Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-08, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2020síða 51

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 9. DESEMBER 2020 · NR. 87 Sosialurin 35 jól í havn SENDIÐ UPPSKOT TYKKARA Á TELDUPOST TIL ARSINS@SOSIALURIN.FO ÁÐRENN 18. DESEMBER 2020 2020 Sosialurin fer aftur í ár at bjóða øllum lesarum hjá Sosialinum, tað vil siga øllum Føroya fólki, at velja ársins føroying 2020. Vit lata tað fyrst og fremst vera UPP TIL TYKKUM lesarar at gera av, hvat tit halda er orsøkin til ella prógvið fyri, hvør eigur heiðurin at gerast ársins føroyingur 2020. Men vit fara eisini at leggja dent á hetta: Viðkomandi, sum hevur uppiborið hetta heitið, hevur gjørt nakað GOTT fyri onnur menniskju, síni næstu, tað veri seg familju, vinir, grannar, starvsfelagar og fólk annars. Hesi kunnu eisini hava gjørt nakað GOTT fyri sítt nærumhvørvi, lokalsamfelagið ella samfelagið sum heild, ella fyri eina søk, fyri eitt ávíst felag ella felagsskap, fyri eitt yrki ella eitt arbeiðspláss. Tað ber eisinin til at skjóta upp fólk, sum tit halda hava gjørt nakað GOTT við at hava havt serstaka kveikjandi og hitandi ávirkan á onnur. Veljið ein persón og grundgevið, hví viðkomadi er tykkara val. Sendið uppskot tykkara á teldupost arsins@sosialurin.fo áðrenn 18. desember 2020 Ein dómsnevnd fer so komandi tíðina at velja ársins føroying millum mongu uppskotini. Vit loyva okkum eisini at prenta nøkur av uppskotinum við grundgevingunum í komandi bløðum og á in.fo. Avdúkingin av ársins føroyingi 2020 verður í nýggjársblaðnum hjá Sosialinum mikudagin 30. desember. ÁRSINS FØROYINGUR