Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. desember 2020 · Nr. 89 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Terji Nielsen Ein av elstu net­handl­un­ um í Føroyum er tann hjá H. N. J. Bókahandli í mi­ð­býnum í Havn. Tina K. Jacobsen frá H. N. J. Bókahandli sigur, at net­handilin bokhandil. fo hevur eini 15 til 20 ár á baki, og tí er hann ein tann elsti í landinum. Tók dik á seg í vár Vit hava havt handilin í nógv ár, men meðan mark­naðurin hjá okkum fyrr var fyrst og fremst útlendingar, tí ein øgi­liga stórur partur av okkara sølu er farin út av landi­ num.. Toppskorarin út av landinum er fyrst og fremst myndakalendarin. Men í vár eksploderaði søla­n á netinum í sam­ bandi við korona. Men vit upplivdu eisini, at fólk eisini keyptu frá okkum um­vegis telefonina og eitt nú messenger. Tá ið vit byrjaðu at fáa vøruna koyrda út, tók tað av álvara dik á seg, sigur Tina K. Jacobsen. Hon greiðir frá, at handilin kom út við nýggj­ari síðu fyrr í ár, og tá øktist sølan til før­oy­ ingar nógv. Nethandilin í ár hevur verið eitt sindur øðrvísi, tí vit hava selt nógv meiri til før­oyingar, enn vit plaga. Nú er ætlanin eisini at víðka vøruúrvalið á net­ handlinum við fyrst og fremst leikum og gávu­ lut­um, og tað fer vónandi eisini at fáa tann partin at vaksa, sigur Tina K. Jacob­sen. Hon sigur, at fólk tykjast vera fyrr úti og keypa jólagávurnar í ár í mun til undanfarin ár. Men eg veit ikki, um tað eru fólk, sum keypa gáv­ur­nar fyrr enn vanligt, ella um tað til dømis eru fólk, sum vanliga fara av landinum at keypa jóla­ gávurnar, sum eru úti nú. Vit hava eisini havt rætti­liga stóra framgongd á net­handlinum seinastu vik­urnar, og serliga innan før­oyska kundaskaran er vøkst­urin stórur, sigur Tina K. Jacobsen. Korona hevur havt stóra ávirk­ an á keyps­ mynstrið hjá før­oy­ingum í ár. Fleiri og fleiri eru farin at keypa á netinum Terji Nielsen Tá ið korona í vár rakti Føroyar, vóru tað nógvir handlar kring alt landið, sum valdu at stongja í fleiri vikur. Hetta hevði við sær, at teir net­ handlar, sum tá vóru á mark­naðinum, merktu ein stóran vøkstur, og sam­stundis vóru tað fleiri handlar, sum tá fingu sær net­handil. Posta merkt vøksturin Summir av handlunum hava sína egnu út­ber­ ingartænastu, men teir flestu handlarnir brúka Posta til at koyra vøruna út til kundar sínar kring landið. Í heyst fóru Posta og Magn undir nýtt sam­ starv, sum hevði við sær, at 11 nýggjar pakkastøðir sóu dagsins ljós, tí tá bleiv ein skipan sett í verk, har viðskiftafólk kun­du heinta og lata inn pakk­ ara beinleiðis við kassan á Magn-støðunum kring landið. Í hesum sambandi segði Posta eisini, at inter­net­handilin í Før­oy­ um vaks við fullari ferð, og at Posta ber út fleiri pakkar enn nakrantíð áður við klæðum, inn­ búgvi, barnaútgerð og øðrum til føroyingar kring alt landið. Spyrt tú tey, sum hava nethandlar, so siga tey eisini, at vøksturin hevur verið sera stórur í ár, og hetta eisini sæst aftur, nú fólk keypa jólagávur. Terji Nielsen Tá ið korona rakti Før­ oy­ar í vár, gjørdi SMS av at stongja í ein heilan mánað, og tað rakti sjálvsagt allar handlarnar í sølu­mið­ støð­ini hart. Skálkur- sam­takið hevur ikki færri enn átta handlar í SMS, og tað var tí ein sera hørð tíð fyri sam­ takið. Vit blivu at kalla løgd í respirator tá. Men vit hava so nethandilin skalkur.fo, og har øktist virk­semið munandi, meðan SMS var stongt. Eg haldi, at nethandilin seldi fyri umleið fjórð­ ing­in av tí, sum sam­ takið annars selur fyri, hetta tíðarskeiðið, sigur Lars Müller, stjóri í Skálki. Hann greiðir frá, at sølan á netinum yvir­ høvur er nógv økt í ár, og at tað byrjaði undir korona. Vit hava selt nógv meiri á netinum í alt ár. Tá ið eg hyggi eftir tølunum fyri fyrstu 50 vikurnar í ár, so hava vit á netinum selt fyri næstan tríggjar ferðir so nógv hetta tíðarskeiðið í ár í mun til sama tíðar­ skeið í fjør, sigur Lars Müller. Krevur nógva orku Men tað er ikki bara sum at siga tað at hava ein nethandil, tí tað krevur sera nógva orku sambært stjóranum í Skálki. Hjá okkum hava vit tvey fólk, sum arbeiða við nethandlinum burt­ ur­av. Men vit hava eisini átta handlar savnaðar í nethandlinum. Íløgan í tann tekniska partin av einum nethandli er kanska ikki so øgiliga stór, men tað krevur nógv at halda síðuna við­líka, og tí kann tað verða ein avbjóðing hjá smærri handlum at røkja ein slíkan, sigur Lars Müller. Hann greiðir frá, at umleið 1.000 fólk vitja nethandilin hjá Skálki dagliga. Útkoyringina av vørunum tekur Posta sær av, tá ið talan er um vørur uttan fyri Havnina, meðan ein hýruvognur tekur sær av pakkunum, sum skulu koyrast út í høvuðs­staðnum. Sølan næstan trí­ faldað í ár SKÁLKUR.FO: H. N. J. BÓKAHANDIL: Nethandilin hjá Skálkur samtakinum hevur havt eitt sera gott ár í ár. Sølan er økt sera nógv NETHANDILIN Í FØROYUM NÓGV VAKSIN Í ÁR - Sølan í Føroyum nógv økt