Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. desember 2020 · Nr. 89 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 List og bøkur til sølu Vegna flyting selist list eftir m.a. J. Waagstein, Chr. í Geil, Hanni Bjartalíð, Gudmund Hentze, og øðrum. Somuleiðis hópin av føroyskum bókum og bløðum. Ring tel. 59 22 67 Havnar Arbeiðarafelag Til limirnar Á aðalfundinum 13 mars 2021 er formansval og nevndarval á skránni. Sambært grein 22 í lóg felagsins skulu uppskot til formansvalevni vera nevndini í hendi áðrenn 1.januar 2021. Saman við uppskotinum skal vera váttan frá viðkomandi at hesin vil lata seg stilla upp, umframt váttan frá 15 stillarum, sum skrivliga vátta, at teir stiðja viðkomandi til formansvalevni. Stillararnir skulu uppfylla treytirnar i § 12 fyri at hava atkvøðurætt. Uppskot til nevndarvalevni skulu vera nevndini í hendi áðrenn 1.februar 2021. Saman við uppskotinum skal vera váttan frá viðkomandi, at hann vil lata seg stilla upp. Skráin fyri aðalfundin verður lýst seinri. Nevndin Kommunuskrivstovan um jóla- og nýggjárshøgtíðina Kommunuskrivstovan er stongd frá 23. desember til 3. januar 2021 Vega- og vatndeildin Borgarar, sum hava átrokandi ørindi hesa tíðina, kunnu ringja til hesi tlf. nr.: Eru trupulleikar við vatnveitingini kann ringjast á tlf. 214507 ella 214570. Eru talan um annað, so sum kloakkviðurskifti, áarlop v.m. kann ringjast á tlf. 237055 Loyvi til nýggjársbál Umsókn um loyvi at brenna nýggjársbál skal stílast til Skálafjarðar kommunala Sløkkilið tlf. 448235 ella sks@sks.fo í seinasta lagi 31/12 kl. 12.00. Umsóknarbløð til nýggjársbál eru at finna á www.runavik.fo Runavíkar kommuna Starvsfólk til Tórshavnar Privata Vistarheim Á vistarheiminum eru tvey størv leys til setan. Setanarbrøkurin verður fyri bæði størvini eftir avtalu og kann vera millum 0,5 og 1. Arbeiðið er í skiftandi vaktum, dag- kvøld- og náttarvaktir. Til fyrra starvið verður søkt eftir starvsfólki til fast starv. Krav verður ikki sett um ávísa útbúgving, men tað kann vera ein fyrimunur um umsøkjari hevur heilsu- ella námsfrøðiliga útbúgving og/ella viðkomandi royndir. Starvið verður sett skjótast til ber. Til seinna starvið verður søkt eftir heilsurøktara til farloyvisstarv. Starvstíðin er frá 1. apríl 2020 til 1. juni 2021. Vistarheimið er eitt sambýli og heim hjá fólki við sálarligum sjúkum og avbjóðingum. Eitt heim har dentur verður lagdur á at menna og stimbra og skipa ein innihaldsríkan dag fyri húsfólkið. Vit søkja eftir fólki, ið eru fleksibul og tolin av lyndi og hava hug at arbeiða har eingin dagur er eins og har oftani má hugsast kreativt. Umsøkjarar, sum hava hava royndir innan psykiatriska øki ella royndir frá líknandi sambýlum hava fyrimun. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Asbjørg Jacobsen leiðara, telefon 213381. Umsóknir við avritum av prógvum, viðmælum o.ø. skulu sendast til Tórshavnar Privata Vistarheim, Argjavegur 26A, 160 Argir, ella til teldupostaddressu: asbjorgja@av.fo. Umsóknarfreistin er 18. desembur 2020 kl. 12.00. KUNNGERÐ Almennu býráðsfundirnir hjá Vágs býráð í 2021 verða hesar mánadagar á kommunuskrivstovuni, Vágsvegur 30. 25. januar 22. februar 22. mars 26. apríl 31. mai 21. juni 23. august 27. september 25. oktober 29. november 13. desember Fundirnir eru settir at verða kl. 19.00 Um ikki annað verður fráboða. Vágur, tann 14. desember 2020 Vágs býráð