Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. desember 2020 · Nr. 89 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Áki Bertholdsen Í næsta mánað verð­ur arbeiðið at gera grót­ kastið á havnar­lag­num í Hvalba út. Grótkastið fekk umfatandi skaða í ódnar­ veðrinum um mánað­ar­ skiftið februar og mars í ár og hesa tíðina síðani tá hevur bygdaráðið brúkt til at finna út av, hvussu tað skal gerast aftur.  – Tað hevur ongantíð verið nakar ivi um, at grótkastið skuldi gerast aftur, sigur Janus Thom­ sen, borgarstjóri. Hann sigur, at havnar­ lagið er krumtappurin í lokalsamfelagnum í Hvalba, og tí er tað av­ gerð­andi, at tað verður gjørt aftur. Hesa ferð skal tað halda Men borgarstjórin sigur eisini, at nú tað verður gjørt aftur, ætlar tey at leggja dent á at gera tað so­leiðis, at tað heldur, so at skattgjaldarin í kom­mununi ikki kemur undir eina rokning upp á tíggjutals milliónir við jøvn­um millumbilum. Í Kyndilsmessuódnini í 2008 fekk grótkastið eisini stóran skaða og tá kost­aði tað 10-11 milliónir at gera tað aftur. Ein kostnaðarmeting er gjørd av skaðanum í ár, men Janus Thomsen vil ikki út við talinum fyri ikki at órógva út­bjóð­ing­ ina. Men tað hevur verið frammi, at skaðin hesa ferð er tvær ferðir so um­ fatandi sum hann var í kyndilsmessuódnini og á fíggjarætlanini fyri næsta ár hevur bygda­ ráð­ið samtykt at seta 18 millión­ir av til endamálið. Fyri at finna út av, hvussu tað skal gerast aftur so at tað heldur, eru aldukanningar gjørdar á fjørðinum og út frá teim­ um eru ymisk sløg av grótkastum roynd í hyli hjá serfrøðingum í Dan­ mark. Úrslitið er komið og síðani hevur bygda­ráðið samskift við Lands­byggi­ felagið um tað bestu loysn­ina. Janus Thomsen sigur, at úrslitið er, at hesa ferð verður grótkastið gjørt munandi flatari enn tað er nú. Samstundis verður grótið, sum skal leggjast í tað, tríggjar ferðir so stórt, sum grótið er í nú­ ver­andi grótkastinum. – Kanningarnar vísa, at tá ið grótkastið er gjørt aftur, fer tað at tola nógv størri aldu enn núverandi grótkast toldi, sigur Jan­ us Thomsen. Tí hevur hann góðar vónir um, at hetta verður seinastu ferð, at skatt­ gjaldarin í kom­mun­uni fær eina rokning upp á tíggju­tals milliónir at dragast við til grótkastið. Klárt at bjóða út Hann sigur, at nú eru komið so mikið langt við fyri­reikingunum, at tað er klárt at bjóða arbeiðið út í næsta mánað. So ganga nakrar vikur at fáa til­boðini inn og at taka støðu til tey. Men Janus Thomsen sigur, at gongst tað væl í hond, verður klárt hjá bygdaráðnum at taka støðu til málið á fundi­ num í februar. Og enda­ málið er avgjørt at hava tað liðugt til næsta vetur. Men hann sigur, at fyri­bils verður farið undir at tryggja grótkastið fyri veturin og at leggja nakað av grótið í tað, so at tað ikki fer upp aftur verri nú í vetur. Tað arbeiðið verð­ ur gjørt nú, áðrenn farið verður í jólaferiu. Ein harður umgangur hjá hvalbingum og sandvíkingum Áki Bertholdsen Tað verður eitt tungt tak hjá skattgjaldarunum í Hvalbiar Kommunu at fáa grótkastið á havnar­ lag­num gjørt aftur, eftir at tað fekk stóran skaða í