Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. desember 2004síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 249 - 29. desember 2004 23 slagi. Reiðaríir og feløg kunnu antin velja síni fólk til leys størv – ella leiga arbeiðsmegina frá felagn- um. Talan kann bæði vera um einstøk størv, sum reið- aríir leita eftir – ella heilar skipsmanningar. Haraship syrgir fyri, at reiðaríir fáa tað, tey leita eftir. – Tey 7.000 fólkini, sum vit hava í databasanum, eru í einum sonevndum innara ringi og einum ytra ringi, harav tey mest áhugaverdu fólkini verða vald í innara ringin. Gilli sigur, at Haraship syrgir fyri at hava eitt persónligt samband við øll, sum eru í innara ringinum, soleiðis at felagið kann tryggja sær, at hetta eru tey røttu fólkini við rætta før- leikanum, sum verða send umborð á einstøku skipini. – Hvørja ferð, ein maður fer í arbeiði úr innara ring- inum, verður enn ein maður úr ytra ringinum boðsendur til samrøðu, sigur hann. Gilli sigur, at tann part- urin av felagnum, sum eitur Crew Management, ikki bert sendir fólk umborð á skip, men eisini á stovnar, feløg, virkir og undirvís- ingarstovnar. – Eitt nú er Skiparaskúlin í Grønlandi ein av okkara føstu kundum, tá ið ræður um at útvega fólk við røttu førleikunum. Hann vísir á, at Haraship soleiðis hevur sent fimm navigatørar og maskin- meistarar til Grønlands. Technical Management Í øðrum lagi er talan um Technical Management, sum fevnir um arbeiðsum- hvørvi, vernd av heilsu og orkusparing. – Her eru vit einaumboð í Skandinaviu av nýggjastu tøkniligu menningini innan umhvørvisábyrgd, tá ið ræður um skipsmotorar við atliti til dálking og orku- sparing. Gilli sigur, at skipanin, sum felagið umboðar, kann spara motoroljunýtsluna eini 30-50%, samstundis sum skipanin fyribyrgir, at eitrandi olju-og gassdampur kemur úr maskinrúminum. – Tá ið ein motorur gong- ur við yvirtrýsti í krump- tapshúsanum, fer gass út í maskinrúmið og haðani upp til apeteringina. Av- leiðingin er, at heilsuvandin økist, og hetta gongur á ymiskan hátt út yvir mann- ingarnar. Hann sigur, at við at venda trýstinum í motorin- um frá yvirtrýsti til undir- trýst, verða luftbornu olju- og sótbitlarnir verandi inni í motorinum, har gassið eisini verður brent, sam- stundis sum motorurin brennir minni smyrjolju. – Ein frágreiðing, sum er gjørd á universiteti í Ís- landi, staðfestir, at menn, sum dagliga starvast í maskinrúmi, hava høvuðs- pínu, bróstpínu, eru troyttir og doyggja oftari enn miðal av krabbameini. Gilli sigur, at tað er eisini prógvað, at hesir tregar halda uppat hjá teimum flestu, um oljudampurin verður fingin burtur. – Jú, meira ein motorur er slitin – jú, meira dálkar hann, tí trýstið í krumtaps- húsanum verður størri, samstundis nýtslan av smyrjolju veksur. Oljan verður trýst upp og framvið stempulringunum til brennirúmið og fer haðani við útstoytsgassinum sum sót og oljubitlar. Loysnin uppá hesar trup- ulleikar, sigur Gilli er so- nevnda OilGasSep-skipan- in, sum á ein einfaldan og lættan hátt kann byrgja uppfyri hesum trupulleik- um. – Ein onnur vøra, sum eisini er við í loysnini, er FuelMag, sum ger, at mot- orurin fær reina olju – uttan mikrobur. Saman við Oil- GasSep-skipanini verður motorurin nú reinur, og reiðaríið sparir bæði motor- olju og viðlíkahald, sam- stundis sum arbeiðsum- hvørvið verður nógv betur. At enda er talan um Prema- berg, sum førir fríska hav- luft niður í maskinrúmið og til apeteringina, sigur Gilli. Ein íløga í OilGasSep, FuelMag og Premaberg kann vinnast innaftur eftir einum ári, samstundis sum arbeiðsumhvørvið verður betur, manningin verður frískari og hevur færri sjúkradagar. Triðja beinið Í triðja lagi hevur Haraship eina arbeiðsávísing, har langtíðararbeiðsleys og fólk, sum av ymiskum or- søkum hava trupult við at fáa arbeiði, kunnu fáa ráð- geving og eitt nú luttaka á skeiðum – við tí endamáli at sleppa útaftur á arbeiðs- marknaðin. – Hetta er ein altjóða ar- beiðsávísing fyri eitt nú fiskimenn og sjófólk ann- ars, har vit samstarva við arbeiðsávísingar, kommun- ur og arbeiðsloysiskassar. Hvør einstakar persónur í skipanini verður roknaður sum okkara egni starvs- felagi. Gilli vísir á, at við sam- bondum, ráðgeving, skeið- virksemi og ymiskum pro- jektum, ráðgevur og mennir Haraship í samstarvi við Skagen Skipperskole og Martec hesi langtíðar ar- beiðsleysu soleiðis, at tey ikki longur søkja um ar- beiði, men harafturímóti bjóða út sín kunnleika og dugnaskap á arbeiðsmarkn- aðinum. – Hava fólk aðrar trupul- leikar, eitt nú eru orðblind, hava ringt sjálvsálit, eru óttafull ella fongd við misnýtslu, samstarva vit við sálarfrøðingar um støð- una, sigur hann. Haraship News Í fjórða og seinasta lagi fæst felagið eisini við kunning og tíðindi á inter- netinum, har felagið eitt nú hevur "Tær Bláu Síðurnar", sum er ein kunningar port- alur á internetinum og "Sø- farts Forum", sum er ein tíðindakelda og upplýsing- arsíða hjá danskari og út- lendskari sjóvinnu – og at enda hevur felagið eisini "Fisker Forum". – "Det Maretime Dan- mark", sum kann vitjast á www.detmaretimedanmark .dk, er stovnað sum eitt "vindeyga" fyri donsk virk- ir, sum leita eftir viðskifta- fólkum í útlandinum. Á hesi síðuni kemst eisini inn á hinar nevndu adressurnar, sigur Gilli. Haraship tekur eisini ak- tivt lut í menningini av ar- beiðsplássum í Fredriks- havn við tilknýti til sjó- vinnuna. – Hetta er eitt fjølbroytt felag við dugnaligum starvsfólkum, sum hava stóran kunnleika til alt, sum hevur við sjógvin og sjó- vinnu at gera, sigur 21 ára gamli, Gilli Haraldsen, at enda. og rekur Haraship í Danmark Technical Management fevnir um arbeiðsumhvørvi, vernd av heilsu og orkusparing. - Her eru vit einaumboð í Skandinaviu av nýggjastu tøkniligu menningini innan umhvørvisábyrgd, tá ið ræður um skipsmotorar við atliti til dálking og orku- sparing, sigur Gilli Haraldson Donsk bløð nevna Gilla Haraldsen "en 21 årig komet indenfor maritim manage- ment". Og lagt verður aftrat um fyritøku hansara: "Ungt firma í Fredrikshavn på verdenskortet med søforhyr- ing, maritimt arbejdsmiljø og maritim nyhedsformidling" Mynd: Vilmund Jacobsen