Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-08, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2020síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

jól í havn MIKUDAGUR 9. DESEMBER 2020 · NR. 87 Sosialurin 24 Ein angi av gløggi og brendum mandlum Ætlanin hjá Visit Tórshavn er, at jólamarknaðurin á Vaglinum bara er byrjanin til ein rættiligan jólabý, sum fer at mennast ár fyri ár VILMUND JACOBSEN Jólamarknaðurin í Vaglinum í Havn er nakað heilt serligt. Her er hugnaligt, og her er jóla­gleði, og hugnaliga um­ hvørvið dregur bæði familjur, børn og vaksin til sín. Tað er Visit Tórshavn, sum stendur aftan fyri tiltakið, har roynt hevur verið at skapa røttu karmarnar til ein jóla­ marknað, og líkt er til, at hetta hevur eydnast rættiliga væl. Hetta er í fyrstu atløgu ein liður í at økja um trivnaðin hjá borgarum, og hetta er eisini ein møguleiki at keypa eina hond­gjørda føroyska jólagávu, føroyskar kjøtvørur, føroysk­ an viðskera, føroyskt grønmeti og føroyskar drykkjuvørur. Jólamarknaðurin, sum er bygdur upp við smáum smátt­ um, pallum, jólatrøum og vøkr­ um ljósum í myrkastu tíð, minnir um ein nýggjan býling mitt á Vaglinum í Havn. Hugnaligu sølubúðirnar við fryntligu fólkunum og við jóla­ tónleiki í umhvørvinum seta sín serstaka dáma á seinna­ part­arnar í Havn. Ætlanin hjá Visit Tórshavn er, at jólamarknaðurin bara er byrjanin til ein rættiligan jóla­ bý, sum fer at mennast ár fyri ár. Tað eru næmingar á Glasi, sum hava bygt hugnaligu smátt­urnar, ið virka sum bás­ ar­nar, og her eru eisini beinkir og hitalampur. Ymisk tiltøk hava verið, síð­ an jólamarknaðurin læt upp, og soleiðis hava bæði verið jólakonsertir og jólasjónleikur. Ein seinnapart í síðstu viku vóru vit á Sosialinum ein túr á jólamarknaðinum, har vit tóku nakrar hugnaligar myndir. Her kendist angin av kryddaðum gløggi og brendum mand­lum. Veðrið var gott, tó at tað var eitt sindur kalt, men um­hvørvið á Vaglinum tóktist sera hugnaligt - og ikki minst jóla­ligt.