Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-15, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 2020síða 25

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 16. desember 2020 · Nr. 89 TØKK Hjartaliga tacha vit fyri sýnda samkenslu og fyri hjálpsemi, tá elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara andaðist og var jarðaður. Fritleif Joensen f. 22.03.31 d.14.01.20 Stóra takk til Øssur prest fyri góð og troystarrík orð í kirkjuni. Somuleiðis stóra takk til Derhard fyri góð orð í kapellinum. Tøkk til kirkjutænara,sangara, berara og gravara. Tøkk til tykkum ið hjálptu til við ervinum, bakaðu,vitjaðu og á annan hátt vístu tykkara samkendslu. Tøkk fyri blómur og kransar. Hjartaliga tacha vit tykkum øllum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Eini gleðilig jól. Familjurnar vegna Poula, Olga, Mortan og Astrid TØKK Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæri bróðir, svágur, mammu-, ommu-, og langommubeiggi okkara Gutti Hermansen Hósvík f. 09.11.1937 d. 23.07.2020 andaðist og varð jarðaður. Ein serlig tøkk til starvsfólk og búfólk á Mørkini fyri umsorgan og kærleika, tíðina hann var hjá tykkum. Hjartans tøkk til starvsfólkini á B8, sum vóru um hann teir seinastu dagarnar. Tøkk til Henning Bøgesvang prest fyri góð og troystarík orð í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, organist, sangarar, berarar og gravarar. Tøkk til tykkum sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Mørkina. Og hjartans tøkk til tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Gleðilig jól og eitt signað nýggjár ynskja vit øllum. Familjunar vegna Lilian og Martha TØKK Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á einhvønn hátt vístu samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara doyði og varð jarðað. Sigrid Ziskason (f. Andreasen) f. 31. oktober 1929 – d. 25. november 2020 Takk til starvsfólkið á Strandarlon/ Boðanesheiminum fyri kærleika og umsorgan. Takk til Anne Mette Greve Klemensen, prest fyri góð og vøkur orð í kirkjuni. Takk til kirkjutænara, organist og sangarar. Takk til tykkum, sum komu við køkum og øðrum. Takk til Sólsetur, ið stóð fyri ervinum í Meinigheitshúsinum. Takk fyri allar heilsanir, blómur og kransar og takk til tykkum mongu, ið vóru og fylgdi henni til hennara seinasta hvíldarstað. Gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár Familjunar vegna Ziska, Kirsten og Johild Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo FØÐINGAR Emma kom í verðina tann 20.11.20 kl.02.38 Hon var 52cm long vigaði 3215gr Mamma & babba eita Elsa og Andreas og vit øll trý búgva á Signabø.