Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-10, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 2020síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. DESEMBER 2020 SOSIALURIN 88 32 Raksturin av samfelagnum verður lagdur til rættis við løgtings­ fíggjarlógini Álitið hjá fíggjarnevndini verður lagt fram í dag ella maánadagin - tað er rakstrarætlanin fyri samfelagið í 2021 ÁRNI GREGERSEN T að eru stór tøl, arbeitt verður við og tað hendir á hvørjum ári. Landsins kosnu menn og kvinn­ur brúka ein stóran part av des­ember til at fáa fíggjarlógina at ganga upp, so samfelagið eisini kann rekast skila­ gott, eisini komandi ár. Tað eru stór tøl arbeitt verður við, tí fíggj­arlógin javnvigar við meira enn sjey millj­ardum krónum og fer í komandi ári at hava eitt hall. Endamálið er sjálvandi ikki at fíggj­ar­ lógin skal hava hall, men viðhvørt eru um­ støð­urnar soleiðis í samfelagnum, at tað verð­ur góðtikið at fíggjarlógin ikki gongur upp, men endar við halli. Viðurskiftini við korona í ár hava rakt sam­felagið so hart, at tað er forstáilsi mill­ um tingfólk, at endarnir ikki røkka saman næsta ár. Landsstýrið og fíggjarnevndin Landsstýrið ger uppskot til fíggjarlóg. Formliga er tað landsstýrismaðurin við fíggj­armálum, í hesum føri Jørgen Niclasen, sum leggur uppskotið fyri Løgtingið. Frammanundan hava aðalráðini og lands­stýrisfólkini borið fíggjarmálaráðnum upopskot til fíggjarlógina á teirra økjum. Landsstýrið viðger so uppskotini og fíggj­ armálaráðið ger so eitt uppskot, sum verður latið tinginum. Í nógvum førum eru bæði inntøkur og út­reiðslur rættuliga fastar frammanundan, so hvørki landsstýrisfólkini ella fíggj­ar­ mála­ráðið hava møguleika at gera so nógv við tað, sum hevur verið galdandi árið fyri. Tó so – tað ber til, men ofta krevur tað eis­ ini lógarbroytingar fyri at tað skal lata seg gera. Tað sum øll vita, sum arbeiða við landsins fíggjarlóg er, at allar broytinghar í lógini hava avleiðingar fyri onkran. Tað snýr seg bæði um, tá ið talan er um rakstur, men eisini tá ið talan er um íløgur. Tá ið uppskotið er komið í Løgtingið fær tað 1.viðgerð og verður síðani beint í fíggj­ ar­nevndina. Fíggjarnevndin fer so undir at gøgn­ um­arbeiða lógaruppskotið. Magnus Ras­ mussen úr Samabandsflokkinum er for­ mað­ur í nevndini, men vanligt er, at limirnir í nevndini í fyrstu atløgu fáa hvør sín part av uppskotinum at lesa ígjøgnum. Tey koma so við uppskotum um, hvør skal kallast inn til hoyringar. Í tí sambandi snýr tað sdg bæði um landsstýrisfólk, stovnsleiðarar og onnur. Hetta tekur drúgva tíð, men er neyðugt at gera, so nevdarlimirnir eru heilt grediðir yvir hvat pengarnir í lógini verða brúktir til. Talan er um pengar, sum verða tiknir inn frá borgarum og vinnuni í landinum. Álit Drúgva arbediðið hjá fíggjarnevndini er eitt álit, har nevndin mælir til at samtykkja upp­skotið, men sum oftast við ymiskum broytingum. Sjalvandi fylgir meirlutin í nevndin sum oft­ast tí, sum landsstýrið hevur skotið upp, tí meirlutin í fíggjarnevndini er eisini part­ ur av samgonguni. Tað hendir at øll nevndin ger eitt álit, men sum oftast ger minnilutin sítt egna upp­skot. Tá ið hetta verður fest á blað er ikki endaliga avgjørt um talan verður um fleiri broytingaruppskot ella bert tað eina, men alt bendir á, at minnilutin ger sítt egna álit. Nakrar broytingar eru longu nú kendar. Útreiðslurna verða helst eitt sindur størri enn í uppskotinum frá landsstýrinum. Álitið til fíggjarlógina eru grundalagið undir 2. viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum, men ofta er tað so, at tá ið tann viðgerðin er liðug, so koma onnur broytingaruppskot. Hetta er ikki altíð avtalað framm­an­ und­an, men eru uppskot, sum ikki kosta al­mikið, men sum partar av tinginum ella ein­støk tingfólk halda skulu fella á ser­støk­ um økjum. Fyri leiðsluna í samgonguni er tað av­ger­ andi, at slíkt ikki verður ov nógv, tí tað gera tað munandi torførari at stýra búskapinum. Viðvíkjandi uppskotinum og álitinum, sum fíggjarnevndin júst leggur seinastu hond á, verður hildið, at tað mesta gongur eftir ætlanini. Men sum roynd tingfólk plaga at siga: onki er liðugt fyrr enn alt er liðugt. Tingformaðurin ætlar at tingið fer í jóla­ frí í seinasta lagi næsta fríggjadag. Fíggjarlógin skal samtykkjast endaliga í seinasta lagi 31. desember. Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum, er formaður í fíggjarnevndini. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, legði uppskotið fyri tingið. Útynnandi vsaldið brúkar fíggjarlógina at stýra eftir. POLITIKKUR