týsdagur 28. desember 2004síða 22
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 249 - 29. desember 2004
Fyri hálvum triðja ári
síðan stovnaði Gilli
Haraldsen, sum er
ættaður úr Sandavági,
felagið Haraship. Í dag
hevur felagið 7.000
fólk í einum databasa,
ið tey kunnu bjóða út
sum arbeiðsmegi – í
fyrsta lagi við atliti til
sjóvinnu. – Eg byrjaði
einsamallur, og tað
vóru foreldrini hjá
mær, sum hjálptu mær
í gongd fíggjarliga. Tey
veðhildu fyri meg,
men tann peningurin
er langt síðan goldin
aftur, sigur ungi
maðurin smílandi
FRAMTAKSHUGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Haraship er ein spennandi
fyritøka í Fredrikshavn í
Danmark, sum tann bert 21
ára gamli føroyingurin,
Gilli Haraldsen, eigur.
Í 1989 fluttu foreldur
hansara, Eiler Haraldsen,
sum er úr Sandavági og
Guðrið Haraldsen, sum er
ættað úr Havn, niður til
Hirtshals at búgva.
– Eg sleit mínar barna-
skógvar í Sandavági, og tí
føli eg meg sum sanda-
váging.
Gilli sigur, at familjan
setti seg niður í Tornby, nær
við Hirtshals, haðani pápin
eitt nú hevur siglt sum
stýrimaður við donskum
nótabátum.
– Eg tók eina HTX-út-
búgving og fór síðan á
handilsskúla í eitt ár, sigur
ungi sandavágingurin.
Stovnaði Haraship
Fyri hálvum triðja ári síðan
stovnaði
Gilli
felagið,
Haraship, sum hann í
byrjanini rak heimanífrá.
– Eg byrjaði einsamallur,
og tað vóru foreldrini hjá
mær, sum hjálptu mær í
gongd fíggjarliga. Tey veð-
hildu fyri meg, men tann
peningurin er langt síðan
goldin aftur, sigur hann
smílandi.
Gilli vísir á, at hann
brúkti allan peningin, sum
hann í byrjanini lænti, til at
marknaðarføra felagið við.
– Í lýsingum segði eg frá,
at fiskimenn og sjófólk
annars kundu venda sær til
mín fyri at fáa kjans við
skipi – og samstundis vistu
reiðaríir og skiparar, at tey
eisini kundu venda sær til
mín fyri at vita, um vit
høvdu fólk tøk til leys
størv. Soleiðis byrjaði hetta
arbeiði, greiðir Gilli Har-
aldsen frá.
Skjótt fekk hann sær
eisini heimasíðu, har reið-
aríir, skiparar og onnur
kundu boða frá, at teimum
vantaðu fólk, eins og
sjófólk kundu boða frá, at
tey vóru tøk.
– Skipanin er á leið hin
sama í dag. Vit hitta hvønn
einstakan persónliga sum
søkir kjans, og vit kanna
eftir, hvørjar kvalifikatiónir
og royndir viðkomandi hev-
ur. Vit kenna eisini reiðaríini
og skipararnar og vita, hvat
tey hava brúk fyri.
Gilli hevur ikki verið so
lítið umrøddur í donskum
bløðum í seinastuni, har
hann eitt nú verður nevndur
tann ungi "fredrikshavnarin".
Tann eina greinini, sum
Sosialurin hevur fingið
hendur á, kallast: "21 årig
komet indenfor maritim
management". Í undirtekst-
inum til greinina stendur:
"Ungt firma í Fredrikshavn
på verdenskortet med sø-
forhyring, maritimt ar-
bejdsmiljø og maritim ny-
hedsformidling".
Í dag hevur Haraship
skrivstovuhølir uppat havn-
ini
í
Fredrikshavn
og
umframt Gilla, eru trý fólk
í starvi hjá felagnum. Har-
aftrat hevur felagið seljarar,
sum verða løntir við provi-
sjón. Í hesum sambandi er
serliga talan um AirSep-
skipanina til vernd av um-
hvørvinum og sparingum í
smyrjoljunýtslu í motorum.
Haraship er eisini við í
altjóða netverki, sum hevur
fleiri skrivstovur og um-
boðsfólk kring um í heim-
inum.
Ov ungur…
Sosialurin hitti Gilla, tá ið
hann var heima í Føroyum í
heyst, og tá segði hann, at
felagið leitaði eftir eini før-
oyskari skrivstovukvinnu,
sum ætlandi skal byrja á
skrivstovuni fyrst í nýggja
árinum.
Gilli eigur sum nevnt
sjálvur Haraship, men við
tað, at hann er so ungur og
tí kann hava torført við at
vinna sær álit í samráðing-
arstøðum, hevur hann sett
49 ára gamla, Niels Main-
dal, sum virkandi stjóra í
felagnum.
– Niels hevur verið skips-
meklari og starvsfólka-
leiðari í fleiri ár, sigur
sandavágingurin.
Hann sigur, at Haraship í
miðal fær eini 200 fólk um-
borð á donsk skip um árið.
– Reiðaríir og skiparar
vilja hava dugnalig fólk
umborð á skipini, og har
tørvur er á tí, skipa vit eis-
ini fyri skeiðum í samstarvi
við eitt nú reiðaríir, ar-
beiðsávísingina og lokalar
lærarakreftir við atliti til
sjóvinnu.
Gilli sigur, at Haraship
hevur
tætt
tilknýti
til
heimsumfatandi
felagið,
Ocean Wide, sum hevur
høvuðssæti í Hálandi, men
hevur skrivstovur um stór-
an part av heiminum.
– Hetta felag arbeiðir
eisini við at bjóða út sjófólk
og manningar. Tað var Oc-
ean Wide, sum setti seg í
samband við okkum fyri at
koma inn á danska markn-
aðin. Burtur úr hesum
spurdist ein samstarvs-
avtala, soleiðis at vit nú eis-
ini eru "koblaðir" inn á
databasan
hjá
teimum,
sigur Gilli.
Crew Management
Í høvuðsheitum arbeiðir fel-
agið á fýra økjum, har tann
parturin, sum nevnist Crew
Management, er hin størsti.
Her hevur felagið 7.000 fólk
í einum databasa, sum øll
eru dugnalig á sínum øki
innan sjóvinnu av ymiskum
21 ára gamal føroyingur eigur
Gilli Haraldsen eigur sjálvur felagið, Haraship, men við tað, at hann er so ungur og tí kann hava torført við at vinna sær álit í
ymiskum samráðingarstøðum, hevur hann sett 49 ára gamla, Niels Maindal, sum virkandi stjóra í felagnum. - Niels hevur verið
skipsmeklari og starvsfólkaleiðari í fleiri ár, sigur ungi sandavágingurin
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Reiðaríir og skiparar vilja
hava dugnalig fólk umborð á
skipini, og har tørvur er á tí,
skipa vit eisini fyri skeiðum í
samstarvi við eitt nú
reiðaríir, arbeiðsávísingina
og lokalar lærarakreftir við
atliti til sjóvinnu, sigur Gilli
Myndin er tilvildarlig