ódnarveðri um mán­að­ar­ skifti februar og mars í ár. Sum vit skriva í hinari grein­ini, verður arbeiðið at gera grótkastið aftur, boð­ið út í næsta mánað. Sum tað sær út í løtuni, verður tað kommunan sjálv, sum hongur upp á alla rokningina, men kom­munan hevur fing­ið heimild frá Fíggjar­mála­ ráð­num til at fara upp um eina álíkning í skuld. Annars hava kom­mun­ ur ikki loyvi til at fara upp um eina álíkning í skuld. Ein álíkning í Hval­ba er 27 milliónir og við árslok í 2019 var netto­ skuldin er 31 prosent av eini álíkning, men tá ið brim­verjan verður gjørd aftur, fer skuldin upp um eina álíkning. Men Janus Thomsen, borgarstjóri, sigur, at út­rokningar vísa, at tað verður longu aftur, áðrenn fýra ár eru farin, at kommunan aftur kem­ ur niður um eina álíkning í skuld. Í hesum sambandi hev­ur bygdaráðið eisini gjørt av at hækka skatta­ prosentið eitt prosent, og sostatt verður skatta­ prosentið 20,75 prosent næsta ár. Men borgarstjórin hevur vissað um, at skatta­prosentið verður lækkað aftur so líðandi hesi næstu fýra árini. Barna­frádratturin er 6.500 krónur og hann verður ikki broyttur. Ikki mist vónina Janus Thomsen hevur alla tíðina ført fram, at enn hava tey ikki mist vónina at fáa lands­ kassan at hjálpa til við arbeiðnum, men hann sigur, at tað veldst um politiska viljan. Hann hevur gjørt greitt, at fær kom­munan fíggjarliga hjálp úr landskassanum, broytast útlitini mun­ andi. Og kanska fáa hvalb­ ing­ar og Sandvíkingar eina jólagávu frá Løg­ tingi­num í ár. Mána­kvøld­ ið við­gjørdi Løgtingið fíggj­ar­lógina fyri næsta ár og tá gjørdu tveir ting­ menn úr samgonguni, fólka­floksmenninir báð­ ir, Brandur Sandoy og Jóhan Eli Poulsen, púra greitt, at teir fóru ikki at atkvøða fyri fíggjarlógina uttan so, at Hvalbiar Kom­muna, Porkeris Kom­mu­na, og kom­mun­ ur í Sandoynni, fingu fíggj­ar­ligan stuðul til at um­væla brimskaðarnar, sum tær fingu fyrr í ár. Brandur Sandoy skeyt upp at landskassin setti nakrar tíggjutals millión­ ir av til endamálið. Eisini Kristin Michel­ sen úr Sjálvstýri, tók und­ ir við hesum. Tað gjørdi Er­hard Joensen úr Sam­bands­ flokki­num eisini, men hann var meiri sámu­ ligur, tí hann helt, at lands­kassin átti at játta eina, ella tvær millónir til enda­málið, tí tað var í hvussu so er ein hjálp. Eftir ætlan skuldi Løg­tingið taka endaliga støðu til tað í morgun, so í skrivandi løtu er ikki greitt, hvussu fast um­ røddu løgtingslimir stóðu við tað, teir gjørdu greitt í Løgtinginum mána­ kvøldið. EITT TUNGT TAK Skattaprosentið hækkar og skuldin fer upp um eina álíkning STÓRARBEIÐIÐ Í HVALBA VERÐUR BOÐIÐ ÚT Í JANUAR ÚTBJÓÐING Hesa ferð verður tað gjørt munandi sterkari enn tað hevur verið fyri at sleppa undir eini rokning upp á tíggjutals milliónir við jøvnum millumbili NÓGV STERKARI Her sæst týðiliga, hvussu illa grótkastið fór, bæði á eystursíðuni og á suðursíðuni. Nú verður grótkastið gjørt aftur – og hesa ferð er endamálið at tað skal halda, so tað verður gjørt nógv sterkari enn tað var Tá ið grót­ kastið er gjørt aftur, fer tað at tola nógv størri aldu enn nú­ver­ andi grót­ kast toldi