríðbjørg og Frankie Jensen verða eisini við