týsdagur 15. desember 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 16. desember 2020 · Nr. 89
TØKK
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu og
hjálp, tá elskaði maður og pápi okkara
Elias Sigurður Bergsson
F. 7.-9.-1963 – D. 9.-3.-2020.
andaðist og varð jarðaður.
Takk til tykkum øll, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað. Takk
til Hera Joensen. Takk til Jens Marna
fyri vakran sang í kirkjuni. Takk til
kirkjutænarar,sangarar, gravarar og berarar.
Hjartans tøkk til tykkum á B6, sum tóku sær
so væl av honum hansara síðstu tíð.
Takk til tykkum, sum skipaðu fyri ervinum
og øllum tykkum, sum bakaðu.
Túsund takk fyri allar gávur, kransar og
blómur.
Gleðilig jól og gott nýggjár til tykkum øll.
Eleina og Sóley.
TØKK
Hjartans tøkk okkara veita vit tykkum
mongu, ið á ymiskan hátt sýndu samkenslu
og rættu okkum hjálpandi hendur, tá ið høgt
elskaði maður mín, góði pápi, abbi, verpápi,
beiggi, svágur og gubbi,
Hans Martin Jacobsen,
Fuglafjørður,
f. 18.06.1950 - d. 27.06.2020
andaðist og varð jarðaður
Somuleiðis takk fyri vitjan, umsorgan
og hjálpsemi ta tíðina hann var á
Landsjúkrahúsinum, á Ríkissjúkrahúsinum
og í heiminum. Umframt eina stóra tøkk til
G1 og eina serstaka tøkk til tykkum á G4.
Somuleiðis takk til tykkum í Nánd
fyri góða hjálp í heiminum.
Takk fyri gávur, uppringingar, blómur,
persónlig boð, kort, brøv og allan tann
góða mat og bakstur, sum bleiv borin
inn í heim okkara.
Takk til systkini hjá okkum við húskjum
teirra, - vinir, familju, kenningar,
grannar og bygdarfólkið.
Anne Mette Greve Klemensen, takk
fyri andakt í heiminum. Árni bróðir
takk fyri góð orð í kirkjuni. Takk fyri
stroyming í hesi serligu Corona - tíð.
Takk til Una Næs fyri góð og troystarrík
orð til jarðarferðina, Theodor Petersen
fyri vakran sang, Heðin Kambsdal fyri
vakurt orgulspæl, Jóhan Hentze fyri góðan
horntónleik, sangarar fyri so sera vakran
sang, takk til kirkjutænarar og berarar. Stóra
tøkk fyri blómur og kransar til jarðarferðina.
Takk øll tit, ið vundu merkið á hálva stong.
Takk til bindiklubbarnar fyri holla
hjálp í ervinum.
Hjartans takk fyri øll somul.
Blíðar heilsur
Magna
Durið, Kim, Maria, Mathias, Liv og Rune
Steinar, Ester, Ria og Pál
Ørvar, Lillian, Milja, Jónas og Magnar
Martin
Somuleiðis ynskja vit øllum eini gleðilig jól
og eitt av Harranum vælsigna nýggjár
TØKK
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá ið elskaði
maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okra
John Petersen,
Trongisvágur
f. 12.11.1930 – d. 27.08. 2020
andaðist og varð jarðaður.
Takk til prest, kirkjutænarar, sangarar og
gravara. Takk fyri gávur til kirkjuna,
og ein takk til tykum, sum fylgdu honum til
hansara síðsta hvíldarstað á fold.
Vit vilja ynskja øllum eini gleðilig jól og
Harrans signing í komandi ári.
Familjurnar vegna
Sonja, Ebba, Jonhild og Jens
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum, sum hava stuðlað
og hjálpt, nú okkara elskaði maður, pápi,
sonur og bróðir
Jóannes Jacobsen
doyði og varð jarðaður.
Takk fyri sýnda samkenslu!
Vegna familjuna
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda
samkenslu og hjálp, tá mamma, vermamma
og omma okkara
Jóhanna (Hanna) T. Mortensen
fødd Kallsberg
14.09.38 - ✝ 23.09.20
andaðist og varð jarðað.
Takk fyri blómur og kransar og takk fyri
peningagávur til krabbameinsfelagið
Vegna avvarðandi
Andras og Gundur við familjum
Takk
Øllum tykkum, sum mintust okkum á
gullbrúdleypsdegi okkara 4. oktober, takka vit
hjartaliga
Heilsan
Jórun og Salmun Bech,
Porkeri