týsdagur 8. desember 2020síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
jól í havn
MIKUDAGUR
9. DESEMBER 2020 · NR. 87
Sosialurin
30
Hásongur í myrkri
“Eitt Suð í myrkri” hevði listakvinnan handan hetta meistarliga tiltak, Steinvør Fonn.
kallað ta heilt serstøku konsertina í Spinnarínum, sum var fyrstu ferð mánakvøldið
6. Desember, og helt henda konsertrøðin fram til 8. desember 2020.
ORÐ OG MYNDIR: DÁVUR WINTHER
Í roynd og veru ber illa til at greiða frá konsertini, tí
hon kann bert roynast og má upplivast. Ella mást tú
brúka eina rúgvu av lýsingarorðum, superlativum, tí
her var ikki bara nógv gott fyri oyrini, men allar
sansirnar – ja, eitt kensluvað, sum tú ikki ert vanur
við.
Hetta er ein tann besta konsertuppliving, eg havi
verið til. Fantastiskt, ótrúligt, ómetaligt, einastand
andi, framúr, avbera gott, og eg kundi hildið fram.
Tú komst inn í eitt fjálgt Spinnarí, har innrættingin
var, at ymsir stólar og sofur vóru stroydd eftir
gólvinum. Øll sótu í góðari frástøðu í hvør síni sofu
ella stóli – Fleiri staðni pør, sum hildu eitt sindu betur
um hvønn annan, enn siður er til eina “vanliga” kon
sert, tí tað legði hølið, ljóssetingin og stemningurin
upp til. Og tú sat í tínum egna lítla horni.
Tá ið so konsertin byrjaði, var totalt myrkt inni.
Genturnar komu so inn eftir gólvinum við hvør sínari
kertu og gingu fram “í kór” og stillaðu seg í góðari
frástøðu - spjaddar um alla breiddina av húsinum, ið
hesa løtuna kendist, sum ein katedralur ella ein dóm
kirkja.
Myrkrið
Fyrsti sangur varð so sungin við kertu, og eftir hann
vórðu tær eisini sløktar, og alt varð bølamyrkt inni.
Soleiðis gekk fyrri helmingur av konsertini við
ongum ljósi.
Myrkrið vakti eitt heilt annað ljóð og kenslu og eitt
serstakt hugarensl, meðan yndisligu raddirnar sungu
– sungu sum einglar. Hetta ljóðið og sangurin annars
kendust heilt serstak, og tankarnir fóru á flog.
Suð sang til hetta høvið betur enn nakrantíð, og
bar hølið heilt víst ljóðinum sera væl uppi. Dyna
mikkurin, ljóðmyndin, klangurin, reinleikin, einleik
in, fraseringarnar – alt var á hægsta stigi!
Tó at ikki vórðu sungnir so nógvir jólasangir, so
kendist tað, sum tú sat ovarliga í eini líð og sá oman á
hirðarnar, ið leitaðu sær heim aftur til garðarliðið –
Ja, tú sást laðaða garðin, sum skilir innan- og uttan
garðsjørðina eins og glæmuna úr fjósinum, meðan tú
lýddi á hásongin beint har, tú sat.
Nakrir av sangunum vóru:
Brót so stillan, Barn, Sá eg bros og eydnuleik, Nú
anga blómur, Sov tú unga ástin mín, Er Gud við mær,
Uti vår hage, Gakk tú tryggur, Himnafaðir og fleiri.
Men tað, sum kryddaði løtuna enn meir og gav
henni enn meiri bót, var, at millum sangirnar las
Eydna Skaale upp framúr tekstagreipur – ymisk sig
andi tekstbrot – so sum úr:
“Summardagurin”, “Dýrmæta lív” hjá Jørgen-
Frantz Jacobsen, “Várið” hjá Kahlil Gibran, “Myrkrið”
hjá Steinvør Fonn, “Trældómur forgeingiligleikans”
hjá Bárði á Lakjuni og “Lítli Prinsurin”, hjá Antoine
de Saint-Exupéry.
Eydna Skaale
Hennara lesikynstur var heilt serstakur og góður –
tikin úr leikum! So tekstur, tú helt teg kenna, fekk
eitt heilt annað innihald við hennara lesihátti. Eydna
gav konsertin eitt triðja innihald, tú bara kann
uppliva av hennara varrum.
Og leisturin er nakað tann sami sum við sanginum:
tónalagið, tempo, trýstið, dynamikkur, fraseringar,
egalitetur, og serliga steðgirnir, sum eru so umráðandi
og oftani eru lykilin til eina nýggja fatan ella undir
strikan av tí týdningarmikla í tekstinum.
Hetta dugir Eydna so meistarliga væl. Tá ið tú so
situr í myrkri og lurtar eftir, verður intensiteturin
ella megin í tekstinum og lestrinum enn betri – heilt
sersøk uppliving, sum bara Eydna kann levera tað.
Tað er eisini júst henda sama Eydna Skaale, sum
tvey ár á rað hevur vunnið altjóða røðuskrivikapping.
Hon er útbúgvin retorikari, og tann kunnleika og
kynstur hennara fingu vit ríkiliga smakkin av mána
kvøldið. Avbera gott!
Konsertin spældi við allar tínar sansir. At lurta í
“blindum”, sum vit royndu, er serstakliga góð kensla
bæði fyri lurtaran, og uttan at taka nakað frá kórin
um, so sungu tær eina tonn betur í myrkrinum, enn í
ljósinum, ið var í seinna helmingi av konsertini.
Frálíka hegnisligt undirspæl á klaver var til onkrar
av sangunum, sum hin dugnaligi Pætur við Keldu
leikandi lætt spældi. Eisini hevði Magni Husgaard
lagaligt undirspæl og kom við ljóðeffektum, meðan
tekstirnir vórðu lisnir upp.
Dygdar kórleiðari og sniðgevi
Steinvør Fonn er ein dygdar kórleiðari, og hjá henni
er bert tað besta nóg gott. Tað var tað eisini í ríkiligt
mát mánakvøldið og hini kvøldini við! Steinvør dugir
eisini at skapa eina heild, har hugsað er um allar
smálutirnar, sum ger konsertina til eina so stóra og
serstaka uppliving.
Hon hevði eisini valt tekstirnar út, sum lisnir
vórðu og sett teir hegnisliga saman til Eydnu Skaale
at lesa upp, so teir hóskaðu til teir ymsu sangtekstir
nar, ið sungnir vórðu eftir upplesturin. Alt hetta gekk
upp í eina hægri eind!
Eg havi ikki orð fyri hvussu henda konsertin kann
lýsast. Alt konseptið, øll uppsetingin var heilt ser
stakt: hølið, ljóssetingin, myrkrið, innrætting, mátin
at sita uppá, sangvalið, tekstvalið, kitlan av kenslum
og framburður var í heimsflokki og upplivingin har
eftir.
Henda konsertin, tónleika-, teksta-, kenslu- og
sangferðin kann bert upplivast og er torfør at greiða
frá, tí pilkað verður so nógv við kenslur tínar við
dýrdarsangi og -lestri.
Stóra takk fyri eina framúr uppliving.