Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. desember 2020 · Nr. 89 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Vilmund Jacobsen Jólaaftan plaga løgmaður og borgarstjórin í Tórs­ havnar kommunu at vitja Herbergið, men so­ leiðis verður ikki í ár, nú Herbergið - eins og Før­ oyar allar - royna at basa koronu-smittu. Hetta merkir tó ikki, at tey, sum búgva á Herberginum og tey, sum plaga at leita sær innar jólaaftan, ikki fáa eitt hugnaligt kvøld sam­an. Martin Kúrberg, dag­ ligur leiðari, sigur, at tey á Herberginum ganga høgt upp í at fylgja al­mennu tilmælunum, tí tey vilja sjálvsagt eisini vera við í stríðnum móti smittu­ spjaðing. - Vit hava eisini fólk búgvandi her, sum hava verið leys av alkoholi í upp til fleiri ár. Hetta eru fólk, sum hava ein van­ ligan gerandisdag, har tey fara til arbeiðis sum onnur og koma heim aftur eftir loknan dag. Tað er hetta, sum annað hús­ið við Dalavegin er ætlað til. Vit hava eisini sjúk fólk á Herberginum, og vit hava fólk við sálar­ ligum kvøli, sum vit vilja gera alt fyri at verja. Eingin svangur Men, hvussu verður so jóla­aftan á Herberginum? - Vit hava tvey hús við Dalavegin. Her er pláss fyri 17 búgvandi fólkum, men vit hava innrættað okkum soleiðis, at her búgva fleiri enn tey 17. Van­ligt er haraftrat, at fólk, sum ongastaðni hava at búgva, eisini koma inn í hitan á Her­ bergi­num jólaaftan, og her kann talan vera mill­ um fimm og tíggju fólk, onkuntíð fleiri. Martin Kúrberg sigur, at jólaaftansmorgun borð­reiða tey við smyrji­ breyði við føroyskum viðskera, og um kvøldið verður borðrreitt við dun­ nu og tilhoyri umframt rísa­lamande. Tá verður eisini jólaevangeliið lisið, eins og búfólk og gestir hava eina hugnaliga løtu saman. - Vit royna altíð at skipa so fyri, at eingin gong­ur svangur ella situr einsa­mallur á jólum og tey, sum koma her til jóla­ hald, fáa eisini gávur, sum vit fáa ymsastaðni frá til endamálið, sigur hann. Menn og kvinnur Dagligi leiðarin sigur, at hóast nógv trýst er á húsi­num um dagarnar, og at trýstið verður enn størri jólaaftan, gera tey alt fyri at halda neyðuga frá­støðu, eins og dúgliga verður sprittað. - Dagliga hava vit eisini fleiri fólk á Herberginum, sum ongastaðni hava at vera, men sum koma á gátt at fáa sær mettuna. Á Herberginum búgva bæði menn og kvinnur, tó at menninir gjarna eru fleiri í tali enn kvinn­ur­nar. Heim at halda jól Vit spurdu eisini Mart­ in Kúrberg, hvat hendir á Frælsinum á Eiði jóla­ aftan. Hetta er stovnurin, sum hýsir ungum millum 18 og 24 ár. - Vit hava pláss fyri átta fólkum á Frælsinum, men her eru ikki so nógv í løtuni og tey, sum eru, sleppa heim at halda jól saman við sínum nærm­ astu, sigur Martin Kúr­ berg. Fólk skulu ikki sita einsa- møll og svong jólaaftan - Vit royna altíð at skipa so fyri, at eingin gongur svangur ella situr einsamallur á jólum og tey, sum koma her til jólahald, fáa eisini gávur, sum vit fáa ymsastaðni frá til endamálið, sigur Martin Kúrberg, dagligur leiðari á Herberginum - Vit á Herberginum ganga høgt upp í at fylgja almennu tilmælunum, tí vit vilja sjálvsagt eisini vera við í stríðnum móti smittuspjaðing, sigur Martin Kúrberg, sum her greiðir frá, hvussu jólaaftan í ár verður hildin