týsdagur 15. desember 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. desember 2020 · Nr. 89
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Terji Nielsen
Mánadagin
fóru
sonevndu
jólaskund
bussarnir hjá Tórshavnar
Kommunu undir at koyra
í fastari rutu í miðbýnum
í Havn.
Jólaskundbussarnir
eru bussar, sum frá klokk
an 12 um dagin til klokkan
20 á kvøldi koyra í fastari
rutu millum Steinatún,
SMS og stóru parker
ingsplássini við ávikavíst
bygdaskýlið í Gundadali
og við Høllina á Hálsi.
Ætlanin er, at hendan
ókeypis tænastan skal
eggja fólki til at seta bilin
frá sær á einum av stóru
parkeringsplássunum,
soleiðis at tað ikki verður
so trongt í miðbýnum,
har tað frammanundan
ikki eru so øgiliga nógv
parkeringspláss.
Enn ikki stórvegis
undirtøka
Spurningurin er, hvussu
undirtøkan fyri hesum
bussum fer at vera. At
døma út frá fyrsta deg
num, so verður undirtøk
an ikki risastór, tí fyrsta
dagin vóru tað tilsamans
sjey fólk, ið gjørdu sær
dælt av ókeypis tænastu
ni frá kommununi.
Men bussarnir koyra
so til og við tollaks
messudag, og tað er ikki
óhugsandi, at tá ið fólk
gerast meiri tilvitað um
tænastuna, at undirtøkan
verður størri.
Terji Nielsen
Síðani einaferð tíðliga
í summar hevur sam
bindingarvegurin
mill
um
Blómubrekku
og
Villingardalsvegin verið
stongdur, tí arbeitt hevur
verið uppá fjarhitarørini,
sum liggja í vegnum, og
samstundis hevur man
gjørt tillagingar í svingi
num á vegnum, sum hev
ur verið mett at vera ov
krapt.
Fjarhitin fylt mest
Sambært Hans Nielsen,
býarverkfrøðingi, so var
væntandi, at vegateinur
in skuldi latast upp aftur
í dag mikudagin.
Tað verður liðugt í
morgin, er tað seinasta,
sum eg havi fingið at
vita. Tað hevur verið ein
avbjóðing við asfaltinum,
men sum eg havi fingið at
vita, so verður asfalter
að fyrrapartin í morgin,
og so verður latið upp
seinnapartin, segði Hans
Nielsen,
býarverkfrøð
ingur, týsdagin.
Hann greiðir frá, at
størsti parturin av arbeið
num hevur snúð seg um
fjarhitan.
Fjarhitafelagið hevur
lagt nýggj rør, og so hava
vit nýtt høvi til at broytt
svingið, meðan vegurin
hevur verið stongdur, sig
ur Hans Nielsen.
Sambindingarvegurin millum Blómubrekku og
Villingardalsvegin verður nú latin upp aftur
Tað er mest arbeiði við fjarhitarørum, sum hevur havt við sær, at
vegateinurin millum Blómubrekku og Villingardalsvegin hevur
verið stongdur í næstan eitt hálvt ár. Tilvildarlig mynd
Svingið í Blómubrekku liðugt
JÓLABUSSARNIR
ERU FARNIR Í RUTU
Tað eru tveir av mest royndu bussførarunum í landium, Sámal Bláhamar og
Mourits Mouritsen, ið koyra teir báðar jólabussarnar
Mynd: Álvur Haraldsen
Nógv er gjørt burtur úr at pynta bussarnar jólaligar innan
Mynd: Álvur Haraldsen